Tað er eisini lætt at afturvísa øllum úttalilsum frá serfrøðingum, tá úrslitið ikki hóvar tær sjálvum. Men tá onkur sigur okkurt, sum tú kanst brúka politiskt, so kanst tú gera tað til sjálvan sannleikan.
Vit hava sæð hetta ferð eftir ferð í sambandi við kjakið um ríkisrættarligu støðuna. Veljarakanningar verða lagdar undir at manipulera. Búskaparfrøðingar og statsrættarfrøðingar, sum ikki mála ræðumyndir upp, verða skúgvaðir av borðinum og tagdir burtur. Koma hinvegin serfrøðingar ella danskir politikarar á pallin, sum tala ímóti sjálvstýri, verða orð teirra brúkt sum fastslignir sannleikar - ofta uttan ein tann einasta kritiskan spurning.
Skógvaskjóting
Eg vóni ikki, at hetta fer at halda fram. At vit aftur fara at brúka alla orku at skjóta hvørjum øðrum í skógvarnar, hvør hevði skyldina fyri hetta og hattar í 70?unum og 80?unum. At vit aftur fara at tosa um, hvat ilt hini vilja gera móti pensiónistum, sjúkum, brekaðum og lesandi. At vit siga: ?Um bert vit høvdu sitið við valdið, so høvdu øll fingið alt gott. Vit fingu tíverri ikki gjørt tað, tá vit sótu við valdið, men tá var alt jú heilt øðrvísi.?
Eg vóni, at hetta kann broytast komandi árið. Tað arbeiðið, sum landsstýrið hevur sett í verk, fer at leggja eitt greitt grundarlag fram um langtíðarætlanir, sum allir flokkar vónandi kunnu brúka sum felags støði undir orðaskiftinum og ósemjunum.
Villeiðingar valdast
Eg skal ikki gera viðmerkingar til skrivið frá Marius Dam til fjølmiðlarnar, men heldur lata fólk sjálvi meta um rættleikan og sannleiksvirðið í tí, sum verður ført fram. Marius setir navn undir greinarnar og tað er so meira enn tey, sum rópa seg sonevnda ?Starvsnevnd sambandsfloksins? gera.
Nógv hevði verið vunnið, um atfinningarnar vórðu bygdar á tað sum landsstýrið veruliga ætlar og ger í sjálvstýrismálum. Og ikki á tað, sum landsstýrið ferð eftir ferð verður lagt undir at vilja og gera.
Tildømis eru nakrir beinleiðis fyrispurningar settir til mín í Sosialinum frá Roberti Robertson. Eg vil fegin royna at svara Roberti, men spurningarnir byggja á eina grundleggjandi misskiljing um ætlanir landsstýrisins. Nevniliga, at landsstýrið vil kubba, kvetta og skerja. At landsstýrið ikki fyrireikar seg ella følir seg fram. Og at nú skulu ávísir ?tilstandir innførast í Føroyum?. Helst er hendan misskiljingin íkomin, tí at hesir ógrundaðu pástandir verða førdir fram aftur og aftur. Men tað ger teir ikki meira sannar fyri tað.
Eg skal tí endurtaka í stuttum, hvat í veruleikanum fer fram við sjálvstýrisarbeiðinum í landsstýrinum og á tingi, so tann støðuga villleiðingin kanska kann fáa ein enda.
Málsetningar
Landsstýrissamgongan hevur sett sær sum mál, at Føroyar skulu skipast sum eitt land við fullveldi eftir eini neyvari fólkaræðisligari ætlan. Tað merkir heilt einfalt, at vit ynskja at fáa staðfest, at evsta valdið yvir Føroyum liggur hjá føroyskum myndugleikum og at Føroyar frítt kunnu taka lut í altjóða samstarvi við onnur lond á jøvnum føti. Hetta skal henda í neyvum samstarvi og samráðingum við donsku stjórnina, har vit ynskja eina tillagingartíð til búskaparligt og umsitingarligt sjálvbjargni. Endamálið er at skapa einar búskaparliga sjálvbjargnar Føroyar, har vit sjálvi taka alla ábyrgdina av vælferðini og framtíð okkara.
Fólkaræðið
Landsstýrið kundi sjálvsagt farið beint til Danmarkar at samráðast um eina slíka skipan. Men samgongan er púra samd um, at onki skal setast í verk, uttan at Føroya Løgting og Føroya fólk góðtaka framtíðarskipanina. Og ongin endalig avgerð verður tikin, fyrrenn allar avleiðingar, øll krøv og allir møguleikar eru neyvt kannaðir og lagdir á borðið.
Hetta verður ikki gjørt bara fyri at hava tað formliga í lagi. Endamálið er, at allir føroyingar skulu taka støðu og vera tilreiðar at fara undir hesa avbjóðing at byggja land og skapa eina sjálvstøðuga tjóð.
Tí hevur landsstýrið lagt málini um ríkisrættarligu støðuna fyri tingið og hevur støðugt kunnað allar flokkar um, hvørjar fyrireikingar eru settar í verk.
Nevndir eru settar at greina allar búskaparligar, løgfrøðisligar og umsitingarligar avleiðingar, krøv og møguleikar í einum sjálvstøðugum Føroyum. Men nevndirnar skulu eisini lýsa dømi um aðrar skipanir millum heimastýrislógina og fullveldi.
Uppskotið um at seta eina grundlógarnevnd er partur av fyrireikingunum. Skulu vit tosa um einar sjálvstøðugar Føroyar, mugu vit eisini viðgera, hvussu okkara stýrisskipan, rættarskipan og tey grundleggjandi virðini skulu vera. Og hetta arbeiðið er eftir mínum tykki alneyðugt, uttan mun til um flokkarnir ynskja fullveldi, eina sonevnda sjálvstýrislóg ella eina nýggja heimastýrislóg.
Nei til upplýsing
Tað var sostatt ikki eitt uppskot um grundlóg, sum herverk varð framt ímóti í tinginum. Men hinvegin eitt uppskot um eina nevnd, ið skal fyrireika og gera uppskot um eina grundlóg og eina rættarskipan fyri Føroyar. Tá uppskotið er klárt, kann tað bert setast í verk um tingið og fólkið góðkennir tað - eins og ein nýggjur sáttmáli millum Føroyar og Danmark.
Tað sum tveir andstøðuflokkar á tingi eru ímóti, er sostatt ikki bara málsetningurin um fullveldi. Teir hava samstundis atkvøtt ímóti at fáa allar upplýsingar á borðið um, hvat krevst av okkum fyri at gerast ein sjálvstøðug tjóð og at lata tingið og fólkið taka endaligu avgerðina. Tann triði andstøðuflokkurin hevur atkvøtt fyri at fáa alt á borðið, men hevur hinvegin sagt seg taka endaliga støðu, tá verkætlanin er nágreinað.
At byggja eitt skip
Eg havi fyrr nýtt eina mynd, har sjálvstýrisætlanin hjá samgonguni kann samanberast við at byggja eitt skip. Vit hava sett okkum málið um at byggja eitt skip, ið skal bera seg sjálvt. Eitt skip, sum vit sjálvi fíggja og eiga. Har vit sjálvi skulu standa á brúnni, manna maskinrúmið, dekkið og kabyssina og har vit frítt kunnu sigla um allan heim. Ætlanin er í fýra stigum:
1. Vit hava sett eina skitsuverkætlan upp, sum tingið hevur tikið undir við.
2. Nú er farið undir at detailprosjektera skipið og at gera eina neyva ætlan fyri, hvussu skipið kann fíggjast og bera seg sjálvt, hvørjar inntøkumøguleikar skipið kann rokna við og hvørji mið vit kunnu og eiga at troyta. Samstundis hava vit skotið upp at viðgera, hvussu skipið skal innrættast, hvørjar reglur skulu galda umborð og hvørji grundleggjandi rættindi skulu tryggjast manningini (grundlógarnevndin).
3. Tá verkætlanin, fíggjar- og rakstrarætlanin eru klárar, verður tilfarið lagt fyri tingið. Síðani skal samráðast við donsku stjórnina um, hvussu skipið kann gerast sjóklárt. Síðani verður komið aftur til tingið við einum sáttmála.
4. Góðkennir tingið sáttmálan, skal hann leggjast til alla manningina at góðtaka. Tástaðni verður endaliga støða tikin til, um skipið skal byggjast, fara av bakkastokki og í vinnu. Verður tað góðkent, skal so bæði tingið og øll manningin eisini gera av, hvørjar reglur skulu galda umborð við eini grundlóg.
Hvat ynskja vit?
Hetta meta vit vera ein sera væl fyrireikaðan og fólkaræðisliga tryggan framferðarhátt. Til tess at fáa neyvar upplýsingar á borðið er neyðugt, at vit hava sett okkum málið um, hvat skip vit ynskja at byggja, og hvat vit skulu samráðast við danir um.
Um flokkar ynskja at byggja nakað annað - tildømis eitt hálvt skip, ein bjargingarbát, eina brúgv uttan skrokk ella kanska keypa eitt brúkt skip - so mugu teir siga tað og gera rakstrarætlanir eftir tí.
Um flokkar ynskja, at vit framvegis skulu sigla undir einum øðrum reiðaríi, sum ger reglugerðina og letur triðingin av rakstrinum í studningi, so má greið støða takast til tað. Um vit framvegis skulu sigla sum manning umborð á einum leigaðum skipi, pjøssa uppá tað við máling og einum nýggjum navni kanska, so eiga vit at siga tað við reiðaríið. Tá verður tað framvegis teirra avgerð, hvussu nógvan studning skipið fær frameftir og hvar tað kann søkja sær havn at keypa útgerð og proviant. Tá eigur gamla reiðaríið skipið, hevur ábyrgdina og kann geva tí sleip, um tað rennir á land. At rokningin fyri sleip og umvæling so kann verða send til manningina - og serliga til dekkarar, messudreingir og kamarsgentur - mugu vit sjálvandi liva við, um vit velja ta loysnina.
Ørkymlan gagnar ongum
Fólk eiga sjálvsagt at koma við atfinningum og krøvum til ætlaninar. Og tá endaliga verkætlanin liggur á borðinum um eitt hálvt ár, ber til hjá øllum at gera av, um hald er í ætlanini ella í ræðumyndunum. Men at tosa um kvett, kut, manipulasjón og vantandi fyrireikingar, kann bert tæna til at ørkymla fólk og skapa ótryggleika.
Høgni Hoydal