Føroyar eru eftir øllum at døma als ikki so væl umtóktar, sum ferðamannaland, sum vit sjálvi hava gingið og billa okkum inn.
Tað má vera niðurstøðan av kanningini, sum Ferðaráð Føroya hevur latið Bornholms Forskningscenter gera.
Hon vísir, at tað, í tíðarskeiðnum 15. maj til 15. september í ár, komu uml. 21.000 ferðafólk, sum ikki hava bústað í Føroyum, til landi.
Hetta tal er nógv lægri enn næstan øll tey, sum fáast við ferðavinnu hvødu roknað við, og munandi lægri enn tað, sum varð sett út í korti fyri nøkrum árum síðani.
Tá varð sagt, at málið fyri ár 2000 var at hava 50 túsund ferðandi í Føroyum, men nú árskiftið nærkast í stórum, er lítið sum bendur á, at vit koma nærhendis teimum 50 túsund.
Vísir veruleikan
Kortini tykist tað ikki sum tað sendir sjokkbylgjur gjøgnum ferðavinnuna, at so er, men tað tykist harafturímóti sum um tað er breið semja um, at hetta er nógv nærri veruleikanum enn tey fimtitúsund nakrantíð hava verið tað.
Stjórin í Ferðaráðnum sigur við Sosialin, at hetta uttan iva er besti parturin við kanningini, tí nú kenna vit grundarlagið at arbeiða út frá.
? Samstundis hava vit fingið at vit, at ferðavinnan leggur um 120 mió. krónur í samfelagskassan, og tað er ein góð upplýsing at hava við framyvir, sigur hon.
Annika Joensen sigur, at hon ongantíð hevur trúð upp á talið 50 túsun, og at tey í hennara tíð á Ferðaráðnum tí ongantíð hava arbeitt eftir hesum talinum.
Danmark er
høvuðsmarknaðurin
Annars vísir kanningin hjá Ferðaráðnum, at tað er danski ferðamarknaðurin, sum heldur føroysku ferðavinnuni uppi.
Umleið 65 prosent av teimum ferðandi eru danir, og tað er ein øgiliga stórur partur. Hini Norðurlondini eiga góð 11 prosent, meðan onnur lond øll eiga minni enn tíggju prosent.
Her skal eisini havast í hugað, at allir føroyingar búsitandi í Danmark og handilsferðandi, búsitandi í Danmark, eru taldi við.
Týskarar eru sambært kanningini, ikki eitt fólkaslag, sum ferðast nógv í Føroyum, og av teimum, sum gera tað fara umleið 50 prosent víðari til eitt nú Íslands. Hetta er kanska nakað sum er vert at hugsa um hjá ferðavinnufólki, tí her er kanska ein marknaður, sum vit bara ikki hava fingið fatur á.
Kortini tykist ikki vera tann stóri viljin í Ferðaráðnum at arbeiða ov nógv við øðrum marknaðum enn tí danska, tí har er enn ein stórur marknaður, sum vit enn ikki hava fingið fatur á, og tað er bíligari at fáa fatur á einum dana, enn tað til dømis er at fáa fatur á einum týskara.
Nøgd við tað tey fáa
Tað, sum kortini sermerkir kanningina hjá Ferðaráðnum er, at tey ferðandi, sum hava verið við í hesari kanningini eru stak væl nøgd við vøruna.
Næstan 60 prosent siga, at tey eru sera væl nøgd og eingin, sum er spurdur sigur, at hann er illa nøgdur. Kortini eiga tey, sum vara av ferðavinnuni at hava í huga, at næstan tíggju prosent svara, at tey halda at nokk kundu havt brúkt peningin betri aðrastaðni.
Verður hugt eftir týskarunum burturav, so sæst, at týskarar ikki eru so væl nøgdir, sum onnur eru tað. Hóast eingin teirra er illa nøgdur, so fara teir flestu tó ikki longur enn til at siga, at teir eru væl nøgdir við ferðina.
Sambært onkrum teirra, sum var við á fundinum, samsvarar hetta væl við teirra fatan av týskarum, tí sagt verður, at teir seta onnur og strangari krøv enn eitt nú danir og vit sjálvi gera.
Kapacitetstrupulleikar
Sum sagt er henda kanningin gjørd í tíðarskeiðnum 15. maj til 15. september í ár, og í tí tíðarskeiðnum ferðast ógvuliga nógvir útisetar til Føroya, ja, onkur helt, at tað ferðast so nógvir, at tað gerst ein »trupulleiki« hjá flutningsfeløgunum.
Tey kunnu ikki flyta meiri enn eitt vist tal av fólki, og eitt av sermerkjunum fyri ferðing til Føroya er, at tað er meiri enn torført at fáa ferðaseðil til Føroya á hásumri, eins og tað er um jóltíðir.
Samstundis er vert at hava í huga, at seingjaplássini, sum eru tøk á føroyskum gistingarhúsum er ikki størri enn eitt vist - talið 1000 varð nevnt mánadagin - og tí ber illa til at fáa fleiri ferðafólk inn í landi í senn.
Sambært stjóranum í Atlantsflog, Magna Arge, er hetta ein trupulleiki tey kenna til í sambandi við at tey selja pakkaferðir til Føroya.
? Vit merkja longu nú, at tað er trupult at útvega seingjapláss, sigur Magni, sum heldur, at tað kann gerast ein stórur trupulleiki tá samanumkemur.
Fá koma aftur
Hóast kanningin vísir, at tey, sum koma til landið eru sera væl nøgd við »vøruna« tey fáa her, siga bert 28 prosent av teimum, at tey rokna við at koma aftur til Føroya.
Tey, sum hava gjørt kanningina seta í sínari niðurstøðu, spurnartekin við um tað er rætt at brúka pengar upp á at fáa tey at koma aftur.
Heldur halda tey, at føroyingar eiga at skapa sær eitt »image«, sum kann draga ævintýrhugað fólk higar til lands, sum ikki hava verið her fyrr.
Samstundis halda tey, at vit eiga at seta okkum spurningin um tað er júst hetta slagið av ferðandi vit vilja hava fatur á, og, ikki minst, hvussu kunnu vit hála onnur á heimsumfatandi ferðamarknaðinum til Føroya.
Gott grundarlag
Hóast tað tykist vera ósemja millum partarnar í ferðavinnuni, hvussu farast skal fram í hvørjum einstøkum føri, so tykist kortini vera breið semja um, at frágreiðingin, sum nú er løgd fram er eitt gott grundarlag hjá ferðavinnuni at arbeiða víðari út frá.
Kanningin, er tann mest nágreiniliga av sínum slag, og hon sigur okkum, at vit hava skotið langt omanfyri málið, tá vit hava mett um tali av ferðandi, og ikki minni tá vit hava sett málini fyri framtíðina. Eingin ivi tykist heldur vera um, at vit mugu seta okkum mál, men betri er, um tey eru grundfest í nøkrum veruligum tølum.
Føroyski landskassin brúkar um 7 mió. krónur til Ferðaráð Føroya, og skal avkastið av hesari útreiðslu mátast, so skal tað gerast í mun til málsetning og úrslitið. Ein slík máting kann bert gerast út frá einum grundarlagi og tað grundarlagið er nú fingið til vegað.