Allir flokkar vilja, at føroyingar fáa evsta vald í egnum landi, og allir flokkar vilja, at vit gera ein nýggjan samstarvssáttmála við Danmark. Grundlógin kann tryggja, at bæði hesi ynski verða uppfylt.
Eftir at hava lisið Hvítubók og fylgt eitt sindur við í aðalorðaskiftinum og kjakinum aftaná, kann ein gera sær nakrar tankar um, hvørt nakar møguleiki er fyri, at fáa allar flokkar at semjast um eina felags kós fyri framtíðar ríkisrættarligu støðu Føroya.
Verður alt smáligt partapolitiskt og persónligt síðlað frá, stendur hetta eftir:
Sambandsflokkurin vil, at Føroyar og Danmark skulu vera javnbjóðis partar í einum felagsskapi. Hann hevur lagt fram eitt uppskot um broytingar, men leggur dent á, at talan er um eitt samráðingarupplegg. Einasta treyt floksins er, at Føroyar verða verandi í ?ríkisfelagsskapi? við Danmark.
Javnaðarflokkurin vil, at føroyskir myndugleikar skulu hava evsta vald í Føroyum, og at ein samveldissáttmáli skal gerast við Danmark um samstarvið framyvir. Flokkurin setir kortini eisini sum treyt, at Føroyar verða verandi í ?ríkisfelagsskapi? við Danmark.
Landsstýrissamgongan vil, at Føroyar fáa fullveldi. Tað merkir, at Føroya Løgting fær evsta vald og fulla ábyrgd av øllum føroyskum viðurskiftum. Men samgongan vil eisini, at gjørdur verður ein sáttmáli við Danmark um tætt og umfatandi samstarv. M.a. er ætlanin, at føroyingar og danir eftir teirri nýggju skipanini skulu hava full rættindi hvør hjá øðrum. Landsstýrismaðurin við sjálvstýrismálum hevur ferð eftir ferð lagt dent á, at samgongan ikki stílar ímóti eini skipan, har alt samstarv við Danmark heldur uppat. Tað er ikki talan um kvetting ella loysing, men ein sáttmála sum ásetir, at vit samstarva við Danmark sum javnbjóðis partur. Onkur hevur nevnt hetta ein ?ríkjafelagsskap? - t.v.s. ein felagsskap av tveimum ríkjum.
Miðflokkurin hevur víst ætlan landsstýrisins vælvild, men tekur ikki støðu til sáttmálan, fyrr enn tað sæst, hvat úrslit spyrst burturúr samráðingunum.
Viðvíkjandi blokkstuðulinum hava allir flokkar á Føroya Løgtingi boðað frá, at hann eigur at verða minkaður burtur. Løgtingið er samt um, at Føroyar skulu hava ein sjálvberandi búskap.
Frá ríkisfelagsskapi
til ríkjafelagsskap
Við hesum í huga kann staðfestast, at flokkarnir standa ikki longur hvør frá øðrum enn, at tað saktans átti at borið til at gjørt semju um eina felags støðu. Men hví er henda semja so ikki gjørd? Hvat er tað sum skilir partarnar?
Jú tað er, at meðan Sambands- og Javnaðarflokkurin vilja hava ein ríkisfelagsskap, so vil samgongumeirilutin hava ein ríkjafelagsskap.
Hvør er munurin á hesum?
Ríkisfelagsskapur er sum kunnugt tað, sum verður brúkt til at lýsa okkara verandi støðu - og tað er í veruleikanum eitt sera misvísandi hugtak. Tað er jú ikki nakar felagsskapur millum ríki. Danska ríkið er ikki ein felagsskapur - tað er eitt eindarríki. Tað er eingin úti í heimi sum tosar um tað grønlendska-danska-føroyska ríkið. Tað finst nevniliga ikki. Tað finst bara eitt danskt ríki. Orðið ríkisfelagsskapur er tískil eitt misvísandi heiti fyri tað danska eindarríkið.
Hvat ríkjafelagsskapur er, er eingin ivi um. Tað er ein felagsskapur av ríkjum. Í einum ríkjafelagsskapi ber til at hava greiðar linjur fyri samstarvinum millum ríkini, tí partarnir eru sjálvstøðugir, og hava evsta valdið í egnum landi. Um Føroyar og Danmark ganga saman í ríkjafelagsskap, kunnu vit byggja upp eitt virðiligt samstarv millum javnbjóðis partar.
Tað er hetta sum allir flokkar siga seg ynskja. Men tað ber ikki til, so leingi Føroyar eru partur av tí danska eindarríkinum. Fortreytin fyri javnbjóðis samstarvi, er javnbjóðis útgangsstøði. Fortreytin er, at føroyingar fáa evsta vald í egnum landi.
Grundlógin kann tryggja ríkjafelagsskapin
Sum nevnt omanfyri tykjast fortreytirnar at vera til staðar fyri eini breiðari semju um spurningin. Men hvussu kunnu partarnir møtast? Hvussu ber til at tryggja, at vit bæði fáa evsta vald og samstarvssáttmála við Danmark?
Taka vit Sambands- og Javnaðarflokkin fyrst, so mugu teir flyta seg í spurninginum um tann sokallaða ríkisfelagsskapin. Meina teir tað í álvara tá teir siga, at vit skulu samstarva við Danmark sum javnbjóðis partur, so noyðast teir at ganga frá kravinum um, at vit framhaldandi skulu vera partur av tí danska eindarríkinum, og tískil undir donskum valdi.
Afturfyri eigur samgongan at ganga við til eina skipan sum gevur fulla vissu fyri, at vit framhaldandi fara at hava tætt samband við Danmark eftir at vit hava fingið fullveldi. Karmurin um hetta samstarv kundi verið nevndur ein ríkjafelagsskapur.
Ein nevnd, har tá mátti borið til at funnið saman um hetta, er grundlógarnevndin. Har eru allir flokkar umboðaðir.
Grundlógaruppskotið ásetir sjálvsagt, at løgtingið fær evsta vald í landinum. Men í grundlógina kundi eisini verið sett ein grein, sum ásetir, at Føroyar verða í ríkjafelagsskapi við Danmark til ein meiriluti (t.d. 50% av øllum ið hava valrætt) ynskir nakað annað. Eingin við demokratiskum hugburði kann vera ímóti eini slíkari grein.
Um uppskotið verður samtykt fer tað tískil at hava við sær, at vit fara frá eini heimastýrisskipan, ið bert er tryggjað við fólkatingslóg, til ein grundlógartryggjaðan ríkjafelagsskap og fullveldi.
Tað hevði tænt allari tjóðini til heiður og sóma, um tey fólkavaldu funnu saman í hesum álvarsmáli, ið viðkemur okkum øllum og fer at hava stóra ávirkan á samfelag okkara í allari framtíð. Málið er alt ov álvarsamt til at verða nýtt til partapolitiska kapprenning eftir atkvøðum.
Gud gevi at øll tit fólkavaldu fyri einaferð skyld kundu staðið saman sum ein maður. Tað hevði styrkt álit og umdømi tykkara manna millum, bæði her á landi og aðrastaðni.
Absalon Absalonsen










