hevur ongantíð verið so lítið, sum tað er nú. Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í januar í ár var arbeiðsloysið 1,1 prosent, og tað er eisini 1,1 prosent minni enn tað var fyri einum ári síðani, tí í januar [...] 2,2 prosent. Hjá mannfólki er arbeiðsloysið 0,9 prosent og hjá konufólki er tað eitt sindur hægri, ella 1,3 prosent. Í tali var arbeiðsloysið 323 persónar í januar í ár, tað eru 302 færri enn sama mánað [...] mánað í fjør. Hagstovan sigur, at hetta er tað minsta arbeiðsloysið, sum nakrantíð er skrásett. Frammanundan var arbeiðsloysið minst í juni 2008, tá ið 333 føroyingar vóru arbeiðsleysir, ella svarandi til
sjálvt um myndugleikar eisini leitaðu. Nú tað er váttað, at Minna er deyð, skrivar hon á Facebook vangamynd síni: "Minna hevur nú fingið vakrar veingir frá Várharra og er farin til himmals. Ærað verið hennara [...] hevur nú váttað, at tað var 48 ára gamla Minna Dahl Michelsen, ættað úr Havn, sum varð funnin deyð í einum mýrilendi við Flinting Å á Lollandi leygarkvøldið. Líkskoðan hevur verið, og tað er staðfest fyri vist [...] vist, at talan er um Minnu. Einki bendir á, at talan er um eina brotsgerð. Minna Dahl Michelsen var autistur og búði í einari vardari íbúð í Nykøbing Falster. Tey sum kendu Minnu, vita, at hon var eitt
Føroyum, og tað er tað mesta, sum nakrantíð hevur búleikast her. Sostatt vaks fólkatalið 822 fólk í fjør og tað er ein vøkstur upp á 1,6 prosent. Hagstovan sigur, at ein orsøk til vøksturin er, at tað 272 fleiri [...] fleiri børn fødd enn tað vóru fólk, sum doyðu og tað svarar til ein triðing av fólkavøkstrinum. Hin orsøkin er, at tað flutti 550 fólk fleiri til Føroya enn tað fluttu út Føroyum, og tað eru tveir triðingar [...] fólkavøkstrinum. ##med2## Hagstovan sigur, at gongdin er, at síðan fólkatalið fór at vaksa aftur um ársskiftið 2013 – 2014, tá vit vóru umleið 48.300 í tali, er vøksturin í fólkatalinum spakuliga øktur, soleiðis
spæla við orkestrinum nakrar tímar um vikuna og so sparir orkestrið tær lønirnar. - Tað er avgjørt ein bati – men tað er avgjørt ikki nóg mikið, sigur Poul Jákup Thomsen. - Hetta kann so ikki brúkast til [...] sum ein partur av eini loysn. Hann sigur, at sum støðan er nú, er virksemið hjá orkestrinum minkað niður í helvt, tí játtanin er so tepur, og tað kann ikki halda fram. [...] . Føroya Symfoniorkestur hevur víst á, at tað er átrokandi neyðugt at fáa munandi økta játtan, annars kann orkestrið ikki halda fram og hvaðna minni kann tað mennast. Játtanin hevur verið undir eina millión
helst ístaðin. Hóast tað er púrasta greitt, at brúkarin í hesum førum hevur allan rættin á sínari síðu, er mann prísgivin náði seljarans. Fær mann ikki rætt tá mann hevur rætt, er einki annað at gera enn [...] Hetta er ikki nakað eindømi, har keypari er komin í rasshaft av onkrari vánaligari vøru, sum seljarin ikki vil kennast við. Nógvir brúkarar munnu eisini kenna støðuna aftur, tá seljari tekur sær rætt til [...] sakarmálskostnaðin. Her er eyðsæð, at tey fáu rættindi, ið ein brúkari hevur í Føroyum í dag, missa nógv virði undir verandi umstøðum. Okkurt meira má til. Rundan um okkum, tað verði seg í Grønlandi, Íslandi
og ríkligan hátt. Men eg fari at minna teg á, kæri veljari, at tað ger ikki tað sama, hvussu tað verður stýrt – og tað ger sanniliga ikki tað sama, hvønn tú velur! Og tá ið vit hugsa um tann øgiliga ágangin [...] Tað gongur væl í Føroyum, og fólkatalið fer nú at nærkast 49.000 og liggur um tað hægsta, tað nakrantíð hevur verið. Eg skal ikki geva Fólkaflokkinum ella samgonguni, ið nú situr, alla æruna fyri tað, [...] frá andstøðuflokkunum hesi seinastu árini, so mugu vit siga, at hetta so ríviliga er gjørt til skammar!! Minnist til tað, góðu føroyingar! Eg havi valt enn einaferð at stilla upp, og eg ætli mær at gera
njóta tað náttúrugivna virðið rundan um okkum. Hin møguleikin er, at vit staðfesta tað øvugta, nevniliga at hvørsmansrættur ikki er galdandi í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin. Hann sigur, at tað er tað [...] til at avmarka ferðsluna, har tað er neyðugt. – Royndirnar aðrastaðni hava eisini víst, at tað er ein fyrimunur at skipa hvørsmansrættin neyvari í lóggávu, soleiðis at tað verður lógarásett, hvar mørkini [...] Eftir mínum tykki er tað avgerandi, at tað verður staðfest í nýggju stjórnarskipanini, at øll hava rætt til at fara í hagan og í fjøllini . Tað heldur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Í
midlum. Og tað er tað, sum ger demokratiið til eina sárbæra skipan. Tað rúmar altíð møguleikan fyri at sláa yvir í tað mótsatta. Tað livir altíð við vandanum um at upploysa seg sjálvt. Tað var tað, sum hendi [...] til valdið. Tað var tað, sum hendi í Eksjugoslavia í 90´unum, tá Slobodan Milosevic varð valdur og byrjaði sína etnisku útreinsan. Tað er tað, sum hendir í Russlandi í dag, har Putin-stjórnin er í ferð við [...] dag og er ikki nakað, sum vit bara kunnu avgreiða í einum anonymum kliva fjórða hvørt ár. Demokrati er meirilutans vilji, men demokrati er ikki bara meirilutans vilji. Demokrati er meiri enn tað, sum meirilutin
eldrabýli í Suðuroy. Men hóast tað nú eru tvey ár síðani, er einki avgreitt enn. Ein avleiðing av tí er so er so eisini tað, at eingin nýggjur leigusáttmáli fyri 2017 og 2018 er gjørdur ímillum Bú– og Hei [...] eitt sindur. Eitt nú er tað ógreitt, hvør skal eiga eldrabýlini í Suðuroy, og nettupp tað er ein spurningur, arbeitt hevur verið við nú í langa tíð. Og Vágs Býráð hevur nú samtykt, at er greiða ikki fingin [...] tingarnar í ávikavist Føroyum, Danmark og í Íslandi. Sostatt er ikki samsvar ímillum tað, kommunurnar skulu rinda, og tað, tær fáa. Tað er ein ein frægari skipan hjá teimum kommununum, sum hava nógvar
Samstundis er negativ renta áløgd fleiri – gott nokk er markið fyri nær tú rindar negativa rentu í dag nokkso høgt, men hetta fer allarhelst bara at lækka, sum tíðin frálíður. Tað síggja vit longu. Og tað er ongin [...] Eg haldi, vit eru komin at mørkum. Eg skilji væl, at tað kann ljóða fremmant við eini almennari bankaloysn, men hetta er ikki nakað nýtt. Tað er ikki langt síðan, at vit høvdu giro-stovuna hjá Postverki [...] so at siga monopol uppá okkum føroyingar, tí tað er ásett, at øll skulu hava eina lønarkonto í einum góðkendum skattaavrokningarstaði, og higartil eru tað bert bankarnir, ið hava verið góðkendir. Orsøkin