Mánadagin 21. februar eru liðin tíggju ár, síðani nýggi skúlin á Skála varð tikin í nýtslu.
Í tí sambandi bjóða lærararnir og skúlanevndin í felag bygdafólkinum til eina kvøldsetu í skúlanum at hátíðarhalda dagin saman við teimum.
Dagurin 21. februar er á ein hátt vorðin skúladagur á Skála, tí gamli skúlin, sum varð burturbeindur, tá hesin varð tikin í nýtslu, var eisini vígdur 21. februar - í 1960.
Sangur og leikir
Kvøldsetan er sett saman við eini rúgvu av ymsum tiltøkum.
Kvøldið byrjar við, at Pauli Joensen, fyrrverandi fyrstilærari fer at siga nøkur orð.
? Pauli gjørdi eitt stórt arbeiði fyri at fáa nýggja skúlan, sigur Súni Kristiansen.
Annars vera allir næmingarnir aktivir á ein ella annan hátt, antin við sangi ella við leiki, sigur Súni Kristiansen.
? Fjórði flokkur ger kortini eitt sindur meira burturúr, tí tey skulu framføra ein leik um ein tann kendasta skálamannin gjøgnum tíðirnar, nevniliga Orm Bónda.
? Tey fara m. a. at tríva í eitt kvæði um Orm Bónda, sum Jørgin Thomsen, sum var løgtingsmaður, yrkti í sínari tíð. Tað eru ikki so nógv, sum kenna til kvæði, so teirra framførsla er eitt sindur serlig í so máta.
Seinni verður eisini lokalt skemt á skránni, sketchir og annað tílíkt.
Nýggja heimasíðu
Í fjør fekk Skála skúli, sum ein av teimum fyrstu skúlunum í landinum sína egnu heimasíðu á internetinum.
Síðuna gjørdu næmingarnir í 5. og 6. flokki saman við nøkrum lærarum, og síðani hevur Súni sjálvur staðið fyri viðlíkahaldinum av síðuni.
Av tí at síðan var gjørd í einum serligum forritið var viðlíkahaldið rættiliga trupult og tí hevur Súni gjørt síðuna av nýggjum í einum øðrum forriti, sum er nógv lættari at arbeiða við.
Henda nýggja síðan verður tikin í nýtslu mánadagin og Súni fer sjálvur at vísa kvøldsetugestunum hvussu hon er uppbygd.
Netkafé
Kvøldsetan í skúlanum á Skála byrjar klokkan 19.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin. Bæði næmingar, foreldur, gamlir næmingar og bygdafólkið annars, sigur Súni.
Hóast kvøldsetan byrjar klokkan 19, so verður skúlin kortini latin upp tveir tímar fyrr.
? Vit lata skúlan upp klokkan 17.00. So kunnu fólk koma at hyggja at skúlanum í frið og náðum áðrenn kvøldsetan byrjar sigur Súni.
Og hava tey so eisini hug at royna seg á internetinum, so er eisini møguleiki til tess.
? Skúlin er rættiliga væl fyri við teldum, og tað ætla vit at bygdafólkið skal havav fyrimun av mánakvøldið. So kunnu tey royna seg á netinum hava tey hug til tess, sigur Súni, sum vónar at nógv fólk koma í skúlan at hátíðarhalda dagin saman við teimum.










