Sigast kann, at Ingibjørg er av góðum bergi brotin úti á Kirkju. Langabbin var Zacharias Mikkelsen, sum gekk í skúla í Havn, og hvørs framúr góða ummæli prýðir umslagið hjá Tórshavnar Skúlasøgu. Hann gjørdist seinni lærari á Kirkju. Frá honum stava tær kendu Sørensen og Zachariassen ættirnar úr Fugloy. Abbi Ingibjørg var Símun Mikael Zachariassen, sum verður roknaður sum ein av okkara fremstu mentamonnum. Serliga við sínum yrkingum. Hann var lærari í 42 ár í Fugloy og Svínoy, og hann var eisini í fremstu røð í fráhaldsørsluni saman við Absalon Guttormson á Trøllanesi.
Pápi Ingibjørg var Símun Petur Zachariassen. Hann var føddur í 1887. Símun Petur fór ungur á háskúlan í Føgrulíð, og í 1905 fór hann á læraraskúla. Aftaná fór hann til Danmarkar at nema sær meira kunnleika, serliga í fremmandum máli. Í 1914 gjørdist hann lærari í Klaksvík og hetta starv hevði hann til 1953. Tá ið hann byrjaði sum lærari var hann sjálvur annar lærari í Klaksvík.
Símun Petur giftist í 1918 við Mariu f. Henriksen av Dalinum í Uppsølum úr Klaksvík.Tey fingu sjey børn: Ása, Torgerð, Ingibjørg, Malan, Rannvá, Álvur og Jórun.
Símun Petur var løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin fyrst árini 1928-1943 og síðan 1946-1956.
Men afturat hesum var hann ein av leiðandi monnunum í Norðoya Sparikassa, sum hann var við til at stovna í 1919. Her var hann í leiðsluni frá 1919-1976, ella í samfull 57 ár.
Fyrstu árini var eingin beinleiðis stjóri. Tummas Juel Petersen var bókhaldari, og Símun Petur var kassameistari. Umframt teir skiftust hinir tríggir stjórnarlimirnir at møta upp sparikassadagar, so tað altið vóru tríggir til staðar, tá ið avgreiðsla fór fram. Í 1938 fekk sparikassin stjóra, og hetta gjørdist Símun Petur (fram til 1976) saman við J.F. Kjølbro (fram til 1951).
Símun Petur var fyrsti blaðstjóri á Norðlýsinum. Umframt alt hetta var hann eisini kommunuskrivari og eisini formaður í kommunustýrinum 1930-1934.
Byrjaði 12 ára gomul í sparikassanum
Sparikassin kom at vera ein partur av lívinum hjá Ingibjørg frá byrjan av. Hon kom longu sum 12 ára gomul at hjálpa til í sparikassanum. Virksemið var tó ikki so umfatandi sum nú. Tá var eingin í fulltíðarstarvi, meðan tey í dag eru yvir 50! Opið var miku- og leygarkvøld kl. 5 til 7. Hetta var jú aftaná arbeiðstíð, og tí var hetta frægasta tíðin at hava opið.
Hetta hevur verið um 1934, og tá var sera avmarkað við tøkni. Men óhjálpin vóru tey kortini ikki. Ingibjørg hevði til uppgávu at rokna rentur út. Hetta var gjørt við eini tabell. Her kundi rentan síggjast fyri hvørjar 50 kr, sum stóðu inni. Hvørja ferð ein flyting var á kontoini, kundi síggjast á tabellini, hvussu stór rentan var fyri restina av hálvárinum. Renta var jú tilskrivað tvær ferðir árliga. Vóru fleiri flytingar í einum hálvári, vórðu upphæddirnar taldar saman í høvdinum. Verri enn so var tað ikki.
Starvið hjá Símun Petur sum løgtingsmaður gjørdi tað, at hann var nógv í Havn. Tá lá ikki fyri sum nú at ferðast aftur og fram. So tey leigaðu sær hús í Havn omanfyri Smæruna. Hesa tíðina gekk Ingibjørg í Realskúla í Havn. Pápin hevði vikar fyri seg í skúlanum í Klaksvík. Men nú mátti hann hvørja viku fara til Klaksvíkar at passa arbeiðið í Sparikassanum.
Í Havn høvdu tey geit. Hon varð mjólkað, og børnini fingu mjólkina at drekka. Men hana dámdi Ingibjørg einki serligt.
Skotið verður úr flogfari inn í sparikassan
Ingibjørg kom at arbeiða í Norðoya Sparikassa í 1939, tá ið hon fór úr skúlanum. Hon var fyrsta fulltíðar starvsfólk hjá sparikassanum. Hann hevði fingið egin hús í 1928 og var soleiðis býttur upp, at tað slapp bert eitt fólk inn í avgreiðsluna í senn. Vóru fleiri inni var serligt bíðirúm til teirra.
Í 1941 varð skotið inn i sparikassan av einum týskum flogfari. Ingibjørg var júst ikki farin til arbeiðis tá. Tey búðu í skúlanum beint við sparikassan, og Ingibjørg stóð við vindeygað og sá tilburðin. Flogfarið fleyg so mikið lágt, at hon sá flogskiparan. Tað var rættuliga fitt av skaða inni í sparikassanum. Annars hevði Ingibjørg fingið boð um, at var luftalarmur, tá hon var til arbeiðis, skuldi hon fara inn í boksina. Tó mátti hurðin ikki koyrast heilt aftur! Hetta gjørdist kortini ikki aktuelt.
Niður at royna seg
Í 1946 heldur Ingibjørg, at nú er tíð til at royna nakað nýtt. Hon fer niður til Danmarkar og fær skrivstovupláss hjá fyritøkuni Ingelsen & Schrøter á Strøgnum. Hon var sum so væl fyri til eitt slíkt arbeiði, tí hon hevði lært at stenografera í Klaksvík. Hetta merkir, at tað ber til at skriva eins skjótt, og tað verður tosað.
Her var Ingibjørg í eitt hálvt ár. Tá kemur bræv frá pápanum um at koma heim aftur at hjálpa sær við ársroknskapinum. Hon fer heim og verður heima hetta summarið.
Hon fer síðan niður aftur. Nú fer hon á húsarhaldsskúla, sum tað eisini var vanligt hjá ungum føroyskum gentum tá í tíðini. Ingibjørg fór á tann kenda húsarhaldsskúlan hjá Ingeborg Suhr, sum eisini er kend frá sínum kókibókum. Her var tiltikið at vera strangt.
Lise Nørgaard, kvinnan aftan fyri Matador greiddi í eini sjónvarpssending frá sínum royndum á skúlanum. Ein meginregla var, at tað skuldi ikki leypast um, har garðurin var lægstur. Hetta merkti, at einki skuldi gerast sum kundi lætta um arbeiðið! Men hinvegin lærdu tey at gera góðan mat.
Ingibjørg búði á sjálvum skúlanum. Her vóru strangar reglur fyri, nær hon skuldi vera inni, so tað kundi vera nokkso bundisligt. Tað var tó so heppið, at ein kvinna úr Fugloy atbeiddi á skúlanum. Hetta gav henni ymsar sømdir og gjørdi tað betri at vera.
Aftaná húsarhaldsskúlan fór Ingibjørg heima aftur at arbeiða í Norðoya Sparikassa.
Í 1948 giftist hon í Trinitatiskirkjuni í Keypmannahavn við Jóhannes Nicolajsen úr Havn, sum gekk á maskinmeistaraskúla niðri.
Tey búðu niðri til 1952 á Frederiksberg. Jóhannes sigldi úti, og Ingibjørg var heimagangandi við teimum fyrstu børnunum.
Tey flutti tá heim og búsettust í Havn. Hesa tíðina var Ingibjørg javnan í Klaksvík, har hon var avloysari í Norðoya Sparikassa.
Í Føroya Sparikassa: Hevur lært Marner upp
Men so fekk Ingibjørg arbeiði í Føroya Sparikassa í 1966. Tá vóru tey 18 í Føroya Sparikassa. Nú eru tey fleiri hundrað.
Hetta var í tíðini, tá ið Albin Bærentsen og Arnold Egholm vóru stjórar. Tá Albin legði frá sær gjørdist Arnold Egholm einsamallur stjóri. Tá blivu Knút Háberg og Johan K. Joensen varastjórar. Tá ið Arnold legði frá sær blivu teir báðir síðustillaðir stjórar. Tá ið Johan legði frá sær fyri aldur, gjørdist Knút stjóri og Óla Jákup Olsen varastjóri. Afturat honum gjørdist Eyðun av Rógvi varastjóra. Eyðun gjørdist stjóri eftir Knút. Eina stutta tíð var Emil Olsen stjóri saman við Johan Danielsen. Men Emil gjørdist sjúkur og doyði skjótt.
Av teimum, sum vóru í sparikassanum, tá ið Ingibjørg kom eru fýra eftir. Tey eru: Arnfinn Poulsen, Heri Nolsøe, Tummas M. Jacobsen og Dánjal Joensen.
Um tann núverandi stjóran Marner Jacobsen sigur Ingibjørg við stoltleika: “Hann havi eg lært upp!” Marner byrjaði sum blaðungur í sparikassanum sum næmingur. Uttan at vit fyri tað skulu reklama fyri Eik kann sigast, at hetta kann hon eisini saktans vera errin av! Allir næmingar komu fyrst í innlánið. Tí kann hon eisini sigast at hava lært upp fleiri onnur av teimum, sum nú eru í leiðandi starvi í Eik. Ingibjørg dugdi so sera væl at fáast við tey ungu og tey gjørdust eisini góð við hana.
Sparikassin hevði í 1956 fingið ein deild, og hon var í Vestmanna. Her var Ingibjørg eina tíð sum avloysari fyri Miu Olsen. Tá fekk hon sær koyrikort og keypti bil, so hon kundi koyra aftur og fram.
Hetta varð tó ikki gjørt hvønn dag. Hon búði hesa tíðina í Vestmanna hjá Elsu Mariu Johannesen, sum plagdi at taka ímóti gistandi.
Tøknin byrjar
Í Sparikassanum í Havn var Ingibjørg leiðari fyri innláninum. Tað var ikki tá sum nú ein sjálvfylgja, at ein kvinna fekk slíka ábyrgd. Nú er tað, at tøknin fer at gera seg galdandi, men slíkum avjóðingum hevur Ingibjørg ongantíð verið bangin fyri.
Heilt fram til endan av 60-unum verða sparikassabøkurnar og samsvarandi kontobløð førd við hond. Hvør flyting í bókini skuldi váttast av bókhaldaranum. Renturnar skuldu eisini útroknast manuelt, men nú við roknimaskinu. Tað var ikki smávegis av arbeiði tær tvær ferðirnar árliga, sum hetta skuldi gerast. Men tá er tað, at tey sokallaðu holkortini byrja, og hetta var ein rættilig kollvelting.
Hetta gekk fyri seg á tann hátt, at hvør broyting á eini konto varð holað inn á eitt serligt kort. Tá ið dagurin er liðugur, verða øll hesi holaðu kort við dagsins bókingum savnað saman og koyrd um náttina á Elektron, sum tá var í Føroya Banka. Tá ið komið varð til arbeiðis aftur liggja tey dagførdu kontokortini tøk, og nú skuldu tey setast á rætt pláss fyri tey gomlu, sum verða koyrd burtur. Samstundis vórðu sparikassabøkurnar førdar við maskinu.
Alt hetta kravdi stóra broyting í arbeiðsgongdini, men hetta gekk uttan stórvegis trupulleikar.
Síðan hevur jú alt gingið slag í slag við menning av tøkni og er óneyðugt at greiða meira frá tí. Men kollvelting hevur tað verið.
Sum øll vita, er Ingibjørg altíð sera fryntligt og blíð, og hetta hevur skapt álit. Tað vóru nógvir kundar, sum bert vildu avgreiðast av henni, og sum heldur vildu koma aftur, um hon ikki var tøk.
Í bíðirøð at gjalda lán
Tað var ein heilt annar “kulturur” í sparikassanum fyrr í tíðini. Tvær ferðir árliga skuldi terminin gjaldast. Hetta varð hjá fólki á bygd gjørt við at gera sær ferð til Havnar við pengunum í hondini, sum skuldu gjaldast. At kunna gjalda termim og minka um restskuldina føldist sum ein hátíðardagur hjá viðkomandi. Kanska eisini í sparikassanum, har nógv kend andlit vóru at síggja hesar dagar. Fólk stóðu utttanfyri dyrnar og bíðaði, til latið var upp um hesa tíðina!
Sparikassin var eitt gott arbeiðspláss. Tey skiftust um at hava frí leygardag. Fitt var gjørt burtur úr starvsfólkarøkt, sum kanska ikki var ein sjálvfylgja tá í tíðini.
Ingibjørg hevur verið við til at skipa fyri útferðum hjá starvsfólkinum í Sparikassanum. Ein minnilig útferð var til Fugloyar, sum kann sigast at vera heimabeitið hjá Ingibjørg. Tey fóru í land á Hattarvík og gingu so eftir gøtuni til Kirkju. Tað er ikki fyrr enn seinni, at tað er komin vegur. Á Kirkju fingu tey so døgurða heima hjá ættarfólki hjá Ingibjørg. Eisini vitjaði tey sjálvandi kirkjuni. Eisini hava tey verið í Tjørnuvík, har Føroya Sparikassi átti hús. Tá gjørdi Sunneva, kona Knút Háberg stjóra, døgurða. Væl smakkaði. Av øðrum plássum har tey hava verið útferð kann nevnast Sandur og tá var eisini farið til Skúvoyar.
Í 1986 fer Ingibjørg niður í hálva tíð, og hon leggur frá sær í 1989.
Virkið otium
Ingibjørg hevur dugað væl at fáa nógv burturúr tíðini, eftir at hon gavst at arbeiða. Tá fór hon rættuliga at ferðast, og hon hevur verið víða um sum fá í hennara aldri. Eitt ár var hon í Ísrael við einum donskum ferðalagi. Tað var ógloymiligt at síggja øll tey bíbilsku støðini, sum øll hava hoyrt um frá barnsbeini av.
Ingibjørg hevur eisini verið í Grønlandi, har dóttir hennara arbeiddi tá. Her er náttúran serliga stórbar.
Eitt framúr upplivilsi var ferðin til Bangla Desh saman við Santalmissiónini. Á eini slíkari ferð lærir ein rættuliga at virðismeta, hvussu gott vit hava tað í Føroyum. Tað vóru góðir møguleikar fyri hesum, tí ferðin vardi í ikki minni enn 6 vikur. Í ferðalagnum vóru millum onnur Anette Wang og Solveig hjá Jóan Jakku skómakarnum. Tey hugnaðu sær óført.
Ingibjørg hevur ikki púra slept sparikassanum. Inntil nú hevur hon verið við til ábyrgdarfundirnar, og her hevur tað verið stuttligt at sæð so nógvar gamlar kenningar. Hon hevur eisini samband við gamlar starvsfelagar. Ein av hesum er Emi Poulsen. Emi eigur sín part av heiðrinum fyri, at hendan greinin er blivin veruleiki.
Síðan hevur hon eisini fingist nógv við veving og ullaarbeiði. Ullin verður tikin úr lagdi. Skinnini verða rotað, og tey longu hárini verða nappað.
Síðan verður bundið og vevað. Tað mest arbeiðskrevjandi er at seta tráðin í vevin. Sjálv vevingin tekur minni tíð.
Ingibjørg hevur verið í bindiklubba í nógv ár, og so hevur hon eisini gingið til konsertir, ikki minst í Norðurlandahúsinum.
Ingibjørg eigur fýra børn, Árni, Per, Gunnvør og Johanna Maria, vanliga kallað Didd. Eisini eigur Ingibjørg sjey ommubørn og tvey langommubørn.
Vit takka fyri vitjnina. Tað var ein stuttleiki at fáa hetta prát við Ingibjørg, sum eigur sín part av søguni um tær kvinnur, sum nú rættuliga eru farnar at gera vart við seg í samfelagnum.