Løgreglan í Falster hevur nú váttað, at tað var 48 ára gamla Minna Dahl Michelsen, ættað úr Havn, sum varð funnin deyð í einum mýrilendi við Flinting Å á Lollandi leygarkvøldið. Líkskoðan hevur verið, og tað er staðfest fyri vist, at talan er um Minnu.
Einki bendir á, at talan er um eina brotsgerð.
Minna Dahl Michelsen var autistur og búði í einari vardari íbúð í Nykøbing Falster. Tey sum kendu Minnu, vita, at hon var eitt gott og lívsjáttandi menniskja.
Bettina Elsborg fra Nykøbing, sum kendi Minnu væl, skipaði fyri privatari leiting eftir Minnu, sjálvt um myndugleikar eisini leitaðu. Nú tað er váttað, at Minna er deyð, skrivar hon á Facebook vangamynd síni:
"Minna hevur nú fingið vakrar veingir frá Várharra og er farin til himmals. Ærað verið hennara minni".