Ídnaður JT Electric á Kambsdali, sum í hesum døgum syrgir fyri, at allir framsýnararnir á North Atlantic Fish Fair fáa streym til básarnar, ger nógv burtur úr at framleiða útgerð til alivinnuna og vinnuna [...] við. Video-kameraið, sum felagið framleiðir, verður hongt niður í nótina, har fiskurin gongur. Her kunnu alarar so fylgja fóðringini og soleiðis eisini stýra henni betri. Alifóður kostar nógv, og við vi
uttanlands og sett seg væl inn í bilin. Árni Rasmussen, stjóri hjá Auto Service, sigur, at endamálið við hesum tiltaki er at øll starvsfólkini - frá vaskifólki til leiðslu - skulu vita nakað um bilin. Hetta er [...] at gera tað sama hvørja ferð eitt nýtt bilmodell kemur á marknaðin. Vit eru 27 starvsfólk, sum øll kunnu virka sum seljarar, sigur Árni Rasmussen. Nissan Qashqai (úttalað Kashkai), sum er ein sonevndur Crossover
Flakavinna Í Kjøllefjord í Finnmørkini eru tey í hesum døgum eisini vónbrotin av, at Kjeld Inge Røkke og Aker Seafood hava flutt flakaframleiðsluna úr Kjøllefjord til Mehamn og soleiðis hevur minkað munandi [...] kommunan í Noregi beinleiðis setir pening í eitt fiskavirki fyri at bjarga nøkrum arbeiðsplássum, kunnu vit kortini siga, at føroysku kommunurnar í fleiri førum eru við til at útvega vinnulívinum planerað
mans- og kvinnufinaluni. Í vági dømdu Sámal og Kári jú, og um teir dømdu í Havn, so slapp man undan hesum trupulleikanum. Hjalmar sjálvur hevur altíð verið brennandi neistamaður, men hann sigur seg ongantíð [...] seinna finaludystinum hjá monnum. - Um dómarafelagið heldur, at kyndilspørini eru tey einastu, sum kunnu døma mansfinaluna, so skuldu teir verði so mikið at sær komnir, at teir fingu dómarar úr øðrum landi
samgonguna at játta neyðuga peningin. - Í fyrsta umfari haldi eg, at vit skulu kanna, hvussu vit kunnu hækka tímatalið til innskúlingina, so vit ikki leypa framav. Millum annað um vit hava neyðugu lær [...] áramál - kanska trý ár. Spurdur, um talan møguliga verður um eina eykajáttan til fólkaskúlan longu í hesum fíggjarárinum, sigur landsstýrismaðurin, at tað absolutt er ein møguleiki. - Hetta var eisini uppi
Men er Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við orkumálum, samdur í hesum sjónarmiðnum? - Tað eri eg. Ein av orsøkunum til hetta er, at vit hava ikki havt ein yvirordnaðan orkupolitikk í Føroyum. Tað arbeiðið [...] Bjarni Djurholm sigur, at seinni í heyst fara vit at frætta frá Norðurlandaráðnum, hvørt Føroyar kunnu verða royndarøkið. Landsstýrismaðurin sigur, at Føroyar liggja frammaliga í hesi kappingini. -- M
verður keypt. Atli sigur, at gongst sum ætlað, verður skipið yvirtikið mikudagin, soleiðis at teir kunnu loysa í Peterhead mikukvøldið. - Kemur alt uppá pláss, og veðrið verður til vildar, verða vit á Gøtu [...] norðmonnum, og somuleiðis sigur hann, at heldur minni hevur verið at fingið av svartkjafti. Aftrat hesum hava prísirnir verið fallandi. - Men vit skulu ikki klaga, tí gongdin hevur verið sum eitt miðalár
har, tí hann fór ongar staðir. Toskur er eins og seyður, sum gjarna heldur seg til sama hagan. Vit kunnu siga, at hesin toskurin hevði heimstað á Suðuroyarbanka og tað er sera sannlíkt, at hann eisini helt [...] nar við Føroyar týðiliga víst. Finningarlønin fyri hendan toskin var 300 kr + kiloprís. Aftur at hesum luttekur hann í dráttinum um 10000 kr, sum verður í oktober. Seinasta freist at lata merkir inn er
kemur fyri, avdúkar støðan ein álvarsaman veikleika við ríkisfelagsskapinum. Føroyskir myndugleikar kunnu ikki góðtaka, at danska stjórnin so at siga automatiskt velur síðu til frama fyri donsk áhugamál, [...] danska stjórnin uttan drál eigur at fáa í rættlag aftur, og landsstýrið má gera sítt heimaarbeiða í hesum sambandi.
Hesin tunnil skuldi langt síðan verið gjørdur. Verður ikki farið undir hesa verkætlanher og nú, kunnu vit gloyma alt um samanlegging av kommunum í Suðuroy! Tá tunnilini millum Hovs og Øravík er liðugur [...] myndugleikarnir í høvuðsstaðnum skilja. Fyrr enn suðuroyingar skilja hetta og taka avleiðingarnar av hesum beiska veruleika, kemur eingin vend í skeivu gongdina í oynni. Tað er hesin veruleiki, ið liggur aftanfyri