sannførandi, og ikki minst í dag var tað eingin slingur í valsinum. Stjørnan yvir øllum hinum higartil í ár hevur verið Luis Suarez, sum er greiður toppskjútti í Onglandi, og sum aftur í dag skoraði tvær [...] Síðstu árini hevur tað ikki hilnast væl í heimligu kappingini, og Liverpool hevur staðið í skugganum av eitt nú Manchester feløgunum og Chelsea. Síðsta meistaraheitið varð vunnið í 1990, og hurðin hevur [...] mist ein mann, var talan um upploysn. Spurningurin er nú, hvussu tryggur venjarin situr í sessinum. Tottenham er ikki heilt siglt afturav. Tað er eru átta stig fram til Liverpool og næstfremsta plássið, men
Vøddaskaðin darvar so mikið, at hann ikki verður við ídag. Avloysari í miðverjuni verður John Hammer ella Sørmundur Kalsø. Hvørgin teirra var á liðnum í 1. deild, sum í gjár vann 4-3 á Toftum. Hjá EB/Streymi [...] at vinna. Fýra javnleikir og 2-0 tap á heimavølli ímóti B36 er úrtøkan, og tað verður ikki roknað at vera nóg mikið. Í ongum av hesum dystunum hevur KÍ megnað at skora meiri enn eitt mál. Eyðun Klakstein [...] miðvallarin Arnar Dam leikbannaður. Ímóti Víkingi sá hann gult fyri fimtu ferð í ár. Niels Pauli Danielsen, sum higartil í ár hevur verið nógv á beinkinum, fer at loysa av á verjukenda miðvallarplássinum
vann í kvøld tryggan sigur á Team Klaksvík, sum ikki megnaði at bíta frá sær. Nicklas Selvig mátti berast av vøllinum við skaða í fótinum. KÍF vann 36-19 á Team Klaksvík í Atlantic Airways deildini í Badminton [...] gera vit aftur í dag, sigur Andrias Nielsen, sum spældi tað mesta av dystinum á høgra bakki hjá KÍF. Team Klaksvík hevur annars spælt nakrar góðar dystir í seinnu hálvu, men í dag riggaði ikki. - Hetta var [...] Badminton Høllini í Klaksvík í kvøld. KÍF gjørdi skjótt av og var á odda 8-1 aftaná eitt korter, og 14-5 aftaná 23 minuttir. Team Klaksvík arbeiddi seg inn í aftur dystin, men munurin bleiv ongantíð minni
segði, at Sir Alex Ferguson var so óður eftir dystin, at hann ikki sá seg føran fyri at tosa um hendingina. - Tað er ein uppøstur stemmningur í skiftirúminum. Við kendu á okkum, at vit høvdu lagt røttu s [...] vísa eisini, at Nani ikki hevur eyguni eftir Arbelona, men bara á bóltinum. - Tað er ein ótrúlig avgerð. Móti Real Madrid er tað torført at klára seg við tíggju monnum, serliga í einum so týðandi dysti [...] dysti. Eg trúgvi ikki, at Sir Alex Ferguson er í standi til at hava ein vanliga samrøðu við dómaran um reyða kortið. At eg siti her fyri hann sigur nokk sum mest, segði Mike Phelan. Graham Poll, ið er fyrrverandi
Tað eru 31 sessir í landstinginum, og tað restar ikki nógv í, at Siumut fær helmingin av tingsessunum. Nógv tað størsta valstaðið er í Nuuk, og har telja tey framvegis, tí ber ikki til enn at siga neyvt [...] nógv størsti flokkur í grønlendska landstinginum, og fyri fyrstu ferð nakrantíð verður tað ein kvinna, sum verður formaður í grønlendska landsstýrinum. Tá ið valhølini lótu aftur í gjárkvøldið, kunngjørdi [...] fyri fyrstu ferð ein kvinna landsstýrisformaður í Grønlandi. Stóri taparin á valinum var IA og formaður floksins, Kuupik Kleist, landsstýrisformaður. Hann tók í nátt ábyrgdina á seg fyri vánaliga valinum.
Fólk, sum eru í Arbeiðsloysisskipanini, fáa í mesta lagi 17.500 krónur um mánaðin. Tey flestu fáa nógv minni. Men meira enn so fekk ALS-stjórin Ernst Hansen burturúr, tá ið hann 4. januar sendi stýrinum [...] Arbeiðsloysiskipana uppsøgn. Alfred Petersen, formaður í stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina tvíheldur um, at Ernst Jacobsen segði upp sjálvur og ikki var biðin um at siga upp. Kortini gjørdi stýrið fyri [...] er 49,2 túsund. krónur og 15 prosent í eftirløn. Avtalan gevur Ernst Jacobsen 14 mánaðarlønir og eftirløn fyri tíðarskeiðið fram til 31. mars 2014. Hann skal eisini í seinasta lagi 1. februar hava 300.000
seg inn í føroysk og donsk hjørtu, tá ið hon luttók í X-Factor. Nú er X-Factor byrjað aftur, og Anna gleði seg at síggja, hvussu nýggju dómararnir fara at klára seg, tá ið liveshowini byrja í X-Factor [...] eftir tí talentkapping, sum nógvir føroyingar hava luttikið í, og enn fleiri tikið til sín. Anna Faroe gjørdist eitt kent andlit í Føroyum og í Danmark, tá ið hon kappaðist á X-Factor pallinum fyri trimum [...] vikurnar, serliga í ungu kategoriini, og sjálvt um bara tvær sendingar hava verið enn, bendir nógv á at hetta umfarið ikki verður minni spennandi enn tey undanfarnu, sigur Anna Faroe í kvøld. Hóast frástøðan
merkjast í øllum samfelagnum. Tað heldur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum. Hann leggur seg nú út í kjakið um tilfeingisgjald á fiskivinnuna og hansara tilmæli er greitt: Politikarar skulu ikki pína [...] frá borgarum, sum skulu gjalda í komunukassan, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum. - Tann størsti skaðin er helst tann, at hetta skaðagjaldið ikki sleppur at arbeiða í samfelagnum, men endar sum ein [...] - Fiskivinnan hevur í nógv ár goldið fyri allar tænastur í Føroyum. Tað vil siga, at fiskivinnan hevur latið menningahjálp til raksturin av føroyska samfelagnum, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.
ivast í um staðsetingin í Sortudíki er tann rætta, og at Musikkskúlin verður ov dýrur at byggja har. Í desember í fjør bleiv tað einmælt samtykt, at fíggjarkarmurin fyri at byggja Musikkskúla í Sortudíki [...] Musikkskúlan í Sortudíki og ta frálíka prosjektið, sum fyriliggur, og fara í gongd við at byggja Musikkskúlan í Sortudíki sum skjótast. Halla Samuelsen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráð [...] ein Musikkskúli er ikki tað sama sum at byggja ein vanligan skúla, har eru nógv viðurskifti at taka hædd fyri. Serligan dent havi eg lagt á, at akustisku viðurskiftini í skúlanum eru í lagi. Hetta er ein
Kl.20.00 í kvøld hittast grannarnir úr VÍF og KÍF í fyrstu FM-finaluni hjá monnum. Fyrsti dysturin verður í høllini í Vestmanna. Henrik Gerster, venjari hjá VÍF, sigur, at teir hava gjørt eitt sindur meiri [...] um hjá KÍF, sigur, at teir ikki hava gjørt nakað kollveltandi og broytt nógv av teirri spæliætlan, sum frammanundan var. - Vit hava ikki brotið upp úr nýggjum. Ein kann ikki broyta upp á so øgiliga nógv