kanska kann tykjast eitt sindur tungt og keðiligt, so eru í øllum førum nógv áhugavert at finna í ritgerð hennara. Tað, sum kanska er serliga áhugavert fyri okkum her í Yngd, er sjálvsagt, at ein partur [...] men tá til stykkis kemur, so munnu vit føroyingar ikki vera so galnir kortini. Sjálvur títtleikin av harðskapi er nakað lægri her heima, enn hann er í Danmark, men tað, sum kanska er mest áhugavert er [...] uttan at skula vera bangin fyri, at nakar leggur á teg fyri at stjala peningin. Tá vit so at siga ikki hava hetta slag av harðskapi her heima, so sigur tað seg nærum sjálvt, at vit so gera meira av onkrum
talan um kvetting ella loysing, men ein sáttmála sum ásetir, at vit samstarva við Danmark sum javnbjóðis partur. Onkur hevur nevnt hetta ein ?ríkjafelagsskap? - t.v.s. ein felagsskap av tveimum ríkjum. Mi [...] hví er henda semja so ikki gjørd? Hvat er tað sum skilir partarnar? Jú tað er, at meðan Sambands- og Javnaðarflokkurin vilja hava ein ríkisfelagsskap, so vil samgongumeirilutin hava ein ríkjafelagsskap. [...] verið sett ein grein, sum ásetir, at Føroyar verða í ríkjafelagsskapi við Danmark til ein meiriluti (t.d. 50% av øllum ið hava valrætt) ynskir nakað annað. Eingin við demokratiskum hugburði kann vera ímóti
Føroyar eru eftir øllum at døma als ikki so væl umtóktar, sum ferðamannaland, sum vit sjálvi hava gingið og billa okkum inn. Tað má vera niðurstøðan av kanningini, sum Ferðaráð Føroya hevur latið Bornholms [...] marknaður, sum vit bara ikki hava fingið fatur á. Kortini tykist ikki vera tann stóri viljin í Ferðaráðnum at arbeiða ov nógv við øðrum marknaðum enn tí danska, tí har er enn ein stórur marknaður, sum vit enn [...] lítið sum bendur á, at vit koma nærhendis teimum 50 túsund. Vísir veruleikan Kortini tykist tað ikki sum tað sendir sjokkbylgjur gjøgnum ferðavinnuna, at so er, men tað tykist harafturímóti sum um tað
fjart frá sjálvum handilslívinum í Havn, og kann hetta vera ein orsøk til, at ringt er at fáa fatur á viðskiftafólki. Vágsbotnur skrivstovuøki ? Í Vágsbotni, her sum caféin liggur, eru nærum bert skrivstovur [...] í bili Olivina Joensen heldur ein part av orsøkini til, at tað nærum ikki kemur fyri, at føroyingar støkka inn á gólvið á einari café til ein kaffimunn og lítið ábit, vera, at vit eru alt ov bundin at bilum [...] samstundis vera greiða yvir, at hetta tekur sjarmuna frá caféini. ? Fái eg mær skeinkiloyvi, koma ávís fólk at sita her allan dagin, og hetta kann gera, at onnur, ið ikki hava hug til bara at sita og sutla
fara at vera uppsøgd á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Og hetta er ein uppgáva, sum landsstýrið má taka sær av, hevur leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi boða almanna og heilsumálastýrinum frá Tí tað er ikki ein uppgáva [...] er fyri tað allarmesta bara um at játta pening til at fyrireika ymisk mál við. Og sum vanligt er tað mest sannlíkt, at tað verður uppskotið hjá meirilutanum í fíggjarnevndini, sum verður samtykt. Nú nógv [...] Vági, sum húsast undir sera trongum umstøðum. Minnilutin heldur eisini, at 250.000 eiga at verða játtaðar til bakkaverju í Sumba, umframt 500.000 afturat til Strandferðsluna, so at Smyril eisini kann sigla
harðrenda grein av tí anabaptistisku rørslu, sum gjørdi vart við seg ymsastaðni í Europa, og sum annars mangastaðni var ein friðarrørsla. Teirra endamál var ikki bara at savna tey rættrúnu og útvaldu, men at [...] var kallaður at vera ikki bara kongur, men Messias teirra evstu daga. Hann gifti seg við tí vøkru Divaru, dóttir tann ríka klædnakeypmannin Bernt Knipperdollinck, sum leingi hevði verið ein høvuðsstuðul hjá [...] ella brøðraløgum, sum tátíðar hondverkarar stovnaðu. Hyggja vit nú at 20. øld, so tykist fyrsti heimsbardagi at hava havt sama leiklut sum trúbótin í 16. øld. Við hesum bardaga fór ein heil mentunarlig
at ein oljuhavn annars skal lúka. Pauli Einarsson sigur, at tað kann vera so ymiskt. Hann sigur, at fjarstøðan frá oljupallinum til útgerðarhavnina hevur vanliga ikki tað stóra at siga, uttan so at tað [...] oljuhavnir í Føroyum skulu vera. ? Og tað skal helst vera gjørt longu tá ið leitingin byrjar. Pauli Einarsson sigur, at oljufeløgini fara sostatt ikki uppfata tað sum eina forðing, um ein politisk avgerð verður [...] oljuhavnir skulu vera. Í seinastuni hevur nógv kjak verið um, hvar í Føroyum oljuhavnir skulu vera. Og, ikki minst hevur dúgliga verið kjakast um, hvør skal gera av, hvar oljuhavnirnar skulu vera. Summi halda
víðka um sítt virksemi, so hann enn betur enn nú verður førur fyri at útinna sína uppgávu: at veita fólki, sum á ymsan hátt eru við skerdan lut, eina neyðuga endurbúgving, ein førleika ella grundarlag [...] undir einum førleika, so tey kunnu so vítt tað er møguligt gerast før fyri at klára seg sjálvan, ikki bara á serligum, sonevndum vardum arbeiðsplássum, men eisini á tí vanliga arbeiðsmarknaðinum, metir [...] møguleikum. - Hóast tað er pláss fyri 24 næmingum á ALV-skúlanum, so eru bara 18 í dag. Ilt er at vita, hví almannamyndugleikarnir, sum vísa næmingum til skúlan, ikki troyta henda møguleikan fyri endurbúgving
týdning at hava ein málsetning, at arbeiða fram ímóti, sigur Elin Lindenskov. Hon leggur afturar, at hóast talan er um stór mál, er tað ikki øll tilmæli, sum kosta so nógv. ? Rættiliga nógv kann setast í verk [...] n av eini stórari kanning, sum Tórshavnar Býráð hevur gjørt av viðurskiftunum hjá tiemum eldru í Tórshavnar Kommunu. Hetta er fyrstu ferð, at ein verulig kanning gjørd, sum lýsir viðurskiftini hjá teimum [...] í Sosialu nevnd hjá býráðnum, sum so skal arbeiða víðari við málinum og gera eina ráðfesting um, hvussu, og nær tiltøkini skulu setast í verk, sigur Elin Lindenskov, sum hevur verið í arbeiðsbólkinum alla
halda, at tey eru ein byrða hjá børnunum. Tó halda tey, at tann besta loysnin er at vera heima sum longst við heimahjálp. Tó vildu mong ynskt, at ein skipan við døgnvakt varð sett á stovn, so at tey kundu fáa [...] gomlu halda. Vilja vera heima Og myndin er púra greið: Tey allarfelstu vilja vera heima sum longst. ? Vit eiga húsini við rubb og stubb og fara ikki út, fyrrenn vit verða borin út,er ikki ein óvanligur hugburður [...] og tað er eisini 25% av teimum, sum eru í tí aldursbólkinum. Næstan øll í tí eldra aldursbólkinum hava svarað spurningunum, men bara gott helvtin av spurnarbløðunum, sum vóru send yngra aldursbólkinum,