##med2##
Samrøða við Sámal Erik Hentze (Byrjar eftir 9 minuttir)
Hósdagin 7. oktober 2021 verður føroysk fótbóltssøga skrivað, tá U21-landsliðið trínur á vøllin við Djúpumýru í Klaksvík.
Síðan Føroyar fóru undir at taka lut í EM-undankappingum fyri U21-landslið, hevur heimavøllurin verið á Svangaskarði, á Ovara vølli í Havn ella á Tórsvølli. Men til komandi dyst verða tað klaksvíkingar, ið sleppa at hýsa U21-landsliðnum.
Tveir dystir eru á skránni í hesum umfarinum. Tann fyrri verður við Djúpumýru hósdagin 7. okotber klokkan 14:00 móti Norðurmakedónia, og fimm dagar seinni, týsdagin 12. oktober skal føroyska liðið møta Ukraina á útivølli.
- Tað sum eisini er áhugavert fyri okkum er, at vit skulu spæla fyri fyrstu ferð í Klaksvík. Vit hava spælt á Svangaskarði, á Tórsvølli og á Ovara Vølli, so um klaksvíkingar kunnu standa tryggir rundanum U21-landsliðið, so kundi tað verið spennandi at tað bleiv borgin hjá U21-landsliðnum við øllum áskoðarunum, sum eru har, segði Sámal Erik Hentze á tíðindafundinum.
Hann tosaði um mótstøðuliðini. Norðurmakedónia hava vit spælt ímóti í seinastu undankapping, tá vit taptu 7-1 og 2-1. Nú er Sámal Erik Hentze spentur upp á, um nýggi heimavøllurin í Klaksvík kann gera munin.
Hann hevði tó eitt sindur minni at siga um Ukraina, tí teimum hava vit ongantíð spælt ímóti á U21-landsliðsstigi. Hann vísti tó á, at talan er um eitt sera væl skipað lið, sum eisini spælir góðan fótbólt. Nakað sum úrslitini eisini vísa, tí Ukraina hevur vunnið á Serbia og Armenia.
Hópurin:
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Rasmus Nilsson, Hvidovre IF (Danmark)
Ari Petersen, 07 Vestur
Børge Petersen, KÍ
Aleksandur Ólavsson Jensen, B68
Áki Johannesen, B68
Andrias Edmundsson, CDA Águilas FC (Spania)
Pætur Turiðarson Skipanes, NSÍ
Hanus Sørensen, Middelfart BK (Danmark)
Noah Hans Mneney, Víkingur
Ingi Jonhardsson, Víkingur
Símun Sólheim, EB/Streymur
Stefan Radosavljevic, HB
Lukas Giessing, HB
Áki D. Samuelsen, HB
Heini F. Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Andrass Johansen, B36
Ragnar Skála, AB
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Steffan Abrahamsson Løkin, B68
Jonn Johannessen, KÍ
Atgongumerki á 95 krónur til dystin móti Norðurmakedónia fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðni hjá FSF.