Sigið nú sum er!

Pól Jacobsen

Nú er uppskotið um broyting í lógini um vinnuligan fiskiskap komi í tingið.
Grundin til at hetta verður lagt fram nú, og at tað skal koma í gildi frá desember er nokk, at menn eru bangnir fyri at onkur risa søla, sum sølan av Krúnborg ella størri skal fara fram. Hetta sær út til at hava fingið menn at vakna í landsstýri og løgtingi.
Skip eru seld fyrr fyri nógvar pengar, sum til dømis tá Vesturvón bleiv seld, hetta fekk ein av okkara fremstu monnum, stjóran á fiskirannsóknarstovuni at ávísa skeivleikar í hesum, men hetta bleiv bara tagt niður.
Hvat verða so avleiðingarnar, um hetta uppskotið verður góðtikið.
Kanningararbeiðið um ognarviðurskiftini eru í ordan skulu gerast á sama hátt, sum tað verður kannað um útlendingar eiga ov nógv í onkrum feløgum. Hetta, sum hevur verið almenn vitan í mong ár, sær ikki út til at hava nátt landsins myndugleikum.
Ein avleiðing verður, at teir sum førka seg uttan fyri ella á kantinum á lógini ikki fáa nakran trupulleika av fara upp um hesi 20%, teir kunnu jú bara stovna eitt smápartafelag ella tvey, navnið á partabrævinum hevur nokk ikki so stóran týdning.
Hetta kemur nokk at trýsta onnur út í tað sama.
Eitt annað sum er frammi nú er Kyoto sáttmálin. Um Føroyar skulu lúka hendan sáttmála, má fiskiflotin vælsaktans eisini til at minka um útlát. Hetta verður neyvan gjørt við at minka um eindirnar. Her mugu effektiv umhvørvisvinarlig skip til. Also tann gongda leiðin til at minka um útlát má heldur verða at vaksa um eindirnar, so at fiskiskapurin kann verða effektiviseraður. Also meira fisk pr. einheit útlát.
Hetta uppnáa vit ikki við at byrja at innflyta umbygdar norskar hvalastingarar frá 50’unum til at fiska til dømis svartkjaft, sum vit hava gjørt fyrr.
Nei tit góðu fólk sum eru vald á Føroya Løgting, um tað pínir so, at skip verða seld fyri so nógvar pengar, hetta drenar jú eisini vinnuna, gerið so okkurt, sum er betri enn hattar. Tað má vist bera til at lóggeva á ein slíkan hátt, at partafelagstøming við holdingfeløgum og tílíkum ikki ber til. Og tá tað kemur til risasølurnar, tann kapitalurin er so ikki føroyskur, takið tykkum so saman og verði sum menn, og ikki sum stórir smádreingir, sum krógva seg aftan fyri ein stein og siga, eg sá onki. Antin mugu tit siga, at hetta er veruleikin sum er nú, og hann mugu vit fyrihalda okkum til, ella her er ikki rætt farið fram, og tað mugu vit gera okkurt við. Tað er direkta pínligt at síggja tykkum standa har og siga, eg veit einki, eg haldi alt er í ordan.