Næsta ár skal meiri ferð setast á arbeiðið at fyrireika byggingina av nýggjum Smyrli.
Og somuleiðis skal meiri ferð setast á arbeiðið at fyrireika bergholið ímillum Øravík og Hov.
Hetta tykist greitt, nú fíggjarnevndin hevur lagt álitið til fíggjarlóg fyri næsta ár fyri tingið aftur.
Tí bæði meirilutin og minnilutin í fíggjarnevndini mæla til at játta meiri pening til Suðuroynna.
Men talan er fyri tað allarmesta bara um at játta pening til at fyrireika ymisk mál við.
Og sum vanligt er tað mest sannlíkt, at tað verður uppskotið hjá meirilutanum í fíggjarnevndini, sum verður samtykt.
Nú nógv hevur verið tosað um syndarligu støðuna í Suðuroynni, hava vit hugt eftir, um tað hevur ført nakra broyting við sær, nú fíggjarnevndin hevur viðgjørt uppskotið hjá landsstýrinum til fíggjarlóg fyri komandi ár.
Og hóast lítil munur er á, so hevur fíggjarnevndin verið eitt sindur meiri vælviljað ímóti Suðuroynni, enn landsstýrið var í upprunauppskotinum.
Meirilutin í fíggjarnevndini, sum er umboðini hjá samgonguni, skjýtir nevniliga upp at játta 700.000 krónur meiri til ymisk endamál í Suðuroynni enn tað, sum landsstýrið skeyt upp í upprunaliga uppskotinum.
Tað einasta, sum landsstýrið hevði skotið upp at brúka í Suðuroynni komandi ár, var 1,8 millión.
Hesin peningurin skuldi brúkast til vegin ímillum Vág, Lopra og Sumba og til at halda fram til at fyrireika arbeiðið at gera berghol ímillum Øravík og Hov.
Men nú hava samgongumenninir í fíggjarnevndini mælt til at játta 300.000 krónur afturat til vegagerð í Suðuroynni, og tær skulu allar brúkast til at halda fram við ætlanini at fyrireika berghol ímillum Øravík og Hov.
Harafturat hevur meirilutin skotið upp at játta 450.000 krónur til arbeiðið at fyrireika byggingina av einum nýggjum Smyrli.
Í ár var ein millión sett av til endamálið, men bara 48.000 krónur vóru brúktar. Og meirilutin heldur, at arbeiðið at projektera skipið eigur at halda fram.
Í meirilutanum eru Bjarni Djurholm, Heini O. Heinesen, Jógvan Durhuus, Jákup Sverri Kass.
Minnilutin játtar meir
Hinvegin hevur minnilutin í fíggjarnevndini, sum er Flemming Mikkelsen, Lisbeth Petersen og Vilhelm M. Johannesen, skotið upp at játta eitt indur afturat til Suðuroynna.
Minnilutin skjýtur upp at játta 3,2,milliónir til vegagerð ímillum Vág, Lopra og Sumba og til.
Men minnilutin sigur, at av hesari upphædd, kunnu upp til 2,8 milliónir brukast til tunnilin ímillum Øravík og Hov.
Minnilutin skjýtur eisini upp at tingið játttar 250.000 krónur at kanna møguleikarnar at byggja uppí studentaskúlan í Vági, sum húsast undir sera trongum umstøðum.
Minnilutin heldur eisini, at 250.000 eiga at verða játtaðar til bakkaverju í Sumba, umframt 500.000 afturat til Strandferðsluna, so at Smyril eisini kann sigla tveir túrar ímillum Havnina og Suðuroynna mánadag.
Somuleiðis skjýtur minnilutin upp at játta 500.000 til arbeiðið at projektera nýggjan Smyril, so at tað kann halda fram komandi ár.
Og at enda mælir minnilutin til at játta 610.000 krónur til sluppina Johonnu.
Peningurin skal brúkast til at betala tað, sum Johanna skyldar landskassanum, so at tað slepst undan, at hon fer undir hamaran. Minnilutin heldur, at hóast sluppin fer undir hamaran, er peningurin mistur kortini. Tí er hetta uppskotið útreiðsluneutral.
Onki til Sjúkrahúsið
Hinvegin er tað ikki líkt til, at játtanin til Suðuroyar Sjúkrahús verða hægri enn landsstýrið upprunaliga skeyt upp.
Í ár hevur sjúkrahúsið eina játtan upp á 29,9 milliónir og næsta ár er ætlanin at játta 31,2 milliónir.
Leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi hevur ført fram, athetta eru 2 milliónir ov lítið, um ætlanin er at varðveita sjúkrahúsi á sama støði næsta ár, sum tað er á í ár.
Leiðslan hevur eisini gjørt greitt, at skal so nógv sparast sum landsstýrið og nú eisini meirilutin í fíggjarnevndini hevur lagt upp til, mugu heilar funktiónir skerast burtur.
Samstundis fer tað føra við sær, at fleiri fólk fara at vera uppsøgd á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Og hetta er ein uppgáva, sum landsstýrið má taka sær av, hevur leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi boða almanna og heilsumálastýrinum frá
Tí tað er ikki ein uppgáva hjá sjúkrahúsleiðsluni at gera av, hvørjar funktiónir skulu vera á Suðuroyar Sjúkrahúsi, hevur leiðslan boðað Almanna og heilsumálastýrinum frá
Minnilutin í fíggjarnevndini førir fram, at játtanin til Suðuroyar Sjúkrahús er undirmett, og mælir til at hon verður hækkað 2 milliónir krónur
Men nú er tað sjálvdan, at minniluta uppskot verða samtykt.
Sostatt má staðfestast, at lagnan hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi er enn óviss.
Løgtingið fer at viðgera fíggjarlógina í dag.
Eiansti tingmaður í samgonguni í Suðuroynni, Hergeir Nielsen, sigur hinvegin, at fíggjarnevndarlimir hava sannført hann um, at ætlaða játtanin til Suðuroyar sjúkrahús fer ikki at føra uppsagnir við sær.