Vælferðin gjørt okkum til trælir

Eg óttist fyri, at sokallaða vælferðin so væl og virðiliga hevur gjørt okkum til trælir aftur – nýtímans10-, 12- ella kanska 14 tíma arbeiðsdaga trælir, segði Jenis av Rana

Tað var løgtingslimurin hjá Miðflokkinum, Jenis av Rana, sum í ár var høvuðsrøðari á 1. maidagshaldinum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann legði soleiðis fyri:

- Parolan, ið breiddi seg um allan heim í sambandi við kollveltingina í 1780‘unum, var jú frælsi, javnaður og brøðralag. Undir hesum heitum fóru verkafólk í stríð fyri at vinna sær liviverdar sømdir, fyrst av øllum ta løn, ið arbeiði teirra hevði uppiborið (og her kundi je passandi mint á orð Jesusar og Paulusar, har teir, hvør í sínum lagi, siga, at: arbeiðsmaðurin er løn sína verdur, og arbeiðsmaðurin er føði sína verdur). Hesi verkafólk, tey, ið vórðu mett lægst av øllum lágum at vera tá á døgum, hesi, ið arbeiddu dag og nátt, og livdi í djúpastu armóð, stríddust harumframt fyri einum arbeiðsdegi, har tíð var til teirra kæru og ikki bert til trælahald. Verkamenn í Melbourne (og hetta er úr 1800 talinum) søgdu soleiðis um mál sítt: Eight hours to work - Eight hours to play - Eight hours to sleep (átta tímar til arbeiðis, átta tímar til spæl og átta tímar til svøvn), segði Jenis av Rana.

Og tað eydnaðist teimum, helt hann fram. - Tað, sum okur rokna sum náttúrligt, og sum ger at okur kunnu samlast her í dag, kostaði tó nógv - og fleiri teirra lívið. Millum teirra havi je hug at nevna August Spies, ið var blaðstjóri á Chicago Arbeiter-Zeitung. Saman við øðrum stríddist hann stríð teirra líðandi, og tað førdi hann í gálgan, segði formaður Miðfloksins í røðuni.

Dagin tá hann, sjálvur triði, varð hongdur í gálgan, av órøttum skuldsettur fyri uppreistur í kendum stríði á Haymarket Square í Chicago, segði hann hesi kendu orð: there will be a time when our silence will be more powerful than the voices you strangle today. Leysliga títt minti hann á, at »dagar koma, tá tøgnin tit skapa av okkum, fer at verða sterkari enn tær røddir tit í dag kvæla«.

 

Heimsins mótsagnir

- Teir vunnu rættin til 8 tímars arbeiði - og tað er hesin rættur, sum meira enn nakað annað um allan heim verður knýttur at 1. mai dags haldinum. Og vegna tað sama standa okur so her í dag - men je freistist at spyrja: eigur føroyingurin hendan rættin í dag? Eigur vestlendingurin hendan rættin? Ella kanska rættari: rúmar dagsins sokallaða vælferð hesum 8 tímars rætti, spurdi Jenis.

- 8 tíma arbeisðdagurin varð vunnin í Australia og í New Zealandi heilt afturi í 1850’unum, í USA um aldarskifti, í Danmark í 1919 - og okur kundu hildi á - men lat meg spyrja føroyska fakfelagsleiðaran/føroyska politikaran/føroyska verkamannin - ja føroyingin sum heild – heldur tú, at vanligi føroyingurin eigur hendan rættin í dag, vildi Jenis vita.

Hann ivaðist í, um verkafjøldin var so væl fyri. - Je óttist, at sokallaða vælferðin so væl og virðiliga hevur gjørt okkum til trælir aftur – nýtímans10-, 12- ella kanska 14 tíma arbeiðsdaga trælir, metti Jenis av Rana.

Hann helt tað vera stóra mótsøgn, at verkamannafjøldin hátíðarhelt ein 8-tímar arbeiðsdag, sum als ikki var nóg mikið til eitt virðiligt lív. Og síðani vísti hann á fleiri mótsøgnir í tí heimi, vit liva í. Hungur, hóast goymslur standa á tremur við mati. Sjúkur, hóast meiri enn nóg mikið er til av grøðandi heilivági. Kríggj, hóast fólk rópa eftir friði. Hóttandi lágt barnsburðartal, samstundis sum vit fremja fosturtøkur, fyri at nevna burtur úr rúgvuni.

- Av sonnum ein neyðars heimur, har sjálvsøkni hevur otað seg til háborðs, segði Jenis av Rana.

 

Frælsi, javnaður og brøðralag

- Je hevði tann forrætt at vaksa upp í einum umhvørvi har hesi vóru daglig, vird og kend. Boðskapurin um ta ultimativu og frígerðandi frelsuna, varð borin mær av foreldrum og trúgvandi vinum teirra, og boðskapurin um brøðralagið og javnaðin, var ein náttúrligur partur av tí trúgv, ið av foreldrunum varð løgd í mje í barnaheiminum í Trongisvági, segði Jenis, sum ynskti fyri mannamúgvuna á Vaglinum hendan dagin, at tey eisini kundu uppliva Hann.

Síðani vendi hann sær til fakfeløgini um Føroya Banka:

- Í dag umboða tit - Vígdis, Hans, Ingeborg, Jan, Gunnleiv, Heidi, Ása, Vár og

okur kundu nevnt fleiri - tykur umboða túsundur av monnum og kvinnum, sum hvør eigur ein/48000 túsunda part av einum í Føroyum kendum banka. Ábyrgdin er stór, ovurhonds stór á herðum tykra, at forða fyri at hendan ogn lima tykra verður seld fyri undirprís til nakrar - føroyingar ella danir, sum so kunnu ríka seg enn meira av ogn allra. Í 90’unum kostaði tað limum tykra ovurhonds nógv at bjarga bankakervinum. Mong mistu hús og heim, nøkur máttu flýggja úr føðilandinum undan neyðini - og ikki bara hesa einu ferð hava tey goldið, segði Jenis av Rana.

Síðani minti Jenis fólk um søguna um hønuna, ið legði gullegg: um tú hønu eigur, ið gullegg leggur í reiður, so gev henni korn eftir besta tykki, men drep og kryv hana ikki.

- Vísið tykum sum kvinur og menn, og noktið fyri at hendan ogn lima tykra verður frá teimum tikin. Og megna tykur tað ikki, so mugu tykur í hvussu so er tryggja, at føroyingurin fær fullan prís fyri sína aktiu. Tykur eru álitið, nú okur í nú hvíta bygninginum her aftanfyri okun, hava svikið í hesum máli, segði Jenis.

Tingmaður Miðfloksins endaði við at minna á, at orsøkin til gjónna millum rík og fátæk er ikki bara teir skattalættar, sum uttan sosialt fyrilit eru settir í verk seinnu árini.

- Nógv týdningarmiklari enn alt hetta er ósigur tykra, um tit enn einaferð lata tykkum lokka og tøla at geva eftir, tá á stendur. Tað er, tá teir rætta tykun pennin og við táravættum eygum bøna um undirskriftir tykkara á sáttmálan, at virði tykra verður prógvað. Og ikki tá tykur aftaná, ella ímillum sáttmálaskeiðini, tosa í mikrofon útvarpsmanna, sjónvapsmanna ella við journalistar, segði Jenis av Rana at enda í sínari 1. maidagsrøðu.