MC Hár slapp ikki upp í part

Til finaluna leygarkvøldið fekk MC Hár ongan bita av lagkøkuni. Teir endaðu ikki millum tríggjar teir fremstu bólkarnar, og heldur onki festivalpláss varð ognað rapparabólkinum

Til finaluna leygarkvøldið var kærleikin ikki nóg stórur til at MC Hár slapp uppí part, tá festivalpláss skuldu býtast út, og teir vóru heldur ikki millum tríggjar teir fremstu bólkarnar. Hvør veit? Kanska hetta var tí, Ári Roach í Makrel segði: »Vit elska tykkum meir«.
Men onki var spart, tá MC Hár setti í gongd leygarkvøldið. Tey klassisku ballónhjørtuni sveimaðu yvir fólkið, og størsta yvirraskilsið var uttan iva, at orsøkin til navnið MC Hár, nú kanska ikki er so týðulig longur. Niels Uni Dam, frontmaður í stóra bólkinum, hevði nevniliga onki hár eftir. Skallin var berur, undantikið eina einsamalla flættu, sum var eftir á høvdinum.
? Tað gekk væl hjá okkum at spæla, og tað var tað rætta orkestrið sum vann. Men sjálvandi eru vit vónbrotnir, tað hevði verið løgið um vit ikki vóru. Vit satsaðu sjálvandi uppá, at enda millum tríggjar teir fremstu bólkarnar ella kanska at ogna okkum eitt festivalpláss, men so varð ikki, segði Niels Uni Dam uttan hár eftir finaluna.

Fingið sambond

Undan finaluni leygarkvøldið hevði bólkurin verið á venjingarlegu í Hósvík í eina heila viku. Niels Uni letur væl at venjingarleguni.
? Venjingarlegan hevur sjálvandi gjørt mun, og fyri okkara viðkomandi, so kundi framførslan ikki verið betri. Tað styrkti eisini nógv um tað sosiala í bólkinum, tí vit høvdu tað ógvuliga hugnaligt saman, heldur Niels Uni.
Sjálvt um bólkurin ikki fekk nakað av teimum almennu virðislønunum, so hevur tað eydnast fáa samband við nakrar av teimum útlendsku dómarunum, so talan gerst møguliga um, at MC Hár fer uttanlands at spæla einaferð seinni.
Spurdur um hetta gjørdist endin á MC Hár sigur Niels Uni:
? Nei, als ikki. Tað skuldi tað helst ikki verið. Vit hava verið við í Prixnum fyrr uttan at vinna, men tá fingu vit tó eitt betri pláss, umframt eitt festivalpláss á Spotfestivalinum.
Í summar kunnu MC Hár fjepparar tó gleða seg til, at bólkurin í øllum førum fer at luttaka á tveimum konsertum, umframt, at andaligi leiðarin roknar við, at aðrir spælimøguleikar fara at koma sum tíðin líður.