Klaksvíkingar eru betri fyri enn fyrr í ár

KÍ-Skála:
Á Skála stendur ikki væl til, nú teir skulu til Klaksvíkar fyri at endurtaka avrikið í steypakappingini

Upptakt

Einasta liðið, sum framvegis ikki hevur vunnið í landskappingini, er uppflytaraliðið av Skála. Í morgin skulu teir til Klaksvíkar. Í bólkaspælinum í steypakappingini vann Skála báðar dystirnar ímóti KÍ. Tað hevði við sær, at KÍ ikki rakk fjórðingsfinaluni. Dysturin á Skála endaði 4?2, og í Klaksvík vunnu skálamenn 2?1.
Í landskappingini hevur Skála ikki vunnið, og hóast teir hava hagtølini við sær, tá tað ræður um KÍ, so eru fyritreytirnar einki serligar hesa ferð. Kári Nielsen og Pauli Hansen hava báðir verið mitt á miðvøllinum, men hvørgin teirra er tøkur hesa ferð. Kári Nielsen er leikbannaður, og Pauli Hansen gongur á høkjum. Hann varð skaddur í knænum, tá Skála tapti í Runavík síðsta sunnudag.
Harumframt er álopsspælarin Jonhard Frederikberg framvegis skaddur í arminum, og hann hevur eisini pínu undir síðuni.
Hjá KÍ stendur betri til, enn tað hevur gjørt higartil í landskappingini. Tað er stórur saknur í Heðini á Lakjuni, sum gongur við brotnum fóti og neyvan verður tøkur aftur undan summarsteðginum. Men nú eru allir hinir, sum hava verið burturfrá orsaka av skaðum, komnir við aftur. Allan Joensen hevur havt trupulleikar av vøddaskaða. Tvær tær seinastu ferðirnar hevur hann sitið á beinkinum uttan at koma á vøllin, men í hesi vikuni hevur hann vant við fullari ferð, og eingin ivi er um, at hann verður ímillum teir fyrstu ellivu ímóti Skála.
Kurt Mørkøre undirstrikaði undan norðoyarstevnuni, at nú vóru tveir dystir á skránni, sum skuldu vinnast. Tað eydnaðist ímóti EB/Streymi, sjálvt um tað gingu fimm korter, áðrenn KÍ legði seg framum. Nú fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast ímóti Skála og hvussu venjarin fer at blanda kortini.
? Hjá okkum hevði tað verið sera kærkomið, um tað hevði eydnast at fingið mál tíðliga í dystinum. Teir fara heilt víst at dúva upp á kontra spælið. Vit mugu hava tol, men tað er klárt, at klokkan verður í parti við teimum, heldur Hjalgrím Elttør, sum hesar seinastu ferðirnar hevur verið á miðvøllinum hjá KÍ, og hann hevur verið millum teir mest eyðsýndu á liðnum.