Gamli maðurin og báturin

Fríggjadagin róði hann úr Havn til Víkar, mánadagin aftur til Havnar. 18 tímar tók tað Ólavi Hátún.

Hann róði fyrst 10 tímar úr Havn norður til Víkar. Síðani róði hann átta tímar aftur til Havnar. 85 ára gamal heldur Ólavur Hátún tó ikki, at hatta er nakað bragd.

- Eitt bragd er at gera sum Ove Joensen og rógva tríggjar ferðir til Hetlands. Eitt bragd er at gera sum suðringar og rógva við seksæringinum Naddoddi til Íslands, sigur hann.

 

Ólavur Hátún hevur alt lívið róð nógv og hevur seinastu árini róð sær nógvar túrar. Hann hevur verið róð út á Glyvursnes og til Kirkjubøar, inn á Kollafjørð og Skálafjørðin og eisini onkran túrin av Toftum og út á Eystnes.

 

Túrurin norður til Haldórsvíkar er ein endurtøka av einum túri, hann gjørdi í 1954. Tað ferðina var tað tí hann mátti, men hesa ferð av reinum áhuga.

- Túrurin gekk sera væl, hóast eg gjørdi okkurt mistak. Eg var ein tíma ov seinur avstað, so sjóvarfallið gjørdist ein avbjóðing ein part av vegnum. Tað var sera drúgt at koma um Hoyvíkshólm. Komin nakað áleiðis varnaðist eg eisini, at eg hevði gloymt at hugsa um rumpuna og taka eitt sitiundirlag við, eins og at eg hevði tikið tveir handskar til somu hond við mær, sigur Ólavur Hátún.

 

- Satt at siga er hetta ein alt ov langur túrur fyri ein mann í mínum aldri, men tað gekk væl og túrin suður aftur kláraði eg upp á átta tímar. Í 1954 brúkti eg sjey tímar, men tá nýtti eg segl ein part av túrinum, umframt at onnur fólk róðu fyrsta teinin, greiðir hann frá.

 

Í eini longru samrøðu í Sosialium greiðir Ólavur Hátún frá hvaðani áhugin fyri føroyska bátinum stavar. Hann fortelur søgur um kappróður í síni ungdómstíð og harmast annars um, at føroyski báturin alsamt meiri gerst samheiti fyri kappróðrarbátin.

- Útsjóndin á bátinum og handverkið broytist, tí alt snýr seg um at fáa bátin at ganga skjótari. Eg heldi, vit áttu at lagt meiri fyri at varðveita føroyska bátin í upprunalíki, heldur enn at lata kappróðrarbátin taka yvir, sigur Ólavur Hátún.

 

Les alla samrøðuna í Sosialinum, sum varð borin í hvørt heim í gjár.