Uttanríkisráðharrin í Ukraina, Dmytro Kuleba á tíðindafundi saman við Nato-aðalskrivaranum, Jens Stoltenberg, fyri fundin millum uttanríkisráðharrarnar í Nato í dag.

Nato lovar Ukraina størri stuðul

- Vit eru samdir um, at vit skulu halda fram við hjálpini til Ukraina, soleiðis at landið kann verja seg móti Russlandi, sigur Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg.

 

Uttanríkisráðharrin í Ukraina, Dmytro Kuleba á tíðindafundi saman við Nato-aðalskrivaranum, Jens Stoltenberg, fyri fundin millum uttanríkisráðharrarnar í Nato í dag.

Uttanríkisráðharrin í Ukraina, Dmytro Kuleba, hevur í dag verið á fundi í Brüssel við uttanríkisráðharrarnar í Nato, og her hevur hann sagt, at tað, sum Ukraina tørvar í stríðnum móti Russlandi, er vápn, vápn og aftur vápn.

 

- Nato vil stuðla okkum við øllum tí, okkum tørvar. Vit stríðast ikki bara fyri okkara trygd, men eisini fyri trygdini hjá tykkum, segði ukrainski uttanríkisráðharrin eftir fundin.

 

Dmytro Kuleba vísti eisini á sonevnda Artikkul 5 hjá Nato, sum sigur, at eitt álop á Nato-land merkir álop á øll Nato-lond.

 

Við tað, at Nato ikki beinleiðis er drigið upp í kríggið í Ukraina, kann Vladimir Putin ikki av hesi orsøk gera seg inn á eitt Nato-land og soleiðis elva til, at Nato eisini verður drigið beinleiðis upp í kríggið.

 

Nato-aðalskrivarin segði eisini eftir fundin, at Nato fer at stuðla einari altjóða kanning av vanlagnuni hjá nógvum sivilfólki, sum hava latið lív undir russisku innrásini í Ukraina.

 

- Vit fordøma ræðuligu drápini av sivilfólki í Butsja og í øðrum ukrainskum býum, sum ukrainar nú hava tikið aftur frá Russlandi. Alt má koma fram í ljósið og tey, sum hava ábyrgd av hesum, mugu dragast til svars.

 

Jens Stoltenberg endurtók, at Nato stuðlar einari altjóða kanning av teimum ræðuleikum, sum her eru framdir.

 

- Vit eru samdir um, at vit skulu halda fram við hjálpini til Ukraina, soleiðis at landið kann verja seg móti Russlandi, sigur Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg.

 

Dmytro Kuleba segði eftir fundin, tá hann møtti tíðindafólki, at hann er ein varin optimistur. Men, hann legði dent á, at hjálpin frá Nato má koma nú, tí annars kemur hon ov seint.

 

- Eg ivist ikki í, at vit fáa tey vápn, sum okkum tørvar fyri at stríðast, men spurningurin er, nær tey koma.

 

Ukrainski uttanríkisráðharrin segði, at trýstið á Russland er økt við teimum revsitiltøkum, sum vesturheimurin hevur sett í verk móti landinum.

 

- Men , so leingi, sum vesturheimurin heldur fram við at keypa gass og olju, stuðla tit Ukraina við aðrari hondini við at lata okkum vápn og russisku krígsførsluni við hinari við at keypa gass og olju.

 

Dmytro Kuleba segði, at nógv sivilfólk doyggja í Ukraina, og tískil mugu tiltøk fremjast, sum kunnu steðga russisku krígsmaskinuni í landinum.

 

 

 

Uttanríkisráðharrin í Ukraina, Dmytro Kuleba á tíðindafundi saman við Nato-aðalskrivaranum, Jens Stoltenberg, fyri fundin millum uttanríkisráðharrarnar í Nato í dag.