Selvig skaddur í stórsigri

KÍF vann í kvøld tryggan sigur á Team Klaksvík, sum ikki megnaði at bíta frá sær. Nicklas Selvig mátti berast av vøllinum við skaða í fótinum.

 

KÍF vann 36-19 á Team Klaksvík í Atlantic Airways deildini í Badminton Høllini í Klaksvík í kvøld. KÍF gjørdi skjótt av og var á odda 8-1 aftaná eitt korter, og 14-5 aftaná 23 minuttir. Team Klaksvík arbeiddi seg inn í aftur dystin, men munurin bleiv ongantíð minni enn fimm mál. Seinasta korterið var KÍF einráðandi og trumlaði Team Klaksvík um koll.

 

- Vit spæla bara okkara spæl. Vit spæla skjótan hondbólt og tað gera vit aftur í dag, sigur Andrias Nielsen, sum spældi tað mesta av dystinum á høgra bakki hjá KÍF.

 

Team Klaksvík hevur annars spælt nakrar góðar dystir í seinnu hálvu, men í dag riggaði ikki.

 

- Hetta var ikki gott nokk. Einki riggar hjá okkum í dag, staðfestur Beinur Heðinson hjá Team Klaksvík, sum gjørdist toppskjútti við átta málum.

 

Nicklas Selvig hevur verið týdningarmikil fyri KÍF í ár. Tí kom tað illa við, tá hann mátti berast av vøllinum stutt fyri tíð. Hann beklaði illa, men sum skilst, so vóna tey úr KÍF, at hann verður tøkur um eina góða viku, tá KÍF spælir móti VÍF.

 

Team Klaksvík – KÍF 19-36 (11-18)

Team Klaksvík: Beinur Heðinson 8, Zarko Pejovic 3, Sámal T. Olsen 2, Dánjal Kjærbo 2, Vilhelm Vilhelmsen 2, Heri Johnson 1, Andrias Ellingsgaard 1

KÍF: Rógvi Weyhe 7, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Nicklas Selvig 5, Teitur Joensen 4, Andrias Nielsen 3, Rúni Joensen 3, Poul Finnur Egholm 2, Tony Weyhe 2, Jákup Trygvason 2, Regin Petersen 1, Búgvi Johannesen 1, Fríði Weyhe 1

 

Støðan:

1. KÍF 29(stig)

2. H71 22

3. VÍF 21

4. Kyndil 19

5. StÍF 17

6. Neistin 14

7. Team Klaksvík 0