Millum frostmarkið og fýra hitastig alla vikuna

Køld luft streymar komandi dagarnar oman yvir Føroyar av norðri og útnyrðingi.

 

Í dag verður lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin um dagin um 6 stig, um náttina millum 1 og 4 stig.

 

Sum dagurin líður fer hann í morgin at øtla vindin í gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Sólglottar, men okkurt ælið, sum frá líður kanska vátaslettingur og hitin um dagin um 5 stig. Um náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 7 til 13 m/s. Framvegis okkurt einkult ælið, møguliga sum vátaslettingur, og hitin millum 1 og 4 stig.

 

Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum út á dagin makar nakað. Okkurt ælið, partvís vátaslettingur ella kavi, men eisini sólglottar Hitin um dagin um 5, 6 stig. Um náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul av landnyrðingi, sum snarar í ein útnyrðing, 3 til 8 m/s. Sum frá líður yvirhøvur turt og partvís klárt og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Hósdagin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og norðri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og møguliga okkurt ælið, partvís vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin eini 5, 6 stig. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, sum makar nakað út á dagin og um náttina verður lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, av norðri og útnyrðingi. Yvirhøvur skýggjað og okkurt ælið, partvís vátaslettingur ella kavi. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Leygardagin verður fyrst eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s, men sum frá líður øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin veksur upp í 7 stig.