Christian Høgni lítla løtu fyri Balling

Undanvindurin hjá Vejle er so góður, at nú verður felagið hjá Christian Høgna Jacobsen mett at verða tað einasta, sum kann hótta liðini, sum eru best fyri at flyta upp

1. DEILD

Næstbesta deildin í Danmark er ikki so spennandi, tá ið tað snýr seg um uppflytingina. Herfølge og Frem eru so mikið nógv fremst, og tey eru so støðug, at tað skal broytast heilt nógv, um tey ikki skulu flyta upp í bestu deildina, har bæði liðini áður hava verið.
2. páskadag vann Herfølge torføra útidystin á Eysturbrúgv ímóti Skjold 1?0. Málskjútti var gamli liðfelagin hjá Jákupi Mikkelsen, Chris Hermansen. Frem hevði í Valby vitjan av hinum liðnum á Eysturbrúgv. Tað er 110 ára gamla B93. Frem vann 2?0, og harvið tykist tað ikki sum um, at Frem skal falla í skinkluta lagið, sum teir so ofta hava verið í, tá ið avgerandi umførini hava verið fyri framman.
Vejle hevur verið sera sannførandi, síðani venjarin varð skiftur út. Aftur 2. páskadag vunnu teir. Hesa ferð 4?3 á heimavølli ímóti Brønshøj. 1.684 áskoðarar vóru í Nørreskóginum, og teir fingu fult fyri atgongugjaldið. Stóri maðurin hjá Vejle var Peter Degn, sum skoraði trý mál. Deknurin gekk amokk, var tað, sum onkur fjølmiðil kundi fáa yvirskriftina til.
Christian Høgni Jacobsen hevði undan 2. páskadegi ikki verið í Vejle hópinum, síðani teir skiftu venjara. Hesa ferð var hann á beinkinum. Tveir minuttir undan leikloki skoraði Peter Degn til 4?3, og beint eftir sigursmálið varð Christian Høgni Jacobsen settur á vøllin. Hann kom inn fyri ein annan gamlan NSÍ spælara. Ulrik Balling hevur síðstu vikurnar verið í Vejle álopinum, og hann hevur skorað fleiri mál. Hesa ferð var hann sørur, og Christian Høgni loysti hann av.
Sannførandi gongdin hjá Vejle síðstu vikurnar hevur við sær, at liðið nú verður roknað sum einasta álvarsliga boðið upp á hóttan ímóti Frem á næstfremsta plássinum. Tað verður ikki roknað við, at nakar kann skala Herfølge.
Óli Johannesen og Hvidovre lættu sær upp um niðurflytingar strikuna. Teir vóru á útivølli á Gentofte stadion, har teir vunnu 2?1 á HIK.
Fredericia hevur hingið væl í toppinum, men teir spentu bein fyri sær sjálvum, tá ið teir taptu 2?1 í Odense ímóti B1913.
Botnliðið í Odense, B1909, hevði vitjan av Randers Freja. Gamli liðformaðurin hjá Brøndby og danska landsliðnum, Lars Olsen, hevur síðani ársskiftið verið venjari í Randers, og tað hevur gingið syndarliga illa. Í fyrsta dystinum var úrslitið 0?0 ímóti Vejle, os síðani hava teir tapt fimm dystir við málmuninum 4?16. Hesa ferð taptu teir 1?0 í Odense, og nú verður roknað við, at tað ikki verður leingi, inntil Lars Olsen fer at fáa sekkin. Undan vetrarsteðginum var Randers Freja millum toppliðini.
Komandi sunnudag fara Hvidovre og Óli Johannesen at spæla á heimavølli ímóti Vejle og Christian Høgna Jacobsen. Tað fer at ganga fyri seg, meðan føroyska landsliðið á Svangaskarði fer at spæla ímóti Kasakstan.