vóru eisini allar góðar grundir til at teir høvdu ein møguleika at vinna dystin. Men so varð ikki. Sigur til ÍF og tap til Fram var úrslitið, og tað var enntá so greitt sum tað kundi. 3-0 og settsigrarnir [...] annað sett 15-8 og so varð farið til triðja og seinasta settið í hesum dystinum. Tað var um reppið, at Framleikararnir vóru sendir til Havnar aftur við einum »eggi«, men tað eydnaðist teimum kortini at fáa [...] annað væntandi enn ein greiður 3-0 sigur til ÍF. Sørvingar vóru í Fuglafirði og leiktu móti næstbesta liðnum leygardagin og tað teir vístu har var ikki gott. Meir um tað aðrastaðni. Sum nevnt fleiri ferðir
tvørbana, júst av nevndu orsøkum. Tað sá heldur ikki út til at nerva Fleyrleikararnar í byrjanini av dystinum. Tað gekk javnt á, tað var bara tað, at Fleyrleikararnir vóru tað meira uppsettir. Tískil vóru teir [...] langbana, og tað merkir at tað er ov mikið av plássi út til síðurnar, og at kenslan av rúmd í høllini verður heilt øðrvísi enn vanligt. Ikki tí, tað munnu vera fáir flogbóltsleikarar, sum ikki halda tað vera munin [...] fjórða sett endaði við at Fleyr vann 15-9. Kláraðu tað ? næstan Tað sá ikki so gott út hjá Mjølni í byrjanini av fimta setti og tað var eisini her at grundin til endaliga Fleyrsigurin var løgd. Fleyr streyk
as a group - return as a Team" ella sum tað eitur á føroyskum: Far sum ein bólkur - kom aftur sum eitt lið. Hetta er tað faldarin leggur upp til. Við øðrum orðum, at fara burtur í onnur lond at halda ráðstevnu [...] tøl eru til taks, so vindur tað avgjørt uppá seg at halda ráðstevnur í Føroyum og júst hesin liðurin í ferðafólkavinnuni er sera áhugaverdur, tí hann leingir um ferðafólkatíðina. Serliga eru tað danir, [...] sigur Marni Hjallnafoss. Tvær flugur við eitt... Tað eru ikki bert ferðaskrivstovurnar, sum fáa gagn av at selja ráðstevnupakkar til útlendingar. Tað dryppar yvir alla ferðafólkavinnuna, gistingarhúsini
drongurin framvegis aldur til at spæla í dreingjadeildini, og tað er fyrst og fremst her, at hann skal brúka sínar kreftir. Tó er ikki óhugsandi, at Jón Rói eisini fer at verða við til at mynda unglingaliðið [...] er rættuliga óhugsandi, hóast hann fer at hava aldur til at spæla í vaksnamannadeildunum komandi kappingarár. Annars hevur Jón Rói luktað nakað til tað at venja saman við leikarunum á føroyameistarunum í [...] halda fram í 10. Flokki er tó eisini til staðar. Vinirnir halda tað er cool Tað er lætt at ímynda sær, at javnaldrarir hjá Jón Ròa øvunda honum, at hann er vorðin sáttmálaleikari, men so er ikki. Hann sigur
kann, at til undanfarnar nýggjárskonsertir hava eini 1200-1500 fólk verið, so talan verður helst um eitt fíggjarligt bakkast fyri fyrireikararnar. Av hesi orsøk hevði tað helst verið eitt gott hugskot hjá [...] diskotek Tað verða ikki bert tónleikabólkar, sum fara at standa fyri undirhaldinum á árligu nýggjárskonsertini. Eisini verður diskotek, har nakrir av okkara bestu plátuvendarum fara at skipa fyri. Tað, sum [...] næsti ger seg til reiðar. Soleiðis verður ikki á nýggjárskonsertini í ár, siga fyrireikararnir, tí at so skjótt, sum ein bólkur er liðugur at spæla, fara plátuvendararnir at spæla tónleik, so tað brakar eftir
fullveldisætlaninar, tí viljin til tjóðveldi við føroyskum forseta ikki er til staðar í nóg stóran mun í løgtinginum. Men minni enn tað kann eisini seta sinnini í kók, og tað er ikki sørt av illveðri, hesin [...] kanska eitt sindur tvørur? ? Tað eri eg nokk. Men tað veldst alt um í hvørjum høpi eg eri. Tá tað snýr seg um gerandisting haldi eg næstan, at eg eri ov veikur. Í politikki er tað kortini øðrvísi. Føli, at [...] flokspolitiskt. Eg vil heldur kalla tað a-politiskt. Tað var mest ball og ballada. Politikkur var fyri tað mesta undirhald, og Kalda Kríggið var størsta keldan til ósemjur á politiska pallinum í Føroyum
hjálpa so til, har tað krevst. Ábøtur í heiminum eru ofta neyðugar, og kann hjálp fáast til hetta eftir umsókn. Somuleiðis er eisini ofta brúk fyri hjálpartólum, sum Hjálpartólamiðstøðin kann skaffa til vega [...] heimi og passast av teimum avvarðandi til doyggjandi dag. Soleiðis var tað í gomlum døgum, og soleiðis átti tað framhaldandi at vera. Men í dag er hugburðurin til eldrarøkt broyttur munandi. Myndugleikar [...] komin upp á hædd við tað, sum nútíðin krevur. Øll, sum hava við hesi eldru veiku at gera, eru pøst og overvaði, tí ov knøpp tíð er avsett til hvønn einstakan, um alt skal náast. Tað er lætt at ávísa, at
takast til tað. Um vit framvegis skulu sigla sum manning umborð á einum leigaðum skipi, pjøssa uppá tað við máling og einum nýggjum navni kanska, so eiga vit at siga tað við reiðaríið. Tá verður tað framvegis [...] Tað er eisini lætt at afturvísa øllum úttalilsum frá serfrøðingum, tá úrslitið ikki hóvar tær sjálvum. Men tá onkur sigur okkurt, sum tú kanst brúka politiskt, so kanst tú gera tað til sjálvan sannleikan [...] valdið, so høvdu øll fingið alt gott. Vit fingu tíverri ikki gjørt tað, tá vit sótu við valdið, men tá var alt jú heilt øðrvísi.? Eg vóni, at hetta kann broytast komandi árið. Tað arbeiðið, sum landsstýrið hevur
ni, tá sum 2. deildarlið. Tað er torført at taka nakran framum á StÍF-liðnum, men kortini er tað ikki synd fyri hinar at nevna tveir: Sveinbjørn Poulsen, sum vísti stak gott strikuspæl, og málverjan Johan [...] Kyndil var oddaliðið, men tað var StÍF, sum átti lógvabrestirnir í høllini á Hálsi mikukvøldið. Allir spældu upp til sítt besta, eingin sveik, og tí vann strandaliðið uppiborið 27-23 á Kyndli, sum varð [...] raknaðu ikki við aftur, fyrr enn støðan var 22-16 til StÍF. Munurin minkaði eitt sindur aftur, og Kyndil royndi seg við at mansverja Artur Johansen, men tað gjørdi ikki tann stóra munin, og Kyndil hótti ongantíð
súkklar tú vanliga á sýrumarkinum, so tú akkurat ikki fær sýru. Og tað ber væl til at venja tað. Men tað eru ikki øll sum tola somu pínu. ? Tað, tú her sigur, merkir í veruleikanum, at súkklari á tí støðinum [...] bæði tí at hon noyðist at vera tað og so eitt sindur av móta eisini, tí hinir hava tað. Men taka vit t.d. gearskiftið, so skal tað rigga. Tað skal rigga hvørja ferð. Tað má ikki vera so, at í einum spurti [...] brekkur ber til at fara niðan á Oyggj og víðari niðan til kuplarnar. Ein annar møguleiki er at taka súkkluna við í bilin og koyra norður til Eiðis. Súkkla nakrar ferðir niðan á Eiðisskarð. Tað er gott at kunna