Marjun og Malvinus í Gong úr Klaksvík hava øll gingið á Tekniska skúla í Klaksvík (TSK). Elmar og Marjun hava tikið HT-prógv og eru farin at lesa víðari, bæði lesa læknavísindi á Panum í Keypmannahavn. Malvinus [...] sjálvstøðugt í bólkum, royna okkum prkatiskt og finna loysnir. Tað var mennandi, sigur hon. Í løtuni gongur 19 ára gamli Malvinus á TSK. Hann byrjaði á tøknibreytini á HT í 2019 og verður liðugur í summar. [...] spældi eisini inn, at skúlin lá her í Klaksvík, og eg hevði áhuga í náttúruvísindaligum fakum, sigur Malvinus um orsøkina til, at hann valdi TSK. – Eg havi trivist væl í skúlanum, og nú skal eg avgera, hvat
21. februar eru liðin tíggju ár, síðani nýggi skúlin á Skála varð tikin í nýtslu. Í tí sambandi bjóða lærararnir og skúlanevndin í felag bygdafólkinum til eina kvøldsetu í skúlanum at hátíðarhalda dagin [...] skránni, sketchir og annað tílíkt. Nýggja heimasíðu Í fjør fekk Skála skúli, sum ein av teimum fyrstu skúlunum í landinum sína egnu heimasíðu á internetinum. Síðuna gjørdu næmingarnir í 5. og 6. flokki saman [...] a. at tríva í eitt kvæði um Orm Bónda, sum Jørgin Thomsen, sum var løgtingsmaður, yrkti í sínari tíð. Tað eru ikki so nógv, sum kenna til kvæði, so teirra framførsla er eitt sindur serlig í so máta. Seinni
flokkinum í morgun. 'Hann staðfestir, at Javnaðarflokkurin vil hava eina fiskivinnunýskipan, sum gevur okkum eina dynamiska vinnu, soleiðis at okkara høvuðsvinna verður eitt veruligt lokomotiv í búskapinum [...] nóg góð. - Dysturin um toskin á Flemish Cap er ikki annað enn eitt tekin uppá eina sjúka skipan. Formaður Javnaðarfloksins staðfestir, at í dag hava allir føroyingar ikki javnbjóðis rætt at reka fiskivinnu [...] politiskt, hvør skal hava loyvi til at fiska, og hvør ikki skal hava loyvi. - Og verður tað soleiðis, sum onkur flokkur vil, at tað skal verða so trupult at siga fiskiloyvini upp, at tað í veruleikanum ikki
ungdómin um. Roynið hetta og hatta og ferðist og upplivið í nøkur ár! Húsini og børnini og útbúgvingin og starvið - tað fer ongan veg. Tit hava 50 ár til tað! Ungdómurin er stuttur. Men duga tit at virðismeta [...] vit so ella so hava arvað nærum øll okkara virði. Menniskja er ein sosial vera. Vit høvdu øll verið katolikkar vóru vit fødd í Italia, og muslimar vóru vit fødd í Pakistan. Men vit hava eisini øll nøkur [...] væl og minni væl. Og tí sigur prædikarin - eftir at hava ramsa alla elendigheitina upp: "Gleð teg, unglingi, í ungdómi tínum, og lat hjarta títt vera í góðum lagi á vári lívsins! Far, hagar sum hjarta títt
duga, so er í lagi. Tá høvdið ikki dugir longur, vænti eg, at hini nokk skulu siga frá, sigur fryntiligi maðurin yvir av mær. Maskinur hevur Jógvan tó átt í langa tíð. Ta fyrstu ognaði hann sær í 1959 ella [...] ella 1960. ? Hesa, sum vit koyra nú, havi eg tó bert átt í eini fýra ár, greiðir hann frá. Ikki kann annað sigast, enn at Jógvan er ein tøkningur burturav. Líka frá barnsbeini av hevur hann skrúvað møtrikkar [...] við jørðarbeiði, grevstur og spreingiarbeiði, sigur hann. Hann starvaðist í nøkur ár hjá Landsverkfrøðinginum, har hann millum annað stóð fyri arbeiðinum at gera byrgingina frá Norðdepli til Hvannasunds.
Harviken, sum hevur víst at vera ein góður fongur hjá Neistanum í ár (hon er skiftisnæmingur á Læraraskúlanum), misnýtti tvey brotskøst á rað í 1. og 10. minutti av seinna hálvleiki, men Neistin helt kortini [...] tí tær høvdu í roynd og veru uppiborið betri. Men eydnan var ikki við teimum leygardagin, og Neistin fór avstað við øllum. Neistakvinnur hava vunnið allar sínar dystir higartil og hava átta stig. Men [...] nógv, sum restar í hjá Neistanum. Leygardagin vóru tær hepnar at vinna, og fleiri av spælarunum spældu illa. Liðið er ungt og nýtt, og enn hava tær ikki havt mótgongd. Men tað skal annað til enn tað, tær
sum Spider-Man allar í vanda fyri at detta inn í óndskapin sjálvar, tí tær hava pínuna og tað demoniska í barmi eisini. Tær eru fullar í avmakt, hatri og desperatión og fáa alt vald í leiklutinum sum superhetjur [...] tí tær bera júst sorgina í barmi. Tær hava longu mist alt, og eru tí ikki bangnar fyri nøkrum. Missurin av pápabeiggjanum ger Spiderman óndan eina løtu. At temja sítt hatur Í hesum filminum er Spider-Man [...] lesandi og freelanse fotografur, ið øll hálva vegna taka eitt sindur synd í - men um náttina sveiggjar hann seg millum háhúsini í New York, heimsins mest framkomna býi. Men eisini ein av heimsins ráastu
viðføra, at teir báðir arvafíggindarnir ikki hava tey bestu kortini at vinna seg fram í steypafinaluna, og tí leggja kanska enn størri dent á møguleikan fyri gullinum í landskappingini. Mugu gera sær dælt Tveir [...] hetta einum av teimum dystunum, sum kunnu gerast sera avgerandi fyri, hvar meistaraheitið fer at enda í ár. Hjá Vestmenningum ræður fyrst og fremst um ikki at missa takið á oddinum, soleiðis sum tað annars [...] Tað í sjálvum sær gevur sjálvsagt einki meistaraheiti, men hinvegin man tað vera ein sera hugalig støða hjá Kyndli, um hetta skuldi borið á. Og so kann eisini leggjast afturat, at eftir dystirnar í miðvikuni
hátt, sum tað verður kannað um útlendingar eiga ov nógv í onkrum feløgum. Hetta, sum hevur verið almenn vitan í mong ár, sær ikki út til at hava nátt landsins myndugleikum. Ein avleiðing verður, at teir [...] Pól Jacobsen Nú er uppskotið um broyting í lógini um vinnuligan fiskiskap komi í tingið. Grundin til at hetta verður lagt fram nú, og at tað skal koma í gildi frá desember er nokk, at menn eru bangnir [...] onkur risa søla, sum sølan av Krúnborg ella størri skal fara fram. Hetta sær út til at hava fingið menn at vakna í landsstýri og løgtingi. Skip eru seld fyrr fyri nógvar pengar, sum til dømis tá Vesturvón
órættaða mannin. Teir hava verið óvinir eina tíð og eitt kvøld í januar í ár avtalaðu teir at møtast til eina uppgerð. Óvist er, júst hvat uppgerðin skuldi enda við, men eitt vitni greiddi í rættinum frá, at [...] dómarin dømdi mannin í fongsul í tríggjar mánaðir, umframt at hann skal rinda endurgjald til órættaðu og rinda sakarmálskostnaðin. Les meiri um málið í Sosialinum, ið varð borin í postkassan í dag. [...] at órættaði skal hava knív við sær til uppgerðina. Hetta ætlar hann ikki at lata sær lynda og velur at taka sakina í egnar hendur. Tá bilurin við órættaða manninum og kvinnuni koma í túnið, loypir dømdi