Tað er ikki loyvt at lýsa við rúsdrekka í Føroyum. Men tað er loyvt at skriva um tað. Tað staðfestir Magnus Rasmussen, landsstýrismaður.
Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, um tað er loyvt at lýsa við rúsdrekka í Føroyum. Her hugsar hann um lýsingar fyri at rúsdrekka verður selt, ella at tað verður skonkt. Hann vil eisini hava at vita um tað er loyvt at hava tíðindi um, at nú er eitt nýtt slag av øli, ella brennivíni, at fáa, hvussu tað smakkar, hvat tað kostar, og hvussu sterkt tað er - og í hvørjum sambandi tað riggar best at drekka.
Magnus Rasmussen sigur, at tað er púra greitt, at allar lýsingar í føroyskum fjølmiðlum og tíðarritum, er ólógligar, og tað er eisini forboðið at geva fólki seðlar við lýsingum um at selja rúsdrekka, ella at skeinkja. Men tíðindi um eitt nýtt slag av rúsdrekka kunnu hava líka stórt tíðindavirði sum sáttmálasamráðingar, fiskaprísir og seinkingar í flogferðsluni, sigur landsstýrismaðurin.
– Er endamálið at kunna og upplýsa, er talan helst um tíðindi. Men er endamálið at økja um søluna av rúsdrekka er talan um eina lýsing. Markið ímillum tíðindi og lýsing kann vera kámt, og tað kann vera ringt at skilja ímillum, sigur Magnus Rasmussen.
Í flestu førum er brúkarin ikki í iva um, at talan er um eina lýsing, men er ein lýsing skrivað sum ein tíðindagrein, skal tað verða gjørt púra greitt, at talan er um eina lýsing. Hetta kann gerast við beinleiðis at skriva, at talan er um eina lýsing. Og var tað yvirhøvur loyvt at lýsa við rúsdrekka í Føroyum, høvdu hesar reglurnar eisini verið galdandi á tí hesum føri.
– Tað er lítil ivi um, at tað er loyvt at hava tíðindi um eina nýggja vøru, eisini rúsdrekka. Men tað er líka lítil ivi um, at eitt tilmæli til brúkaran um at keypa eitt ávíst slag av rúsdrekka, er ólógligt.
Spurningurin verður síðani, hvar markið gongur ímillum tíðindi um rúsdrekka og ólógliga lýsing fyri rúsdrekka. Men tað er tað bara dómsvaldið, sum kann gera av, sigur landsstýrismaðurin. Tí verður tað fyrst løgregla og ákæruvald, sum skulu taka støðu til spurningin, og meta tey, at tað er ólógligt, verður málið so lagt fyri rættin, sum so fær endaliga orðið.