Tað er turkur í Klaksvík

Klaksvíkingar hava skorað 26 mál, og tað er bara HB, sum oftari hevur fegnast um mál í ár. Men nógvu tær seinastu ferðirnar hevur tað verið soltið hjá klaksvíkingum. Síðani 5-2 heimasigurin ímóti 07 Vestur hevur KÍ spælt fimm dystir uttan at vinna. Fýra javnleikir og 2-0 tap á heimavølli ímóti B36 er úrtøkan, og tað verður ikki roknað at vera nóg mikið. Í ongum av hesum dystunum hevur KÍ megnað at skora meiri enn eitt mál.

 

Eyðun Klakstein hevur síðstu hálvu aðru vikuna havt ábyrgdina av liðnum. Sunnudagin noyddist miðverjin Jógvan Isaksen at fara av vøllinum orsaka av skaða. Vøddaskaðin darvar so mikið, at hann ikki verður við ídag. Avloysari í miðverjuni verður John Hammer ella Sørmundur Kalsø. Hvørgin teirra var á liðnum í 1. deild, sum í gjár vann 4-3 á Toftum.

 

Hjá EB/Streymi er verjukendi miðvallarin Arnar Dam leikbannaður. Ímóti Víkingi sá hann gult fyri fimtu ferð í ár. Niels Pauli Danielsen, sum higartil í ár hevur verið nógv á beinkinum, fer at loysa av á verjukenda miðvallarplássinum.

 

Stóri spurningurin er, hvussu tað verður við Arnbjørn Hansen. Hann spældi eina løtu ímóti Víkingi, og hann vísti, at hóast langan skaðasteðg bilar máltevinum einki. Hann verður við ímóti KÍ, men tað verður roknað lítið sannlíkt, at hann er førur fyri at spæla meiri enn ein hálvan tíma ella so.

 

Rúni Nolsøe, EB/Streyma venjarin, var ikki nøgdur við leikliga avrikið ímóti Víkingi:

-Hatta var vánaligasta avrikið hjá okkum í ár, var niðurstøðan hjá EB/Streyma venjaranum.

Ímóti KÍ vil hann hava sínar menn at spæla nógv skjótari og málsøkið.

Tá ið liðini hittust í Klaksvík í fimta umfari var úrslitið 1-1.

 

EB/Streymur-KÍ: Petur Reinert kl. 15.00.