til at skráin fyri stevnuna skal vera so góð og fjøllbroytt sum møguligt. Fyrst og fremst eru tað ítróttarfeløgini her í bygdini, sum skipa fyri stevnuni, og hava lagt skránna til rættis. Annars eru eisini [...] vanliga væl undir við stevnuni, og nú fólk úr øllum Føroyum koma vestureftir, verður hetta til eitt av teimum stóru tiltøkunum í oynni. Vit gleða okkum bæði at vísa bygdina fram og at taka móti gestum úr øllum [...] eisini nógvir aðrir felagsskapir, áhuga?bólkar og einstaklingar við at fyrireika og skipa fyri stevnuni. Veðrið, sum vit sjálvsagt einki kunnu gera við, er sera viðkomandi fyri, hvussu ein stevna eydnast
Klokkan er 10.30 og fitt av fólki er samla í snotiligu hølinum hjá Baresso, har Jon Hestoy, formaður í svimjisambandinum, bjóðar vælkomin og presenterar EM-liðið. Fyrst á pallin er Turid Kjærbo, sum [...] flyta mørk og vísti annars á týdningin av úrslitinum hjá Páli og teimum. Eftir landsstýriskvinnuna kom ÍSF forsetin, Petur Elias Petersen, á pallin. Hann tosaði millum annað um komandi OL og hvørjar m [...] møguleikar og tosa við Danmark um eina loysn eisini. Undirskriftir til Helenu Síðani fekk EM-liðið handa blómur frá millum annað SMS og so stóð frítt hjá øllum at heilsa uppá Pál, Paula, Jón og hini á EM
Danmark og Føroyar tykjast nú at hava lagt seg aftur, og hesaferð hava tjóðveldismenn og fólkafloksmenn einki ímóti at hitta forsætismálaráðharran. Men tað er Javnaðarflokkin, Poul Nyrup Rasmussen fyrst og [...] og fremst er komin higar at vitja. Viðurskiftini millum danska og føroyska Javnaðarflokkin hava ikki verið av teimum bestu seinastu árini, og hevur hetta eisini merkt danskan politikk við tað, at Jóannes [...] vit kortini nú at líta frameftir - og ikki erta upp undir gamalt, farið agg. Tí eiga vit at heilsa Poul Nyrup Rasmussen vælkomnum til Føroyar, og í samstarvi við hann og ríkisstjórnina finna besta karmin
fortreyt fyri at arbeiða við útgávuni. Tað endaði við, at 10 løg vóru tikin upp og givin út á vári 2014. Tað eru fyrst og fremst hesi løgini, sum áhoyrararnir fáa høvi til at hoyra á F’LJÓÐ stovukonsertini [...] halda fram og 10. juli framføra Tuxedo Rebels. Bólkin manna Petur Pólson og Knút Háberg Eysturtein. TUXEDO REBELS er eitt gamalt samstarv millum teir báðar tónleikaveteranarnar Petur Pólson og Knút Háberg [...] at gera eina duo saman longu í 2002, tá Petur var virkin í legendariska tónleikabólkinum Clickhaze og Knút í líka so legendariska bólkinum Gestir. Teir báðir byrjaðu longu tá at spæla løg saman hjá teirra
frá 1988 til 1992 og síðani formaður til 1997. Elsa Birgitta hevur verið skúlastjóri í Hvalba seinastu 11 árini. Hon tók læraraprógv á Th. Langs Seminarium í Danmark í 1971 og var fyrst lærari á Kragelundsskolen [...] frá 1970-75. Men sum nógvir aðrir ungir dreingir, royndi Esmar eisini sjólívið og var bæði við Norðlýsinum, Stella Karinu og Glyvraberg, umframt við norskum trolara. Hann hevði ætlað sær ein lívsleið á sjónum [...] nógv fólk komið saman at biðja teimum farvæl, har tónleikur, sangur, røður og gávur myndaðu løtuna. Tey bæði leggja frá sær í dag, og dagurin í gjár var sostatt teirra seinasti skúladagur. Eydna Danielsen
fegnaðust og góvu teimum, sum hava skapt hesa framgongd og vælferð áræði og virðing. Ístaðin hoyra vit, at fólkavaldar politikarar ganga á odda við einum sínum boðskapi um: At okkara vælferð og okkara framburður [...] bert brúkt ein triðing av danska blokkstuðlinum - og hvør hevur so skapt hesa vælferð? Tað er alt føroyska fólkið og føroyska vinnulívið. Sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin seta fólkið síðst Hetta átti [...] Almanna- og heilsuøkið hevur fingið knappa hálva milliard afturat. Skúli og mentan hava fingið 180 mió. kr. afturat. Pensiónirnar eru hetta valskeiðið hækkaðar meira enn nakrantíð áður. Lestrarstuðulin
millum flokk og fakfeløg, sum ofta sæst,tá flokkurin er í samgongu. Í so máta var fundurin einki undantak og viðgjørdu vit hetta evni í oddagrein í gjár. Men floksformaðurin hevði annað og meira á lofti [...] okkara grannalondum, sum liggja fremst í heiminum, hvat vælferð viðvíkur. Tað, sum eyðkennir hesi lond, er fyrst av øllum ein semja um, at samfelagið skal skipast við møguleikum og trivnaði fyri øll, men veruliga [...] Men harfyri eiga hugsjónirnar og deymarnir ikki at verða sleptir og harfyri eigur ikki at verða gloymt, at tað er neyðugt at hava neyvt eftirlit við einum búskapi sum okkara og samstundis at reka ein inn
hesi, ið arbeiddu dag og nátt, og livdi í djúpastu armóð, stríddust harumframt fyri einum arbeiðsdegi, har tíð var til teirra kæru og ikki bert til trælahald. Verkamenn í Melbourne (og hetta er úr 1800 talinum) [...] spæl og átta tímar til svøvn), segði Jenis av Rana. Og tað eydnaðist teimum, helt hann fram. - Tað, sum okur rokna sum náttúrligt, og sum ger at okur kunnu samlast her í dag, kostaði tó nógv - og fleiri [...] javnaður og brøðralag - Je hevði tann forrætt at vaksa upp í einum umhvørvi har hesi vóru daglig, vird og kend. Boðskapurin um ta ultimativu og frígerðandi frelsuna, varð borin mær av foreldrum og trúgvandi
privatskúlum er ivaleyst frálíkt, og skal eisini tann møguleikin vera, men uppgávan hjá tí almenna er fyrst og fremst at stuðla og menna tann almenna fólkaskúlan, og tá ið vit longu nú síggja, at samfelagið [...] skattin, og er tað nakað, ið vit øll vilja taka undir við. Tó mugu vit minnast til, at skulu vit varðveita eitt samfelag, ið kann geva eina nøktandi heilsurøkt, ið øll kunnu njóta gott av, og ein skúla [...] lærarar framyvir, men so sanniliga eisini til næmingar, heim, skúlastýri og ikki minst til teir játtandi myndugleikarnar. Tey tilboð og krøv, ið liggja í skúlalógini, krevja at ytru karmarnir verða dagførdir
verður stovnað á jøvnum føti og við somu tign sum eitt nú Búskaparráðið og Løgtingsins Umboðsmaður. Ráðið kann gera viðmerkingar til tann førda politikkin í einum langtíðarhøpi og meta um framtíðarútlitini [...] satsa upp á eina sterka og væl útbygda vælferðarskipan og vinnuligan framburð samstundis. Tvørturímóti, innovatión er kjarnan í nútímans vinnumenning. Finnland, Noreg, Svøríki og Danmark eru altíð millum [...] Helena Dam á Neystabø útbúgvin cand.mag. í donskum og týskum og stjóri á Føroya Skúlabókagrunni frá 1991, tó við farloyvi tey árini, hon var í politikki, og tá hon tók master útbúgvingina í Odense. Sum stjóri