Siumut er aftur nógv størsti flokkur í grønlendska landstinginum, og fyri fyrstu ferð nakrantíð verður tað ein kvinna, sum verður formaður í grønlendska landsstýrinum.
Tá ið valhølini lótu aftur í gjárkvøldið, kunngjørdi grønlendska kringvarpið, KNR, eina exitpoll, sum vísti, at samgongustjórnin hjá IA formanninum Kuupi Kleist fór at varðveita meirilutan í landstinginum, og at tað harvið var rættuliga sannlíkt, at samgongan fór at halda fram.
Beinanvegin tá ið úrslitini kring landið vórðu kunngjørd, vísti tað seg, at Siumut hevði ógvuliga stóra framgongd, og at tað serliga var formaður floksins, Aleqa Hammond, sum veljararnir vístu framúr álit.
Tað eru 31 sessir í landstinginum, og tað restar ikki nógv í, at Siumut fær helmingin av tingsessunum.
Nógv tað størsta valstaðið er í Nuuk, og har telja tey framvegis, tí ber ikki til enn at siga neyvt, hvat úrslitið verður.
Aleqa Hammond segði í nátt, at hon á tíðindafundi mikudagin klokkan 15 fer at boða frá, hvussu hon fer at leggja til rættis, tá ið hon fer undir samráðingar um at skipa landsstýri. Eingin ivi tykist vera um, at hon verður landsstýrisformaður, og harvið verður fyri fyrstu ferð ein kvinna landsstýrisformaður í Grønlandi.
Stóri taparin á valinum var IA og formaður floksins, Kuupik Kleist, landsstýrisformaður. Hann tók í nátt ábyrgdina á seg fyri vánaliga valinum.
-Tað hevur verið neyðugt at taka tungar avgerðir, sum ikki hava smakkað veljarunum væl, eitt nú í fiskivinnuni og við at hækka húsaleigurnar fyri at hava ráð at renovera bústaðirnar, og so hevur tað eisini spælt inn, at arbeiðsloysið er stórt, segði Kuupi Kleis, sum eftir øllum at døma nú fer í andstøðu.
Framgongdin hjá Siumut liggur um 20 prosent stig, og afturgongdin hjá IA liggur um 14 prosent stig. Hinir báðir samgonguflokkarnir, Demokratarnir og KP, ganga eisini aftur. Andstøðuflokkurin Atassut gongur aftur, meðan nýggi flokkurin, Parti Inuit, stendur til at fáa umleið 7 prosent.