Fløgan: “Hermann syngur!”

“Ikki herma eftir fólki!!!!”

Robert Mc. Birnie

 

Soleiðis plagdi mín góði vinur Hermann at siga, tá ið eg við hvørt “royndi” at herma eftir honum. - Ikki tók hann sær tykni av tí, sum tann stóri skemtarin hann var. - Hvørt mansbarn kennir teir figurarnar hann skapti. Fremst av øllum Pallaba. - Men tað var eftir mínum tykki sum vísusangari, hann var heilt framúr. - Hann dugdi ikki bert at frambera eina vísu, ella ein tátt, soleiðis, at tú skilti væl og virðiliga hvat tað snúði seg um, men Hermann hevði sín egna stíl. - Tann nærmasta eg kann samanlíkna hann við er kanska Osvald Helmuth. - Serliga tá ið Hermann í ávísum støðum í vísunum nærmast sleppur sjálvum lagnum og fortelur, uttan tó at missa hvørki takt ella tóna.

Eg skrivi hetta sjálvandi í samband við fløguna, sum júst er komin út. Ikki sum nakað ummæli, men meira sum nakrar hugleiðingar.

Fløgan er býtt upp í 5 partar, sum í sjálvum sær vísa, hvussu fjølbroyttur Hermann var. Fyrsti partur við teim sera væl kendu sangunum frá tíðini í tónleikafelagnum. Síðan eitt av spesialunum hjá Hermann, nevniliga Friedmans Epistler. - Minnist eg var inni hjá Hermann einaferð, og onkursvegna var ein svii komin inn við. Minnist sera væl, hvussu hesin sviin sat og gapaði, meðan Hermann siteraði fleiri epistlar uttanat og á flótandi svenskum.

Nr. 3 eru nakrir kabarettsangir, sum eisini hava verið framførdir í V-4. Næstseinast koma so nakrir av teim kendastu V-4 tættunum. - Nú nevndi eg frammanundan tann serliga framførsluháttin hjá Hermann. - Hann kemur kanska ikki so væl fram her, uttan kanska í “Tað sum vendir niður vendir upp!” og “Útvarpið 15 ár” - Vit mugu minnast til, at allir hesir V-4 tættirnir vóru framførdir “live” - tað vil siga í beinleiðis sendingum. Fyri ikki at tala um, at tekstirnir til hesar tættir fekst tú í hondina stutt áðrenn sendingin fór í luftina, so har var ikki nógv tíð til nakra venjing. - Ótrúligt at tað kundi gerast so gott kortini. - Í hesum sambandi má tað nevnast, sum tað eisini verður í formælinum, at Svenn Brimheim átti sín stóra lut í hesum framførslum. Teir báðir kendu so væl hvønnannan, at tað skuldi ikki nógv venjing til, fyrr enn løgini vóru komin upp á pláss.

Hetta førir okkum til tann seinasta partin á fløguni, nevniliga barnasangirnar. Sum tað eisini stendur í formælinum, so gjørdi Hermann barnasendingar eitt skifti. - Tað finnast ein hópur av fittum barnasangum, sum børn hava sent inn sum yrkingar og sum Hermann og Svenn Brimheim gjørdu løg til og sungu og spældu. - Serliga her leggur tú til merkis tað framúrskarandi og heilt serliga guitarspælið hjá Svenn.

Jú, ein hugnalig, minnisrík og ikki minst søgulig fløga. - Hon fer so í hvussu so er at runga inni hjá okkum á Ólavsøku.