Tað ódemokratiska demokratiið

Demokratiskt valdir politikarar kunnu saktans taka ódemokratiskar avgerðir. Og tað ger demokratiið til eina sárbæra skipan, sum altíð rúmar møguleikan fyri at glíða yvir í tað mótsatta. Tí stendur slagið um tað sanna demokratiið hvønn tann einasta dag og er ikki nakað, sum vit bert kunnu avgreiða í einum anonymum kliva fjórða hvørt ár. Tað segði Heini í Skorini, blaðmaður og lesandi, undir tiltaki Javnaðarfloksins í Grasagarði tann 1. mei. Niðanfyri prenta vit røðuna

Hvussu varðveita vit tey demokratisku virðini?

Hetta var spurningurin, eg fekk í telefonhorninum, tá eg varð biðin um at halda eina røðu tann 1. mei. Ja, hvussu varðveita vit tey demokratisku virðini? Og hvørji eru hesi sonevndu demokratisku virðini? Sum eg hugsaði um henda spurning, gjørdist tað mær greitt, at eg fyrst mátti finna fram til, hvat vit í roynd og veru meina við, tá vit tosa um demokrati. Hetta hugtak, sum sá dagsins ljós í býstatunum í gamla Grikkalandi, og sum í dag – 2500 ár seinni – verður so nógv nýtt og misnýtt í almenna kjakinum, at tað eftirhondini er vorðið eitt innantómt og útvatnað hugtak.

Øll eru nevniliga demokratar í dag og vilja verja tey flottu og hábærsligu demokratisku virðini. Og líkamikið hvat politiskt sjónarmið verður lagt á borðið, kann tað altíð gerast í fólkaræðisins navni. So áðrenn vit kunnu svara, hvussu vit varðveita tey demokratisku virðini, mugu vit fyrst finna útav, hvat demokrati er fyri nakað.

 

Tá meirilutin ræður

Tann mest spontana og útbreidda definitiónin er, at demokrati er ein stýrisháttur, har meirilutin ræður og sleppur fjórða hvørt ár at avgera, hvør skal hava politiska valdið komandi fýra árini. Og tey, sum tá verða sett at stýra landinum, og tær avgerðirnar, sum tá verða tiknar, kunnu ongantíð vera annað enn demokratiskar. Tað eru jú fólkavald umboð, ið taka avgerðirnar. Tey demokratisku virðini eru í hesum ljósi virðir meirilutans.

Men henda demokratifatanin er samstundis eisini tann mest óumhugsaða. Einki er meiri vandamikið enn at uppfata demokratiið einans sum viljan hjá meirilutanum. Hesin avmarkaði og snæðurskygdi hugsunarhátturin hevur elvt til mangar ræðuleikar gjøgnum søguna. Tí henda demokratifatan hevur eitt blint álit á, at meirilutin altíð tekur tær bestu og rættastu avgerðirnar. Og hvat merkir tað? Jú, tað merkir, at um 51 prosent av Føroya fólki í morgin verða samd um at avtaka demokratiið, ja, so gera tey tað.

Demokratiið er nevniliga tann einasta samfelagsskipanin, sum kann avtakast við demokratiskum midlum. Og tað er tað, sum ger demokratiið til eina sárbæra skipan. Tað rúmar altíð møguleikan fyri at sláa yvir í tað mótsatta. Tað livir altíð við vandanum um at upploysa seg sjálvt. Tað var tað, sum hendi í Týsklandi í 30´unum, tá meirilutin atkvøddi Hitler til valdið. Tað var tað, sum hendi í Eksjugoslavia í 90´unum, tá Slobodan Milosevic varð valdur og byrjaði sína etnisku útreinsan. Tað er tað, sum hendir í Russlandi í dag, har Putin-stjórnin er í ferð við at avtaka pressufrælsið, skrivi- og talufrælsið og hevur likviderað fleiri stjórnarkritikarar. Og tað er tað, sum hendir í fleiri muslimskum londum, har fólkið atkvøður antidemokratiskar islamistar til valdið.

Soleiðis kann meirilutin atkvøða fólk til valdið, sum gjøgnum eina demokratiska prosess avtaka demokratiið. Og hetta lýsir, hvussu demokrati kann glíða yvir í fleirtalstyranni. Hvussu hárfínt markið er millum demokrati og despoti. Og hvussu stór misskiljing tað er, at demokratiið hevur sigrað, tá vit hava givið okkara atkvøðu fjórða hvørt ár og annars lata politisku valdsharrarnir stýra, sum teimum lystir.

Tað var hetta, sum fekk Roskilde-biskuppin Jan Lindhardt til at siga, at “demokrati er i sig selv hverken en god eller dårlig styreform; det kommer alt an på, hvad man stemmer sig til.

 

“Demos” er alt fólkið

Tí kunnu demokratiskt valdar stjórnir eisini taka ódemokratiskar avgerðir. Tí kann demokratiið vera ódemokratiskt. Og tí verður slagið um demokratiið vunnið ella tapt hvønn tann einasta dag og er ikki nakað, sum vit bara kunnu avgreiða í einum anonymum kliva fjórða hvørt ár.

Demokrati er meirilutans vilji, men demokrati er ikki bara meirilutans vilji. Demokrati er meiri enn tað, sum meirilutin ynskir. Demokratiið gerst ikki demokratiskt, fyrr enn vit skilja hugtøkini “demos” og “kratos”, fólka – stýri, sum hetta grikska orðið merkir á føroyskum. Fólkið er nevniliga meiri enn meirilutin. Fólkið er alt fólkið. Fólkið umfatar tí eisini minnilutar. Ja, fólkið umfatar hvønn tann einasta borgara, sum í hesum landi býr. Og um øll skulu bestemma eitt sindur, merkir tað eisini, at eingin sleppur at bestemma alt. Tí snýr demokratiið seg ikki um vald, men um valdsins avmarkingar. Tað snýr seg um mørkini fyri tínum og mínum frælsi.

Tí er demokratiið so nógv meiri enn ein skipan ella konstitutionellur karmur um eitt samfelag. Vit kunnu demokratisera politisku skipanina so galið vit vilja. Men tað nyttar einki, um vit ikki demokratisera menniskjuni í hesum sama samfelagi. Tað demokratiska sinnalagið hjá borgarunum í hesum landinum hevur óendaliga nógv størri týdning enn skipanir, lógir og paragraffir. Tað er við øðrum orðum inni í okkara høvdum, at demokratiið skal realiserast.

Um demos soleiðis merkir alt fólkið, merkir tað eisini, at hvør einstakur skal sleppa at liva í einum demokratii sambært síni egnu sannføring, so leingi viðkomandi annars heldur landsins lógir. Tí noyðast vit at tolerera hvønn annan og viðurkenna fjølbroytni. Og tí noyðast vit at góðtaka, at vit ongantíð kunnu tvinga onnur inn undir somu sannføringar, sum vit sjálvi hava. Við øðrum orðum noyðast vit at góðtaka meginregluna um, at mítt frælsi endar, tá títt frælsi byrjar. Hetta er sjálvur grundtankin handan hugtøk sum toleransa og persónligt frælsi.

Og so kann spurningurin um, hvørji tey demokratisku virðini eru, loksins svarast. Tað er fyrst og fremst rætturin til – undir ábyrgd fyri lógini – at sleppa at velja og liva sítt egna lív uttan statsliga og politiska uppíblanding.

 

Fólkastýri á føroyskum

Spurningurin er so til seinast, hvussu politiski veruleikin í Føroyum sampakkar við hesi noblu demokratisku idealini. Og mín niðurstøða er, at demokratiska sinnalagið av og á tykist at hava trong kor í Føroyum. Og at vit mangan síggja antidemokratiskar tendensir, enntá frá fólkavaldum politikarum. Sjónarmið, sum ikki virða tað persónliga frælsið. Sum ikki virða fjølbroytni. Sjónarmið, sum vilja tvinga allar borgarar inn undir eina ávísa sannføring. Sjónarmið, sum gera seg inn á hugmyndina um eitt neutralt statsapparat. Sjónarmið, sum lukta langan veg av andaligari imperialismu.

Og mín kritikkur fer m.a. til teirra, sum seinasta árið hart og týðiliga hava lagt fram eina klárt defineraða visjón um, at í Føroyum er ikki pláss fyri teimum, sum fella uttanfyri tann nationala felagsskapin. Sum onkursvegna fella uttanfyri tað rætta, tað góða, tað reina og tað normala. Hesin háttur at konstruera eitt føroyskt samfelagsgrundarlag hevur ekskluderandi og diskriminerandi undirtónar. Øll sleppa nevniliga ikki upp í part, um okkara samfelagsgrundarlag skal vera nakað, sum “i sagens natur” skilir okkum sundur.

Tak t.d. hugmyndina um eina kristna tjóð. So óføroyskt tað enn kann ljóða, seti eg spurnartekin við hesa vending. Tað er eftir mínum tykki ikki uppgávan hjá einum stati at “bekenna” seg til nakra ávísa religión. Ein statur eigur ikki favorisera nakran ávísan trúarbólk ella átrúnaðarliga institutión. Og at vit framvegis eftir yvirtøkuni av fólkakirkjuni halda fast um hesa leivdina frá einaveldinum í miðøldini, at kirkjan skal vera partur av statinum, er eftir mínum tykki idioti. Og harvið havi eg einki sagt um kristindómin í sær sjálvum og ta positivu ávirkan, sum kristindómurin sum søgulig fortreyt kann hava havt fyri menningina av tí liberala demokratinum.

Stóra andsøgnin er, at tá vit við okkara lógum og skipanum vilja tvinga allar borgarar landsins inn undir eina ávísa religión, kemur trúarfrælsið í vanda. Tí tá vit byggja eitt politiskt projekt á religión, royna vit automatiskt eisini at tvinga onnur inn undir okkara egnu religiøsu sannføringar. Og so hava vit í prinsippinum avtikið trúarfrælsið. Eitt demokrati, sum vil varðveita trúarfrælsið, noyðist tí at vera sekulert, tað vil siga skilja sundur átrúnaðarliga og politiska valdið. Kostnaðurin fyri trúarfrælsið er tí, at vit halda tunguna mitt í munninum og varðveita neutralitetin.

Soleiðis er tað liberala demokratiið og tann vesturlendski nationalstaturin reint prinsipielt bygdur upp. Sum eitt sekulert demokrati við trúarfrælsi, hvørs fremsta endamál er at varðveita tey demokratisku virðini.