Hetta er óheppið og kann ikki takast í álvara

Klaverið hjá Hallu Samuelsen spælir ikki líka væl sum hjá øðrum býráðslimum

Nýggi musikkskúlin í Havn, skal ikki flytast oman á Skálatrøð.

 

Tað heldur Halla Samuelsen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin.

 

Musikkskúlin skuldi fyrst byggjast við Norðurlandahúsið, síðani varð hann fluttur út á Landavegin, men nú eru aftur røddir frammi um at flyta hann, hesa ferð oman á Skálatrøð, so at hann kann byggjast í sambandi við Tjóðpallin, sum eftir ætlan eisini skal vera á Skálatrøð.

 

Helena Dam á Neystabø, sum eisini er býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, og forkvinna í mentanarnevndini hjá býráðnum, sigur, at avgerðin um at flyta musikkskúlan á Skálatrøð, er ikki endaliga tikin enn, men at alt bendir á, at tað verður endaliga niðurstøðan.

 

- So gott spælir klaverið heldur ikki, í hvussu so er ikki mítt, sigur Halla Samuelsen. Hon heldur, at musikkskúlin liggur sera væl á Landavegnum,har hann liggur saman við skúladeplinum í Marknagili og framtíðarskúlanum á Fløtum.

 

- Eg haldi, at tað er løgið, at musikkskúlin skal flytast, hvørja ferð tað er líka við at verða klárt til at bjóða arbeiðið út, og at seta spakan í, sigur hon.

 

Hon hevur frætt, at verður musikkskúlin bygdur á Skálatrøð, verður hann bæði størri og betri og at ein konserthøll skal byggjast afturat.

 

Hon skilir einki av nøkrum, tí á Landavegnum, kundi hann ikki byggjast sum upprunaliga ætlað.

 

 

Les eisini: Nýggjur musikkskúli byggjast á Skálatrøð

 

 

- Nei har er skavað av, so Musikkskúlin er tódnaður rættiligani nógv, og serliga er tað orkesturhøllin sum er nógv minni.

 

- Tað er sera harmiligt, og óskiljandi, at tað skal vera staðsetingin sum er avgerandi fyri hvussu stórir skúlin skal verða, tá hugsað verður um, at tað er gott pláss á stykkinum við Landavegin at byggja skúlan sum upprunaliga ætlað.

 

Halla Samuelsen heldur, at ætlanin at flyta skúlan enn einaferð, er óheppin, og kann ikki takast í álvara.

 

- Skal hann flytast enn einaferð, skal byrjast heilt av nýggjum og tað tekur tíð.

 

 

Les eisini: Kortanei til at byggja musikkskúla á Skálatrøð

 

 

- Og hvør sigur at vit fáa ein størri og betri Musikkskúla og at ikki eisini her verður skavað av tá avtornar?

 

- Ein má spyrja um vit yvirhøvur vilja hava ein nýggjan Musikkskúla, spyr Halla Samuelsen.