síðani, og tí er tað at frøast um, at vend tykist vera komin í, soleiðis at 14 søktu í fjør og 16 nú í ár. Lestrarskrivstovan viðger nú umsóknirnar, og umsøkjarar fáa svar fríggjadagin 11. juli . Fyrst í august [...] útbúnum KT-fólki í KT-vinnuni og manga aðrastaðni við. Eisini hevur nýggja masterútbúgvingin í Leiðslu og Skipan vind í seglunum. Tey fyrstu 10 hava nýliga fingið prógv, og nú hava 22 søkt um lestrarpláss [...] færri hava søkt inn á læraraútbúgvingina, sum tó hevur 55 umsóknir og tí meira enn nóg mikið til tey umleið 35 plássini, sum eru, og trý fleiri hava søkt inn á námsfrøðiútbúgvingina, sum hevur fingið 42
ikki longur ein yrkisleikbólkur, men eitt leikhús. Hvat vil tað siga? Fyrst og fremst: Áherðslan skal liggja á -bólkur og -hús! Og tað er so at siga einasti munurin: Bólkurin hevur fingið eitt hús at vera [...] stendur í handlinum og tosar um bomm - og harafturat um bomm, sum ikki eru at fáa í handlinum! Tað kann tykjast tómt og einkisigandi, men tað gevur persónunum lív, og fær áskoðaran (um alt gongur sum tað skal) [...] kroppsligt arbeiði at gera ein sonevndan "krypil". Ávísir musklar og liðir eru undir hørðum trýsti, og mugu venjast. Afturat tí kemur so røddin, og annars tað vanliga karakterarbeiðið: Hvør er hann, hvat ger
Føroyar av suðri og útsynningi. Í dag Lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Sólglottar og kanska regn ella sirm av og á og sum frá líður møguliga mjørkaflókar. Hitin millum 12 og 14 stig. Í [...] andøvsgul, 2 til 7 m/s og snarar í ein landsynning. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 12 og 15 stig. Um kvøldið øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og eystri, 7 til 12 m/s [...] sunnan. Tað verður skýggjað og regn. Hitin millum 10 og 13 stig. Hósdagin Andøvsugl upp í ein strúk av landsynningi og suðri, 7 til 12 m/s. Tað klárar sum frá líður í og verður turt og onkrir sólglottar. Hitin
at arbeiðsumstøðurnar á Landssjúkrahúsinum ikki góðar, og at tað kann hava verið viðvirkandi til støðuna við nógvum sjúkrameldinum í mai og fyrst í juni mánaða. Eisini verður mett, at fyrstu langtíðar [...] húsinum og leiðsluna. Úrskurðurin er soljóðandi: Ljósmøðrafelag Føroya verður dømt at viðurkenna, at tað er eitt óheimilað stríðsstig, at so nógvar ljósmøðursjúkrameldaðu seg, tó ikki í mai og allan juni [...] mai og juni. Tó var talan um eitt óheimilað stríðsstig, tá í vikuskiftinum 9-11 juni, at fimm ljóðsmøður meldaðu seg sjúkar uttan læknaváttan. Tað er eitt so tætt samanfall millum hesa hendininga og teldupostin
Norðoyggjum, Skúvoy og aðrastaðni. Eg ætli nevniliga at fáa eina heildarloysn allastaðni. At atkomuviðurskiftini eru í lagi, at ferðasambandið er í lagi og eisini at viðurskiftini at koma umborð og í land eru í [...] ætlar at vitja útoyggjarnar og kanna, um umstøðurnar kunnu betrast. — Hetta við ferðasambandinum út í Hest er tað fyrsta stigið á leiðini. Vit hugsa um allar útoyggjarnar og ætla at vitja kring landið. [...] Í gjár vóru báðir við Spógvanum, tá ið hann fór sín fyrsta túr út í Hest. Báðir smíltust og lótu væl at túrinum. Ósemjan stingur seg upp, tá ið spurningurin kemur inn á, um hetta er ein varandi ella fyribils
ávirkaður av tí suðuramerikanska, og sjálvur sigur Leo Brouwer frá tí stóra árini, sum rytmur og spæl hjá afrikanskum trælum og eftirkomarum teirra á Kuba hava havt á gittarspæl og tónleikaverk hansara. Tað ger [...] heimskenda gittarleikaran og tónaskaldið Leo Brouwer. Hann er millum fremstu nøvnini í klassiska tónleikinum í tjúgindu øld, tónleikur hansara er nógv spældur og væl umtóktur, og nú hann fyllir 80 ár, er [...] kennir teg vera á ferð til fjarskotin og loyndarfull støð. Leo Brouwer hevur skrivað tónleik og orkesturverk til onnur ljóðføri, men gittarin er høvuðsljóðføri hansara og tað nógva av tónleikinum eisini. Sjálvur
er turt og stilt, og sólin skínur oman og niðan. Hitin liggur um frostmarkið, og tí er spurningurin, um vøllurin verður hálur at spæla á. Avgerandi er, um sólin sleppur framat. Tað ger hon nú, og forsøgnirnar [...] fremstu. Páll Guðlaugsson er nýggjur venjari. Hann og spælararnir hava vant nógv síðani fyrst í november, og teir eru ógvuliga spentir, nú tað er álvari, og stig standa upp á spæl. Millum fleiri nýggjar spælarar [...] Setningurin er at vinna stig, og tað fara vit at stríðast fyri at gera, sigur AB venjarin. Á skaðalistanum er á Argjum eru Gert Drangastein, Gunnar Haraldsen og Símun Samuelsen. AB og B68 verða av nógvum roknað
yvirhøvur turt og partvís klárt og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig. Hósdagin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og norðri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og møguliga okkurt [...] 13 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig. Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, sum makar nakað út á dagin og um náttina verður lot til [...] til 8 m/s, av norðri og útnyrðingi. Yvirhøvur skýggjað og okkurt ælið, partvís vátaslettingur ella kavi. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 4 hitastig. Leygardagin verður fyrst eitt lítið lot av ymsum
er óheppin, og kann ikki takast í álvara. - Skal hann flytast enn einaferð, skal byrjast heilt av nýggjum og tað tekur tíð. Les eisini: Kortanei til at byggja musikkskúla á Skálatrøð - Og hvør sigur at [...] skúladeplinum í Marknagili og framtíðarskúlanum á Fløtum . - Eg haldi, at tað er løgið, at musikkskúlin skal flytast, hvørja ferð tað er líka við at verða klárt til at bjóða arbeiðið út, og at seta spakan í, sigur [...] sigur hon. Hon hevur frætt, at verður musikkskúlin bygdur á Skálatrøð, verður hann bæði størri og betri og at ein konserthøll skal byggjast afturat. Hon skilir einki av nøkrum, tí á Landavegnum, kundi hann
róð sær nógvar túrar. Hann hevur verið róð út á Glyvursnes og til Kirkjubøar, inn á Kollafjørð og Skálafjørðin og eisini onkran túrin av Toftum og út á Eystnes. Túrurin norður til Haldórsvíkar er ein endurtøka [...] Joensen og rógva tríggjar ferðir til Hetlands. Eitt bragd er at gera sum suðringar og rógva við seksæringinum Naddoddi til Íslands, sigur hann. Ólavur Hátún hevur alt lívið róð nógv og hevur seinastu árini [...] Komin nakað áleiðis varnaðist eg eisini, at eg hevði gloymt at hugsa um rumpuna og taka eitt sitiundirlag við, eins og at eg hevði tikið tveir handskar til somu hond við mær, sigur Ólavur Hátún. - Satt