Fiskirættindi bjóðast út á fríum marknaði

Fiskirættindini skulu bjóðast út á einum fríum marknaði.

Tað er boðskapurin hjá Aksel V. Johannesen, formanni Javnaðarfloksins, á landsfundinum hjá flokkinum í morgun.

'Hann staðfestir, at Javnaðarflokkurin vil hava eina fiskivinnunýskipan, sum gevur okkum eina dynamiska vinnu, soleiðis at okkara høvuðsvinna verður eitt veruligt lokomotiv í búskapinum.

Hann sigur, at hesar seinastu vikurnar er tað vorðið eyðsæð fyri ein og hvønn, at okkara fiskivinnulóggáva er ikki nóg góð.

- Dysturin um toskin á Flemish Cap er ikki annað enn eitt tekin uppá eina sjúka skipan.

Formaður Javnaðarfloksins staðfestir, at í dag hava allir føroyingar ikki javnbjóðis rætt at reka fiskivinnu og ikki javnbjóðis atgongd til okkara fiskiríkidømi.

Tvørtur ímóti verður tað avgjørt politiskt, hvør skal hava loyvi til at fiska, og hvør ikki skal hava loyvi.

- Og verður tað soleiðis, sum onkur flokkur vil, at tað skal verða so trupult at siga fiskiloyvini upp, at tað í veruleikanum ikki er ber til at taka fiskiloyvini aftur, eru tað ikki bara vit, sum eru stødd her í dag, sum ikki hava javnbjóðis rætt at reka fiskivinnu.

- Tann avgerðin kemur eisini at fevna um okkara børn, sigur Aksel V. Johannesen.

- Tey børn, sum vóru so mikið heppin, at pápin stóð frammarlaga í køini, tá ið fiskiloyvini vórðu útlutað, fáa atgongumerkið til okkara fiskiríkidømi í arv, men onnur børn fáa ikki javnbjóðis møguleika at reka fiskivinnu.

Tí vil Javnaðarflokkurin, at vit eiga so líðandi fara undir at bjóða fiskirættindi út á einum fríum marknaði, har allir føroyingar hava javnbjóðis rætt og javnbjóðis atgongd til okkara fiskiríkidømi.

- Tað eigur at vera ta góða hugskotið sum vinnur, ikki bara sterkasta lobby arbeiðið.

Aksel V. Johannesen staðfestir, at náttúrutilfeingið er ogn Føroya fólks og inntøkurnar frá náttúrutilfeinginum skulu koma øllum føroyingum til góða.

- Javnaðarflokkurin vil at inntøkurnar frá okkara tilfeingisrættindum skulu tryggja okkum góðar vælferðarskipanir í framtíðini.

Kortini ger floksformaðurin greitt, at útróðrarflotin skal ikki rinda tilfeingisgjald og fiskiloyvi til útróðrarloyvir skulu heldur kunna handlast ótarnað.

- Útróður er ein partur av okkara mentan og í fleiri bygdum í Føroyum er útróður einasti vinnumøguleiki. Tí skal tað framvegis bera til at rógva út um alt landið.

Hinvegin hevur tað eisini týdning fyri Javnaðarflokkin, at tað ikki er fiskimaðurin, sum rindar fyri keypt fiskirættindi.

- Fiskimaðurin er ikki tann, sum fær vinningin, tá ið fiskiloyvi verða seld ímillum privat, og tí skal fiskimaðurin undir ongum umstøðum rinda fyri keyp av fiskirættindum, sigur Aksel V. Johannesen.

Hann vil heldur ikki góðtaka sosiala dumping, har føroysk manning verður koyrd í land og bílig, útlendsk manning fer umborð ístaðin.

Hann sigur, at tað hendur í Føroyum í dag, men avleiðingin er, at arbeiðandi fjøldin missur øll rættindi, sum fakfelagsrørslan hevur stríðst fyri í meira enn 100 ár.

Standa vit ikki standa saman við fiskimonnunum og rópa varskó, tá ið traðkað verður á vunnin rættindi hjá fiskimonnunum, hvør væntar tú fer at rópa varskó fyri teg, um tín arbeiðsgevari og skiftir teg út við undirløntan, spyr formaður Javnaðarfloksins.

Hann staðfestir, at hetta snýr seg um samhaldsfesti.

- Tí er tað altavgerandi fyri Javnaðarflokkin, at fáa staðfest í nýggju fiskivinnulóggávuni, at fyri at fáa fiskiloyvi, skulu reiðarar hava sáttmála við manningarfeløgini, sigur hann.