Búskaparráðið: Ringt at skilja, at Norrøna skal hava almennan stuðul

Tað er ikki rætt, tá ið landsstýrið sigur, at Norrøna hevur so avgerðandi týdningfyri sambandi úteftir, hvørki hvat farmi ella ferðafólki viðvíkur, sigur formansskapurin í Búskaparráðnum, sum eisini ivast í um Norrøna er tað best egnaða skipið til hesa sigling Búskaparráðið sigur:

Sum lið í eini fíggjarligari endurreisn av P/F Smyril Line vil landskassin saman við Framtaksgrunninum og Íleggingargrunninum veita felagnum kapital uppá 56 mió. kr.

Saman við Framtaksgrunninum kemur landsstýrið eftir hetta at sita á 59 % av partapeninginum í P/F Smyril Line, og í einum partaeigarasáttmála hevur landsstýrið tryggjað sær rættin til at velja meirilutan av limunum í nevndini.

At landsstýrið soleiðis fer uppí P/F Smyril Line, sum rekur skip í kapping við privat reiðarí, tykist undranarvert.

Tað er grund til at halda, at aðrar handilsligar kreftir fara at fylla tað tómrúm, sum vildi staðist av, at P/F Smyril Line hevði noyðst at givist við ?Norrönu?.

Tað er ikki rætt, tá landsstýrið sigur, at eitt fíggjarligt skrædl í P/F Smyril Line hevur við sær, at eingi ferðafólk longur verða førd sjóvegis til Føroya, at tað gerst endin á roll-on roll-off virkseminum fyri føroyingar, og farmaflutningurin til og úr Føroyum gerst ótryggur.

Tað er ikki tørvur á almennum kapitali til at halda eini búskaparliga burardyggari ferðslu gangandi.

Tað tykist annars, sum at ein konkursrættarlig regulering av felagsins viðurskiftum hevði verið meiri hóskilig at tikið framum hetta, at endurreisa kapitalgrundarlagið við almennum pengum.

Er tað avgerandi fyri landsstýrið at hava júst ?Norrönu? siglandi, hevði tað helst verið bíligari at fingið sær ræði á skipinum við at ogna sær 1. veðrættarlánið frá kreditorunum heldur enn, sum nú, at veita felagnum kapital, sum tryggjar allar kreditorarnar hjá felagnum móti tapi.

Tó ? eftir 5 ár við støðugum halli fær tað ein at spyrja seg sjálvan, um tað yvirhøvur loysir seg at reka flutningsvinnu við ?Norrönu? í Norðuratlantshavi. Tað fær ein at halda, at tað vildi verðið ein fyrimunur, at sett annað hóskiligari skip í siglingina, og tað heldur av handilsligum íleggjarum enn av landskassanum og almennum grunnum.

Við einum partameiriluta saman við Framtaksgrunninum og við einum meiriluta í nevndini er landsstýrið í ferð við at yvirtaka ta óavmarkaðu ávirkanina ? og ta óavmarkaðu ábyrgdina í reiðarínum P/F Smyril Line, og har vendist ikki aftur.

Tað er rættiliga vist, at landskassin kemur at ábyrgjast fyri eitthvørt tap hjá P/F Smyril Line í framtíðini.

Í Føroyum hava vit ringar royndir av at lata landskassan fara upp í vinnulívið við peningi. Tí er tað ilt at skilja, hví landsstýrið aftur vil royna tað.

Tad stendur ógreitt fyri okkum, hví landsstýrið hevur ta fatan, at tað ikki kann latast marknaðarkreftunum at tryggja sjóvegis ferðslu til og úr Føroyum, sum ber seg fíggjarliga.