Eldraøkið í Suðuroy flýtur eitt sindur. Eitt nú er tað ógreitt, hvør skal eiga eldrabýlini í Suðuroy, og nettupp tað er ein spurningur, arbeitt hevur verið við nú í langa tíð. Og Vágs Býráð hevur nú samtykt, at er greiða ikki fingin á málinum í seinasta lagið á nýggjárinum, fara tey at viðgera málið av nýggjum.
Higartil hevur støðan verið tann, at Suðuroyar Bú– og Heimatænasta, sum er eldrasamstarvið ímillum kommunurnar í Suðuroy, hevur leigað verandi sambýli frá kommununum. Her er talan um øll eldrabýlini, uttan Ellis- og Røktarheimið á Tvøroyri, sum landið eigur, hóast kommunurnar rinda raksturin.
Men fyri tveimum árum varð samtykt, at Bú– og Heimatænastan skuldu keypa, og sostatt yvirtaka øll eldrabýli í Suðuroy.
Men hóast tað nú eru tvey ár síðani, er einki avgreitt enn. Ein avleiðing av tí er so er so eisini tað, at eingin nýggjur leigusáttmáli fyri 2017 og 2018 er gjørdur ímillum Bú– og Heimatænastuna og Vágs Býráð um ellis– og røktarheimið, Hamragarð, og Eldrasambýlið í Vági. Ístaðin hava tey arbeitt eftir tí gamla leigusáttmálanum.
Men nú vilja tey í Vágs Býráð hava at vita um tað røkkur ella støkkur. Eitt nú vilja hava nýggjan leigusáttmála fyri 2017 og 2018. Men tey vilja eisini hava greiði á, hvussu eigaraviðurskiftini verða – altso um Bú– og Heimatænastan yvirtekur eldrabýlini, ella ikki. Og tað vilja at vita áðrenn árið í ár er farið.
Sambýli við Sílá, er eisini ein bygningur, har bíðað verður eftir eini avgerð. Les meiri um tað her: Eg skilji væl at eigararnir harmast
Tískil hevur Vágs Býráð nú samtykt, at verða eigaraviðurskiftini ikki avgreidd á nýggjárinum, fara tey at taka avleiðingarnar av tí. Tað merkir, at tey meta seg av at vera leys av avtaluni um, at Bú– og Heimatænastan skal keypa eldrabýlini. Hinvegin fara tey at taka málið upp til nýggja viðgerð fyri at vita, hvussu farast skal fram, um tey framvegis skulu arbeiða fyri at Bú– og Heimatænastan skal yvirtaka eldrabýlini, ella um ein onnur loysn skal finnast.
– Tað ber ikki til, at hesi málini ligga óavgreidd longri, og verður úrslitið, at ætlanin verður slept um at Bú– Heimatænastan skal yvirtaka eldrabýlini, má ein nýggjur leigusáttmáli gerast fyri tey beinanvegin fyri árini, sum koma, sigur borgarstjórin í Vági Dennis Holm.
Ein orsøk til, at eigaraviðurskiftini ikki eru avgreitt, er, at skal Bú– og Heimatænastan ogna sær øll eldrabýlini, fer skuldin hjá kommunum at hækka. Samstundis tað eru summar kommunur, sum onga inntøku fáa av yvirtøkunum, tí tær eiga einki í eldrabýlunum, sum eru. Og borgarstjórin í Vági heldur, at í roynd og veru er tað ein orsøk til, at summar kommunur ikki so heilhjartaðar fyri at lata Bú– og Heimatænastuna yvirtaka eldrabýlini.
Men hann heldur eisini, at ein orsøk til støðuna, er, at endurgjaldið, kommunurnar fáa frá Landinum er verri enn so nokk fyri tær útreiðslur kommunurnar hava av eldraøkinum. Tískil mugu kommunurnar rinda ein stórar upphæddir úr sínum egna kassa til eldraøkið.
Skipan er tann, at kommunurnar rinda til eldraøkið, alt eftir hvussu nógv fólk eru yvir 67 ár. Men endurgjaldið, tær fáa frá landinum er eftir eini heilt aðrari skipan, tí endurgjaldið, er pensjónsskatturin, umframt tær inntøkurnar í annars stava frá teimum, sum sigla undir Fas, Dis og Nis, sum eru altjóða skipaskrásetingarnar í ávikavist Føroyum, Danmark og í Íslandi. Sostatt er ikki samsvar ímillum tað, kommunurnar skulu rinda, og tað, tær fáa.
Tað er ein ein frægari skipan hjá teimum kommununum, sum hava nógvar sjómenn undir Fas, Dis og Nis, tí tær hava ein fíggjarligan fyrimun fram um tær kommunur, sum lítið av sjófólki undir hesum skipanum.
Samstundis hevur Suðuroy einki fingið av búskaparligu framgongdini, sum hevur verið og samanumtikið merkir tað, at kommunurnar fáa ikki fíggja eldraøkið, so væl, sum tær vilja.
– Tað er eingin rúmd fyri menning, tí pengarnir strekkja ikki til, siga býráðslimir í Vági. Og tað pínur teir, at tey eldru í Suðuroy ikki kunnu fáa somu tilboð, og somu tænastur, sum tey eldru fáa nógva aðrastaðni, har búskaparliga framgongdin er stór, og har kommunurnar eru nógv betri fyri av tí sama.