Ger skaða í øllum samfelagnum

Úrslitið verður ongir pengar til almennaverk, ongir pengar til heilsverk og ongir pengar til skúlaverk

Eitt  tilfeingisgjald á fiskivinnuna, er eitt skaðagjald,sum fer at merkjast í øllum samfelagnum.

Tað heldur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.

 

Hann leggur seg nú út í kjakið um tilfeingisgjald á fiskivinnuna og hansara tilmæli er greitt: Politikarar skulu ikki pína fiskivinnuna við fleiri gjøldum, sum hann málber seg.

Politikararnir skulu heldur stand saman um fiskivinnuna, heldur hann.

 

- Tað kann gerast við at lata vera við at pína hana niður við fleiri gjøldum, sigur Jan Højgaard.

 

- Fiskivinnan hevur í nógv ár goldið fyri allar tænastur í Føroyum. Tað vil siga, at fiskivinnan hevur latið menningahjálp til raksturin av føroyska samfelagnum, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum. 


 

- At rópa um tilfeingisgjald minnir nógv um tilafturskomin lond, har embætismenn seta seg á ognina hjá fólkinum, fyri síðan at luta hana út, meðan fólki lítið ella onki fær.

 

- Eitt tilfeingsgjald er at meta sum eitt gjald fyri at sleppa at hjálpa. Eisini hetta er ein parallellur til fleiri menningarlond, har hjálparfelagsskapir mugu gjalda til embætismenninar fyri at hava hjálpararbeiði koyrandi.


 

- Eitt gjald á vinnuna er onki minni enn eitt skaðagjald, og tað ger skaða um alt landið.

- Tað tekur frá komunum og fólki. Tað ger skaða á okkara barnagarðar og skúlar, tí pengarnir vera tiknir frá borgarum, sum skulu gjalda í komunukassan, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.

 

- Tann størsti skaðin er helst tann, at hetta skaðagjaldið ikki sleppur at arbeiða í samfelagnum, men endar sum ein deyð uphædd, sum onki gott fer at gera.

 

- Tá ið penganir ikki sleppa at arbeiða í samfelagnum, verður onki skapt heldur og  úrslitið verður at ongir pengar vera til almennaverk, ongir pengar vera til heilsverk og ongir pengar vera til skúlaverk, sigur Jan Højgaard.