sæst nú eisini aftur í at skrivstovan hjá MFS flytir til Tórshavnar 10. mars í ár. MFS boðar í tíðindaskrivi frá, at seinastu árini er talið av lesandi á hægri útbúgving nærum tvífaldað í Føroyum: Fyri 8 árum [...] Føroyar. MFS varð stovnað í Keypmannahavn, og so at siga øll 51 árini, síðani felagið varð stovnað hevur ein stórur partur av virkseminum ligið í Danmark. Alt fleiri velja tó at lesa í Føroyum, og hetta sæst [...] eftir einum skrivstovufólki, ið býr í Føroyum. Hetta merkir ikki, at MFS nú “bara” fer at arbeiða fyri lesandi í Føroyum. Tað sum er og verður styrki okkara, er júst tað at vit samstarva tvørtur um landamørk
Norðljómur varð settur á stovn í 1988, og tað var Hans Erland í Brekkunum, sum var fyrsti formaðurin í felagnum. Hann hevur, síðan hann kom til Eiðis, verið sera virkin við tónleiki í bygdini, og tað skilst, [...] Og so í parantes, en meget lille fløjte, greiddi hann frá, stóð á eskjuni. Tiltakið í høllini á Eiði hevur verið fyrireikað í eina tíð, og fekk víst, at Norðljómur hevur nógv at siga fyri tónleik í økinum [...] verið formenn í skúlanum, Súsanna Hammer hevur seinastu árini verið leiðari, men hon takkaði fyri seg seinasta dagin í 2008. Nú er Oddur Hentze, sum eisini er musikskúlalærari, leiðari í Norðljómi. Næmingarnir
føtur í spenni fyri at forða fyri eini og hvørji semingsloysn, sum partur av nevndini hevur arbeitt við. Fyrst í apríl boðaði Jan Højgaard frá í Degi og Viku, at ITF nú fór at seta landingarbann í verk [...] eitt slíkt bann. Men eitt slíkt stig skal í hvussu er fyrireikast væl. Grundarlagið skal vera í lagi, og eitt so stórt stig skal sjálvsagt samtykkjast av nevndini í felagnum. Tað skal eisini vera eitt sannlíki [...] fram, var hetta stig hjá Jan Højgaard gjørt í óðum verki. Hetta hevur higartil kostað hvørjum av landsettu manningini okkurt tal omanfyri kr. 100.000 krónur í mistari inntøku. ”Trumfurin” hjá Jan Højgaard
sum eg dugi at síggja verður allur heimurin uppi í hesum ríki, og so kann mann siga hetta: Er ikki altjóðasamfelagið, sum so nógv verður talað um í dag, júst mynstrið, sum vit síggja ger seg til, nú ið profetiini [...] jarðar og traðkar hann niður. Í ellivta kapitli kunnu vit síggja í fótnotuni, hvussu teir hava funnið nøvnini á fleiri, sum Dániel profeterar um. Størst av øllum. Vit síggja Gud í steininum, sum smildraði myndina [...] 2. Og “ein, sum gamal var” í kapitli 7,9-10. Vit síggja Jesus Kristus, sum kemur á skýggjum himmalsins, hann fer yvir til hin í gamal er, og alt vald verður givið honum í hendi. Kap. 7,13-14. Næsti partur
ferð um árið, vanliga í apríl, at viðgera tekniskar fyrispurningar frá ICES og limalondum tess viðvíkjandi veiðitøkni. Í samband við fundin hevur FAO lagt ein av teirra fundum í Føroyum, og koma t 15 fólk [...] landsstýrismaður, segði í mergjaðu setanarrøðu síni í morgun m.a., at politiska skipanin er farin undir eina eftirmeting av allari skipanini sambært lógini um vinnuligan fiskiskap. Hetta er í sjálvum sær áhugavert [...] sins um, at nýtt havrannsóknarskip skal smíðast í staðin fyri Magnus Heinason. Hetta er, sum landsstýrismaður so beint sigur, ein framtíðaríløga í júst tað granskingarøkið, sum hendan ráðstevnan viðger
SAS-liga leikarar okkara í Danmark ikki tøkir, orsakað av, at flestir teirra gera seg klárar til SAS-liga uppstartin í næstum. Nýggj nøvn innlimast Nøkur nýggj nøvn eru at síggja í hesum nýggja hópinum, og [...] innlima nakrar av ungu leikarunum í landsliðshitan, í næstum, og so segði hann, at serliga trý nøvn ljóða sera spennandi. Hesir eru Bogi Løkin, Kristoffur Jakobsen og Ólavur í Ólavstovu. - Hesir tríggir leikararnar [...] sera væl í heimligu kappingini, eins og teir hava skarað framúr á U-21 landsliðnum. Hetta eru avgjørt nøvn, vit fara at síggja aftur í framtíðini, segði Jógvan Martin Olsen á tíðindafundinum í morgun. Størri
fiskivinnuni í knæ, oljurokningin er hækkað munandi, at matvøruprísirnir eru hækkaðir og rentan við. Men í sama andadrátti staðfestur løgmaður, at búskapurin er væl fyri. Arbeiði er til øll, tí bæði í vinnuni [...] Tann, sum lesur løgmansrøðuna, má ásanna, at røðan er óvanliga háfloygd og í støðum mestsum poetisk. Hetta forðar tó ikki løgmanni í at viðgera sera ítøkilig evni og røðan er á mangan hátt nýskapandi. Løgmaður [...] eina nýggja byrjan í føroyskum politikki. Sum dømi um hetta kunnu vit nevna tað, sum verður sagt um fiskivinnuna. Vit standa framman fyri einum siðaskifti, ið merkir størstu broyting í okkara vinnusøgu síðan
Serliga tá ið Hermann í ávísum støðum í vísunum nærmast sleppur sjálvum lagnum og fortelur, uttan tó at missa hvørki takt ella tóna. Eg skrivi hetta sjálvandi í samband við fløguna, sum júst er komin út. Ikki [...] nakrar hugleiðingar. Fløgan er býtt upp í 5 partar, sum í sjálvum sær vísa, hvussu fjølbroyttur Hermann var. Fyrsti partur við teim sera væl kendu sangunum frá tíðini í tónleikafelagnum. Síðan eitt av spesialunum [...] vóru framførdir “live” - tað vil siga í beinleiðis sendingum. Fyri ikki at tala um, at tekstirnir til hesar tættir fekst tú í hondina stutt áðrenn sendingin fór í luftina, so har var ikki nógv tíð til
eigur at gera, til tess at byrgja upp fyri afturgongdini í búskapinum. Seinastur í røðini er Anfinn Kallsberg úr Fólkaflokkinum, sum í Sosialinum í gjár segði, at allar lønarhækkingar næstu árini skulu strikast [...] tí, sum Hermann Oskarsson førdi fram í Kjakarínum í Kringvarp Føroya í gjár, har hann sigur, at vit mugu halda skútuna flótandi og syrgja fyri ikki at ræða fólk út í arbeiðsloysi. - Men tað er umráðandi [...] tíðina. Vit eru í góðum dialogi við fakfeløgini, og tey skilja eisini ta truplu fíggjarligu støðu, vit eru í nú, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri. Landsstýrismaðurin er samdur í, at vit eiga
ferðafólki viðvíkur, sigur formansskapurin í Búskaparráðnum, sum eisini ivast í um Norrøna er tað best egnaða skipið til hesa sigling Búskaparráðið sigur: Sum lið í eini fíggjarligari endurreisn av P/F Smyril [...] hetta at sita á 59 % av partapeninginum í P/F Smyril Line, og í einum partaeigarasáttmála hevur landsstýrið tryggjað sær rættin til at velja meirilutan av limunum í nevndini. At landsstýrið soleiðis fer [...] saman við Framtaksgrunninum og við einum meiriluta í nevndini er landsstýrið í ferð við at yvirtaka ta óavmarkaðu ávirkanina ? og ta óavmarkaðu ábyrgdina í reiðarínum P/F Smyril Line, og har vendist ikki