Í gjár vóru báðir við Spógvanum, tá ið hann fór sín fyrsta túr út í Hest. Báðir smíltust og lótu væl at túrinum. Ósemjan stingur seg upp, tá ið spurningurin kemur inn á, um hetta er ein varandi ella fyribils loysn.
Ikki varandi loysn
— Eg vóni ikki, at hetta verður ein endalig loysn. Hetta er ein bátur, sum vit funnu í eini knappari vending. Vónin er, at Strandferðslan fer at finna ein hóskandi bát, ella at tað verður politiskur vilji at finna ein hóskandi bát, sum helst skal verða serteknaður til hesa leiðina. Tíðin má vísa, hvussu tað verður, sigur Hilmar.
##med2##
Heðin Mortensen, landsstýrismaður við samferðslumálum.
Varandi loysn
Heðin er ikki samdur:
— Hetta er ein varandi loysn. Eg hevði ynskt, at vit fingu ein nýggjan bát, men hetta varð loysnin, vit fingu í eini knappari vending, og einasti bátur, ið vit kundu fáa her í Føroyum, sum var góðkendur til ferðafólkaflutning. Hesin báturin hevur klárað seg væl. Hann hevur siglt í Norðoyggjum í longri tíð við ferðafólkum. Har hevur hann roynst væl. Eg vóni, at hann eisini ferð at roynast væl á hesari leiðini, sigur Heðin.
Gera fortekningar
Men Hilmar heldur ikki, at hetta er loysnin:
— Sjálvandi, pengar skulu fyrst játtast á eini fíggjarlóg. Uppgávan hjá Strandferðsluni verður nú at gera tær fortekningar, sum skulu sannføra tann politiska myndugleikan um, at tað er rætt at fara í gongd við at tekna ein bát til hesa farleiðina, sigur Hilmar.
Vitja aðrar útoyggjar
Heðin hevur eisini ætlanir um at betra um ferðasambandið aðrastaðni kring landið. Hann ætlar at vitja útoyggjarnar og kanna, um umstøðurnar kunnu betrast.
— Hetta við ferðasambandinum út í Hest er tað fyrsta stigið á leiðini. Vit hugsa um allar útoyggjarnar og ætla at vitja kring landið. Bæði í Norðoyggjum, Skúvoy og aðrastaðni. Eg ætli nevniliga at fáa eina heildarloysn allastaðni. At atkomuviðurskiftini eru í lagi, at ferðasambandið er í lagi og eisini at viðurskiftini at koma umborð og í land eru í lagi. Hesi viðurskiftini skulu eisini vera í lagi á teimum smáu útoyggjunum. Tað skylda vit teimum. Nú fara vit at gera ein rundtúr at hyggja eftir hesum, sigur Heðin Mortensen.
##ms##

Landsstýrismaður og strandferðslustjórin ósamdir


