Hetta er í hvussu so er niðurstøðan hjá Annu Olsen av Tvøroyri, sum í vár lat úr hondum endaligu ritgerð sína til Københavns Universitet. Ritgerðin ber heitið »Voldens omfang og karakter på Færøerne«, og snýr hon seg eisini um hetta evnið.
Anna varð í vár liðug við juridisku útbúgving sína, har hon eisini hevur fingist rættuliga nógv við kriminologi, og hóast hetta kanska kann tykjast eitt sindur tungt og keðiligt, so eru í øllum førum nógv áhugavert at finna í ritgerð hennara.
Tað, sum kanska er serliga áhugavert fyri okkum her í Yngd, er sjálvsagt, at ein partur av ritgerðini snýr seg um harðskap millum ungfólk í Føroyrum. Ein partur av hesum arbeiði er grundaður á eina spurnarkanning, sum Anna gjørdi um ársskifti 1997/98.
Positivt
Sjálvandi er tað ongantíð gott, at harðskapur er yvirhøvur, men tá til stykkis kemur, so munnu vit føroyingar ikki vera so galnir kortini.
Sjálvur títtleikin av harðskapi er nakað lægri her heima, enn hann er í Danmark, men tað, sum kanska er mest áhugavert er, at orsøkirnar og slag av harðskapi ikki eru tey somu, sum talan er um í Danmark.
Í Danmark er tað í hvørjum fjórða føri talan um harðskap við peningaligum ella materiellum vinningi fyri eyga, og hetta slag av harðskapi kemur so at siga ikki upp á tal í Føroyum. T.v.s. at tú trygt kanst ganga við mappuni í reyvalummanum, uttan at skula vera bangin fyri, at nakar leggur á teg fyri at stjala peningin.
Tá vit so at siga ikki hava hetta slag av harðskapi her heima, so sigur tað seg nærum sjálvt, at vit so gera meira av onkrum øðrum, og tað er sjálvandi eisini rætt.
Við dansihøli
Meginparturin av tí harðskapi, sum er millum ung í Føroyum, fer fram í ella uttanfyri dansihøli av ymsum slag, og so at siga allur harðskapur gongur fyri seg í vikuskiftunum.
Meginparturin av teimum, sum eru innblandað í hendingarnar, eru ungir menn, sum eru meir ella minni ávirkaðir av rúsdrekka.
Tað at ungu menninir ella dreingirnir aloftast eru ávirkaðir av rúsdrekka, er helst eisini orsøkin til, at talan er um eitt sindur øðrvísi slag av harðskapi.
Í øllum er líkt til, at vit eru eitt sindur ógvusligari enn danir, tá talan er um harðskap, við tað at tað oftari er talan um persónar, sum fáa smærri snuddir av bardøgunum. Hinvegin er tað sjáldan, at talan er um grovan harðskap, ella harðskap har vápn og amboð verða nýtt.
Eftir mínum tykki sigur hetta eitt sindur um, at tað hjá okkum kanska eru meira óskyldugir bardagar. Bardagar har dreingir koma upp at skeldast um eitthvørt, sum síðani má avgerast við bardaga. Farið verður kanska út um dyrnar í dansihølinum, og so byrjar tað heila. Endin verður aloftast, at annar liggur undir, og fær hesin nakrar snuddir, men so heldur ikki meira. Sjáldan kemur fyri, at liggjandi maður verður sparkaður ella líknandi, og tað má so bara verða at gleðast yvir, hóast man sjálvandi ongantíð skal gleðast yvir slíkar hendingar.
Ein móti einum
Lutflasliga ofta, tá vit hoyra og lesa um harðskap, er tað talan um, at ein persónur er bukaður av fleiri álopsmonnum.
Kanningin sýnir, at hetta als ikki er vanligasta slagið av harðskapi. Hinvegin eru hesar hendingar oftani tær, har avleiðingarnar eru ógvusligar, og tískil eru tað oftani hesar vit hoyra um.
Smb. teimum tølum, sum Anna hevur skrásett, er talan aloftast um bardagar, har einans tveir persónar eru innblandaðir, og er tað tískil ikki rættvísandi, tá bløð og útvarp draga hendingar fram, har ein heilur bandi hevur verið eftir einum einstakum persóni.
Hetta telur helst eisini upp í tað positivu síðuna, tá harðskapurin her á landi verður samanborin við harðskapin aðrastaðni.
Ikki alt skrásett
Ein partur av kanningini hjá Annu snýr seg um, hvussu stórur partur av harðskapinum verður fráboðaður til løgregluna, og hesin partur sýnur, at vit kanska hava verið í so bláoygd ella bjartskygd, tá talan hevur verið um harðskap.
Tað er nevnliga soleiðis, at talan er um ein rættuliga stóran mun á almennu hagtølunum, og teimum hagtølum, sum Anna hevur nýtt í sínari kanning.
Einans 16% av teimum spurdu, sum hava verið partur í einum máli, har harðskapur hevur verið, siga at løgreglan hevur verið kunnað um málið. Hetta merkir altso, at 84% av harðskapshendingunum ikki verða skrásettar hjá løgregluni.
Løgreglan hevur tó ivaleyst eina hóming av, hvussu er statt við harðskapsstøðuni, tí av ritgerðini framgongur eisini, at tað javnan kemur fyri, at løgreglan kemur á staðið, men orsakað av, at talan so ofta er um lótir frá fullum monnum verður ikki stórvegis gjørt við málið. Eru partarnir sissaðir aftur, sær løggan aloftast onga orsøk vera til at gera meira við málið.
Aðrar orsøkir til, at harðskapur ikki verður fráboðaður løgregluni eru, at onkuntíð kunnu tey bukaðu vera ov bangin til at geva boð frá sær, ella tí hildið verður, at málið ikki hevur nakað upp á seg, og at tað tískil ikki er nøkur orsøk til at blanda løgregluna upp í málið.
Osøkin til, at Anna fór undir hesa kanning, er, at tá hon skuldi gera eina høvuðsuppgávu, so helt hon tað vera meira áhugavert at gera eina kanning, sum eisini kundi koma øðrum til góðar.
Eingin líknandi kanning er gjørd í Føroyum áður, og tískil var tað eisini ein stór avbjóðing, eins og stovnar av ymsum slag kunnu gera nýtslu av kanningini.
Tað skal leggjast afturat, at tað ikki er løtuverk at gera eina slíka uppgávu. Góðar 70 maskinskrivaðar A-4 síður, saman við einum hópi av talvum og hagtølum. Oman á alt hetta, skal so leggjast tann tíðin, sum er nýtt til at savna saman tilfari, og hetta er ivaleyst størsti partur av arbeiðinum.
Nærum 1.600 ungfólk fingu spurnabløð sendandi, og av hesum svaraðu góð 700. Øll hesi spurnabløð skuldu síðani leggjast inn í eitt skema, soleiðis at Anna kundi fara undir at viðgera hagtølini. Harumframt eru ein rúgva av politifráboðanum og -málum lisin úr enda í annan, eins og hon hevur fylgt væl við, hvat hevur verið frammi í føroysku fjølmiðlunum meginpartin av einum ári.