Hetta hava vit fingið at vita seinastu 10 árini, men enn er einki hent.
Poul Jákup Thomsen, leiðari í Føroya Symfoniorkestri, hevur ikki stórvegis álit á eini ætlan hjá landsstýrismanninum í mentamálum um bøta um umstøðurnar hjá orkestrinum.
Føroya Symfoniorkestur hevur víst á, at tað er átrokandi neyðugt at fáa munandi økta játtan, annars kann orkestrið ikki halda fram og hvaðna minni kann tað mennast.
Játtanin hevur verið undir eina millión í mong ár, samstundis sum prísirnir hækka.
Poul Jákup Thomsen sigur, at orkestrið má hava eina játtan á fimm milliónir fyri at kunna verða til.
Nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerar, hevur Fíggjarnevndin spurt Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum, hvat hann ætlar at gera við støðuna.
Bjørn Kalsø sigur, at ætlanin er at hækka játtanina 62.000 krónur næsta ár.
Hann sigur eisini, at arbeitt verður við at seta í verk eina skipan við samansettum starvssetanum, ið geva eitt nú musikkskúlalærarum møguleika at undirvísa og spæla við orkestrinum í størri mun enn nú.
- Hetta hava vit hoyrt seinastu 10 árini, men enn er einki hent, sigur leiðarin í symfoniorkestrinum.
Men verður tað sett í verk, merkir tað, at tónleikarar, sum eru lærarar í musikkskúlanum, kunnu spæla við orkestrinum nakrar tímar um vikuna og so sparir orkestrið tær lønirnar.
- Tað er avgjørt ein bati – men tað er avgjørt ikki nóg mikið, sigur Poul Jákup Thomsen.
- Hetta kann so ikki brúkast til at fáa tónleikarar uttanlands til Føroya at spæla við orkestrinum. Hetta rindar ikki flogferðaseðlar og gisting og nótar og ljóðføri, so hetta kann avgjørt bara metast sum ein partur av eini loysn.
Hann sigur, at sum støðan er nú, er virksemið hjá orkestrinum minkað niður í helvt, tí játtanin er so tepur, og tað kann ikki halda fram.










