eru gjørdar, skuldi fjallið, sum er eftir, verið sama slag sum tað, vit hava borað í tað seinastu tíðina, tvs, at tað skuldi verið rættiliga gott at arbeitt í, tað, sum eftir er. Klæmint Weihe sigur, at teir [...] fyri, at tað tað verður liðugt at bora tunnilin longu í ár. ?Klára vit hereftir at bora 55 metrar í miðal um vikuna, koma vit ígjøgnum longu í ár, sigur hann. Og tað skuldi hampiliga góð útlit verið fyri. [...] teir hava borað mest-og tað er nógv. ? Fjallið streymoyarmegin er blivið heilt gott at bora í, so nú er rættilig ferð á arbeiðnum. Hann sigur, at sostatt hava teir longu fingið tað innaftur, sum teir mistu
einsamalla flættu, sum var eftir á høvdinum. ? Tað gekk væl hjá okkum at spæla, og tað var tað rætta orkestrið sum vann. Men sjálvandi eru vit vónbrotnir, tað hevði verið løgið um vit ikki vóru. Vit satsaðu sjálvandi [...] betri. Tað styrkti eisini nógv um tað sosiala í bólkinum, tí vit høvdu tað ógvuliga hugnaligt saman, heldur Niels Uni. Sjálvt um bólkurin ikki fekk nakað av teimum almennu virðislønunum, so hevur tað eydnast [...] Spurdur um hetta gjørdist endin á MC Hár sigur Niels Uni: ? Nei, als ikki. Tað skuldi tað helst ikki verið. Vit hava verið við í Prixnum fyrr uttan at vinna, men tá fingu vit tó eitt betri pláss, umframt
kortini. ? Hjá okkum hevði tað verið sera kærkomið, um tað hevði eydnast at fingið mál tíðliga í dystinum. Teir fara heilt víst at dúva upp á kontra spælið. Vit mugu hava tol, men tað er klárt, at klokkan verður [...] tveir dystir á skránni, sum skuldu vinnast. Tað eydnaðist ímóti EB/Streymi, sjálvt um tað gingu fimm korter, áðrenn KÍ legði seg framum. Nú fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast ímóti Skála og hvussu venjarin [...] vunnið, og hóast teir hava hagtølini við sær, tá tað ræður um KÍ, so eru fyritreytirnar einki serligar hesa ferð. Kári Nielsen og Pauli Hansen hava báðir verið mitt á miðvøllinum, men hvørgin teirra er tøkur
Hóast prísurin á hýsu hevur verið munandi betri seinastu dagarnar, enn hann annars hevur verið í seinastuni, merkir tað kortini ikki, at boykottið í Bretlandi er hasað av. Herfyri var nógv frammi um, at [...] Bretlandi. Seinastu dagarnar hava prísirnir fyri hýsu á Fiskamarknaði Føroya tó verið væl betri, enn teir annars hava verið leingi. Hetta hevur fingið fólk at spyrja seg sjálvi, um orsøkin er, at bretsku [...] virkingar í Føroyum. Hann sigur, at orsøkin til, at hýsuprísirnir hava verið betri á marknaðinum seinastu dagarnar, er, at hetta hevur verið rættiliga feskur fiskur, sum útróðrarbátar og línubátar hava landað
Hetta málið varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu. Tørvur Tað hevur leingi verið tørvur á grundøkjum í Kollafirði, tí eftirspurningurin hevur verið so stórur. Nú hevur kommunan so gjørt ein býarplan fyri [...] mongu, sum ynsktu og ynskja at seta búgva her. Men í Kollafirði hevur støðan eisini verið hon, at trupult hevur verið at útvega nóg nógv grundøki til eftirspurningin. Hetta hevur Tórshavnar kommuna nú sett [...] eisini at útvega sær øki til framtíðar menning av bygdini. Neyðugt hevur verið at broytt byggisamtyktina fyri bygdina, har tað í fyrstu syftu snýr seg um grundøki og í øðrum lagi eisini til miðstaðarbygging
eisini standa við. Alt hetta kundi sjálvsagt verið eindømi um kvinnu, ið bar ótta uttan orsøk; men tá tað ferð eftir ferð hoyrast frásagnir um somu viðferð, ber tað brá av, at onkustaðni í systeminum verður [...] ferðir upp í saman. Tað er IKKI okay, at kvinnur skulu noyðast at standa fram í miðlunum fyri at verða hoyrdar, tá heilsan er uppá spæl. Tað er IKKI okay, at landsstýrismaðurin forsmáar tað at 200 kvinnur standa [...] standa á bíðilista til mammografi. Tað er IKKI okay, at vit í einum vælferðarsamfelagi skulu seta heilsuna hjá hvørki kvinnum ella monnum uppá spæl. Tað rættasta hevði verið, um fakfólk innan heilsuøkið fingu
fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sigur, at tað sigur eitt sindur um lønsemið í rækjuvinnuni, at vit nú bara hava eitt rækjuskip aftur. Tað er ikki av ongum, at tað bara er eitt skip eftir, leggur hann afturat [...] rættindi so illa, hevur verið, at áhugin fyri at fiska rækjur, hevur verið avmarkaður, tí ongin hevur biðið um loyvi at sleppa til fiskiskap. Hann sigur, at siðvenja hevur verið at latið loyvini í eitt [...] men áhugin hevur ikki verið stórur, og ongin hevur noktað nøkrum at sleppa til fiskiskap, leggur hann afturat. Tað hevur eisini darvað fiskiskapinum munandi, at skipini hava verið tvingað at sigla í dagar
Tað hevur verið arbeitt stillisliga við málinum, men nú tykist tað vera púra greitt: Rógvi Jacobsen flytir nú beinanvegin úr Hødd í næstbestu norsku deildini og til KÍ. Samband hevur seinastu vikuna verið [...] iva um, at hetta var rætta loysnin fyri okkum. Tað hevur verið neyðugt við samráðingum í nakrar dagar, og nú er hetta tíbetur fingið frá hondini, og tað havi eg fatan av, at stuðlar og KÍ viðhaldsfólk [...] fótbóltsárum, og hann er sera málsøkin, so tað fær illa verið betri, heldur KÍ formaðurin. – Avtalan við Rógva Jacobsen er bara ein partur av stóra arbeiðnum, sum hevur verið gjørt og framvegis verður gjørt í KÍ
fyritreytirnar. - Vit vistu, at hetta árið fór at verða ein kampur, og tað hevur eisini verið óalmindiliga tungt, sigur Meinhard Jacobsen. Tað bøtir sjálvandi heldur ikki um støðuna, at trupulleikar eru av arbeiða [...] øllum at døma ikki gjørt tað lættari hjá Føroya Fiskavirking at fáa arbeiðsfólk, tí so seint sum næstseinasta mánadag stóð fyritøkan og manglaði 35 fólk. - Tað hevur kortini verið fullur aktivitetur á virkjunum [...] Mangul upp á arbeiðsmegi hevur verið ein afturvendandi trupulleiki seinastu seks árini, sigur Meinhard Jacobsen. Hetta seinasta árið hjá Føroya Fiskavirking hevur annars verið serstakliga turbulent. Fyrst
Eysturbrúgv. Tað er 110 ára gamla B93. Frem vann 2?0, og harvið tykist tað ikki sum um, at Frem skal falla í skinkluta lagið, sum teir so ofta hava verið í, tá ið avgerandi umførini hava verið fyri framman [...] Næstbesta deildin í Danmark er ikki so spennandi, tá ið tað snýr seg um uppflytingina. Herfølge og Frem eru so mikið nógv fremst, og tey eru so støðug, at tað skal broytast heilt nógv, um tey ikki skulu flyta [...] sum skoraði trý mál. Deknurin gekk amokk, var tað, sum onkur fjølmiðil kundi fáa yvirskriftina til. Christian Høgni Jacobsen hevði undan 2. páskadegi ikki verið í Vejle hópinum, síðani teir skiftu venjara