Håkan Ericson: René og Sølvi vera ikki við

Landsliðsvenjarin hevur nógv at hugsa um, undan dystinum móti Skotlandi

Håkan Ericson hevur nógv at hugsa um, nú Føroyar í annaðkvøld skulu spæla móti Skotlandi í HM-undankappingini. Líkt er til, at nýggjur maður skal byrja inni á høgra vongi. René Shaki Joensen hevur leikbann, meðan Sølvi Vatnhamar væntandi ikki verður klárur.

 

- Sum tað sær út í løtuni, so verður Sølvi Vatnhamar ikki klárur til dystin. Eg komi ikki nærri inn á júst hvørjar, men vit mugu arbeiða við loysnum til venjingina í dag. René Shaki Joensen er leikbannaður, tí hann hevur fingið tvey gul kort, sigur Håkan Ericson.

 

Ein loysn kundi Hannes Agnarsson, sum kom inn í dystinum móti Eysturríki á høgra vongi. Tað er tó ivasamt, um hann er til reiðar at spæla ein landsdyst frá byrjan.

 

- Hannes er ein skjótur og tekniskur spælari. Hann fekk seg royndan í beinleiðis tvídysti móti einum spælara úr Real Madrid. Tað er ikki smávegis. Nú hevur hann prógvað, at hann vil vera við á hesum stignum og at hann klárar tað. Vit skulu hava ein loysn, sum bæði er sterk í tí framrættaða og í tí verjukenda. Teir eru sterkir á vinstru, men tað finst eisini pláss aftanfyri Kieran Tierney. Tað krevur at vit hava bóltin, sigur Håkan Ericson, ið helst ikki veldur skjóta vongin frá byrjan.

 

Ein annar møguleiki er, at Gunnar Vatnhamar verður fluttur út í høgru. Har hevur hann spælt fyrr og er sinnaður at renna teir metarnar, ið skulu til.

 

- Sum eg segði á tíðindafundinum, so eru vit væl nøgdir við kropsliga avrikið móti Eysturríki. Í tí liggur eisini ein møguleiki móti Skotlandi, men tað krevur at vit fáa tamarhald á bóltinum. Tá hava vit rennisterkar spælarar, sum kunnu bjóða av, sigur Håkan Ericson.

 

Ein onnur loysn kundi verið Jóannes Bjartalíð ella Petur Knudsen. Í fyrra førinum er ivasamt um Jóannes Bjartalíð er komin heilt fyri seg og er førur fyri at byrja, meðan Håan Ericson hevur givið tekin um, at hann ikki metir Petur Knudsen klárar til at byrja á landsliðnum enn.

 

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá landsdystinum, sum byrjar klokkan 19.45 týskvøldið. FM1 byrjar at senda við landsliðsstemningi frá klokkan 10. Frá klokkan 15 byrjar upptaktin og kl 18 er FM1 beinleiðis av Tórsvølli.

 

##ms##