víst framúr góð evni á fótbóltsvølli, hevur havt eitt sera gott ár í ár. Hann er ein brandur í álopinum og enn betri í verjuni. Hann hevur ótrúliga góð evni at lesa hvar bólturin kemur, og eisini at vera [...] so er hann ein stórur spælari. Berjist um hvønn bólt og ein snildur sum ein revur. Afturat teimum, sum vit higartil hava nevnt hava eisini Jákup Helgi Egholm, Kenneth Neshamar og Bjarni Joensen verið við [...] staðið seg væl. Bjarni hevur ikki verið so nógv inni í ár, tí yngru menninir munnu hava fingið hann aftur, men hann hevur víst, at dugur er í honum enn. Rutinan kompenserar fyri skjótleikanum og tað er nóg
óeydna fyri hann. Eisini varð prátað við Páll Mohr Joensen. Hansara navn man vera nevnt næstan líka ofta í føroyska ítrottaheiminum, sum grein 266b er nevnd politiska orðaskiftinum, og hann greiddi frá [...] at tað var unnusta hansara, sum hevði sent honum nógv umrøddu sms-boðini, ið gjørdu at hann tapti talvið móti Hans Kristian Simonsen, og harvið misti møguleikan at gerast altjóða meistari í fjør. Unnustan [...] frá hvussu málið um hansara spæliloyvið hevði ávirkað hann og hansara avrik. EB/Streymur vann á HB Væl omanfyri hundrað innbodnir luttakarar mundu vera til tiltakið. Teirra millum vóru umboð fyri tey bæði
reglurnar eru til staðar. Løgmaður kan tá hann vil taka avgerð um, at hann sjálvur umsitur grunnin til reglurnar eru broyttar. Hann avger eisin sjálvur, nær hann vil leggja grunnin aftur til landstýrismannin [...] ongantíð verða ivi um, at ein landstýrismaður ikki kann leggja trýst á tílíkar nevndir. Og roynir hann tað, eigur hann at verða settur frá uppá standandi fót. Tí er tað sera umráðandi, at Løgtingið knæsetur siðvenju [...] Edmund Joensen Søgan í stuttum Framtaksgrunnurin varð í 1994 settur á stovn sum ein vinnurekandi grunnur av donsku stjórnini og Føroya landsstýri í felag. Óneyðugt er at minna á, at hetta var eitt tað
arv tað, ið eftir er av hesum árinum, segði Óla Jákup. Hann kunngjørdi á fundinum, at Olga er sinnað at átaka sær hesa Uppgávu, og viðmælti hann staðiliga, at hon verður sett í hetta starvið. - Eg vil [...] vóru fyri børn. Seinni um dagin og út á kvøldið vóru øll tiltøkini, ið eftir vóru, á Húsum. Andras Joensen greiddi frá kirkjuni á Húsum, og eftir nátturða var tombola, skjótibreyt og søla av smyrlubreyði [...] nøktandi. Sjálvur vildi eg fegin kunna víst á fleiri og størri úrslit av arbeiðinum hjá felagnum. Hann vísti á, at sum tað allar fyrsta, setti felagið sær sum mál at stovna eina útoyggjaskrivstovu. - Fyri
byrjaði hetta sjálvur, tá hann dróg framvið verjuleikara, og Krzystof Popczynski sýndi framúr hegni við bóltinum, tá hann setti bæði Jan Dam og Bárð Johannesen av, áðrenn hann legði út frá aftur til málskjúttan [...] komu eisini málmøguleikarnir. Tann størsta hevði HB ivaleyst, tá Páll M. Joensen varð spældur blankur mitt fyri. Snildisliga sendi hann bóltin væl út um armarnar hjá pólendinginum í GÍ-málinum, men bólturin [...] so var tað so sum so við málmøguleikunum. Og fáa ferðirnar at boð vóru eftir GÍ-málverjanum, var hann ósvikaliga tryggur. Móti dystarenda kom tó nakað av lívi í. Fyrst sendi Birgir Sondum Áslak Petersen
2. hálvleiki broyttu teir til 4?4?2. Ken Nónklett kom inn í álopið, og hann hevði bara verið á vøllinum í seks minuttir, tá hann fyri opnum máli við handara stólpan umsetti flatt innlegg úr vinstru til [...] Sjúrður Jacobsen ? Sonni L. Petersen HB: Bárður Johannesen ? Bárður Christiansen, Hans á Lag, Jón Rói Jacobsen, Janus M. Joensen ? Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Hallur Danielsen ? Uni Arge, Bárður [...] langt frá mótstøðumonnunum. Rúni Nolsøe var sera verjukendur og als ikki í stýrandi leiklutinum, sum hann plagar at hava. Í borðunum vóru teir ótryggari, enn teir hava verið, og í miðverjuni bilaði nógv.
Helgi hevur ein internationalan stíl. Hann hevur vællaðaða grund undir sínum spæli. Hjá honum er tað teoretiska og strategiska í hásæti. Her hevur hann munin á Høgna. Hann hevur størri tryggleika í sínum spæli [...] helt sær til seinasta umfar, hevur 25 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági heiðurin fyri. Hann gav stórmeistaranum so skarpan gang, at Helgi mátti kýta seg av øllum alvi fyri at vera eitt hálvt [...] allar uttan Helga og eldra bróðirin Rógva. Tey talvini endaðu jøvn. Móti Rógva mundi Høgni tapt, men hann bjargaði sær einum javnleiki. Helgi vann á Rógva, og tað var í grundini tað, sum var á muni millum
fór hann á læraraskúla. Aftaná fór hann til Danmarkar at nema sær meira kunnleika, serliga í fremmandum máli. Í 1914 gjørdist hann lærari í Klaksvík og hetta starv hevði hann til 1953. Tá ið hann byrjaði [...] yrkingum. Hann var lærari í 42 ár í Fugloy og Svínoy, og hann var eisini í fremstu røð í fráhaldsørsluni saman við Absalon Guttormson á Trøllanesi. Pápi Ingibjørg var Símun Petur Zachariassen. Hann var føddur [...] 1928-1943 og síðan 1946-1956. Men afturat hesum var hann ein av leiðandi monnunum í Norðoya Sparikassa, sum hann var við til at stovna í 1919. Her var hann í leiðsluni frá 1919-1976, ella í samfull 57 ár.
Hann er vestmenningur, sonur Judith Olsen úr Sandavági og Petur Jacobsen úr Vestmanna. Johnny tók læraraprógv í Havn í 1967. Hann starvaðist í Nunnuskúlanum 1967-70 og síðani í Vestmanna Skúla. Tvær ferðir [...] ferðir hevur hann verið á ársskeiði í Danmark, í 1972-73 og 1991-92. Hann er giftur við Tórunn Patursson, sum er dóttir Morið og Erlend Patursson.
tá segði hann við okkum, at Ismar, hann var ein gløggur maður í samráðingum, tá tað snúði seg um Fuglafjørð. Hann var vælorðaður og sakirnar vóru sera væl undirbygdar. Ismar var skald og hann var søguríkur [...] sum 11 ára gamal fór hann at seta sildagørn. Morgunin eftir var nógv sild í, tí hann fekk 11,38 kr. í avrokning, hóast prísurin einans var 8 oyru fyri kilo. Eina aðru ferð trektu hann og ein kammeratur hansara [...] frá barni av. Ismar hevði sera stóran áhuga fyri tí, sum hevði við handil at gera. Hann var einans 15 ára gamal, tá hann fór at arbeiða í handlinum hjá Jóannes Lambaa í Havn. Jóannes var annars ættaður úr