Almanna- og heilsuøkið hevur fingið knappa hálva milliard afturat.
Skúli og mentan hava fingið 180 mió. kr. afturat.
Pensiónirnar eru hetta valskeiðið hækkaðar meira enn nakrantíð áður.
Lestrarstuðulin er hækkaður meira enn nakrantíð áður.
Nýggj arbeiðsumhvørvislóg er gjørd.
Dagpeningaskipan til tímalønt er gjørd, og karensdagar eru tiknir av.
Nýggj barsilsskipan er komin í gildi.
Nýtt landssjúkrahús er í gerð.
Kommunurnar hava bygt barnagarðar kring landið, sum ongantíð áður.
Nýggj eldrasambýli eru bygd.
Skattalættar eru givnir til tey lægstløntu.
Barnafrádrátturin er hækkaður.
Alt hetta hevur ligið á láni í hesum sonevnda ríkisfelagsskapinum ígjøgnum tíggjutals ár. Og mangt annað liggur á láni enn. Serliga er tørvurin á røktarheimsplássum og á bústøðum til brekað, so forsømdur gjøgnum tíggjutals ár, at tað er ein skomm.
Men í dag hava vit ein búskap, sum ger, at tað nú er gjørligt at loysa henda tørvin á tryggum grundarlagi. - um vit ikki aftur fara at rena landið á heysin.
Hesin búskapur er bygdur á, at vit hava bert brúkt ein triðing av danska blokkstuðlinum - og hvør hevur so skapt hesa vælferð?
Tað er alt føroyska fólkið og føroyska vinnulívið.
Sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin seta fólkið síðst
Hetta átti at elvt til, at allir føroyskir politikarar fegnaðust og góvu teimum, sum hava skapt hesa framgongd og vælferð áræði og virðing.
Ístaðin hoyra vit, at fólkavaldar politikarar ganga á odda við einum sínum boðskapi um: At okkara vælferð og okkara framburður er ikki skaptur av føroyska fólkinum. At tað er ikki tann arbeiðandi fjøldin og tað føroyska vinnulívið, sum er grundarlagið undir okkara vælferð.
Nei, tað eru pengar úr Danmark, sum tryggja okkara vælferð, siga tey við ein munn. Ein flokkur sigur enntá, at hann nú vil seta fólkið fyrst.
Men um tú ikki trýr upp á títt egna fólk og títt egna samfelag, so setur tú altíð fólkið síðst.
Um tú sigur, at danska fólkið skal hava ábyrgd fyri okkara vælferð, so tekur tú alt áræði og allan veruleika undan vælferðini.
Um tú sigur, at danskir pengar og danskt yvirræði ganga fram um, at fólkið í Føroyum hevur fult fólkaræði í Føroyum, so setur tú ikki bert fólkið síðst, men fullkomiliga til viks.
Tað hava allir føroyingar merkt fyri fáum árum síðani, tá alt okkara samfelag fór á heysin og varð niðurpínt.
Nú hava vit fyri fyrstu ferð møguleikan at skapa veruliga vælferð, sum byggir á trygt grundarlag.










