Christian Andreasen hevði ikki væntað, at John Petersen kundi verða dømdur sekur í neyðtøku, eftir tí sum kom fram í rættinum
Advokaturin sigur, at kæran verður skotin inn fyri landsrættin, av tí at hann metir, at dómurin er skeivur.
Grundarlag fyri avgerðina hjá dómaranum var alt ov veikt. Sannroyndirnar í hendingagongdini vóru skeivar, og tað var løgfrøðiligi parturin í málinum eisini, sigur Christian Andreasen.
Tað fyriliggja eingi prógv, og við tí grundarlagi sum dómarin tekur støðu út frá, er tað óskiljandi fyri meg, at hann er komin til hesa niðurtsøðu.
Lítur tú meira á landsrættin í hesum máli?
Eg líti á at rættarskipanin sum heild virkar, men tá møguleiki er fyri at skjóta dómin inn fyri landsrættin, vónar tú at fáa betri úrslit, sigur Christian Andreasen.
Er tað ikki tín leiklutur sum verji at siga, at dómurin er skeivur?
Sum verji havi eg skyldu at taka sjónarmiðini hjá ákærda fram, men tað er ikki bert út frá tí, at eg sigi at dómurin er skeivur. Dómarin hevur bert eina subjektiva frágreiðing, sum er hálvtfjóðra ára gomul, at taka støðu út frá, og tað ikki nóg mikið til at døma ákærda, sigur Christian Andreasen.