Ein einaferð eru Føroyar karmurin um altjóða ráðstevnu. Alla komandi viku verður ráðstevna, har umleið 70 granskarar úr øllum heiminum hittast til fundar í Føroyum.Talan er um arbeiðsbólkin, sum stendur fyri Fishing Technology and Fish Behaviour. Hesin bólkur arbeiðir fyri havgranskingarstovnin FAO, sum er matvørufelagsskapur Sameindu Tjóða. Bólkurin kemur saman eina ferð um árið, vanliga í apríl, at viðgera tekniskar fyrispurningar frá ICES og limalondum tess viðvíkjandi veiðitøkni. Í samband við fundin hevur FAO lagt ein av teirra fundum í Føroyum, og koma t 15 fólk úr tropiskum londum at hava serligan fund um tropiska rækjuveiðu. Hetta er sera jaligt og ein heiður eins væl og ein fyrimunur fyri Føroyar. Vit kunnu ikki yvirmeta týdningin av slíkum altjóða tiltøkum í Føroyum, og tiltøkini eru við til at breiða út kunnleika til føroysk viðurskifti. Slíkar ráðstevnur eru við til at menna netverk av ymsum sløgum, eitt nú innan gransking, vinnu eins og týðandi persónlig og politisk sambond ofta verða skapað.
Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, segði í mergjaðu setanarrøðu síni í morgun m.a., at politiska skipanin er farin undir eina eftirmeting av allari skipanini sambært lógini um vinnuligan fiskiskap. Hetta er í sjálvum sær áhugavert, og má vera ein almenn ásannan av, at nú kann ikki bíðast longur við øllum hesum máli. Landsstýrismaðurin gjørdi vart við, at í endurskoðanini verður serligt atlit tikið til veiðiorkuna í mun til tað, sum fiskifrøðingar meta kann takast úr teimum ymsu fiskastovnunum á hvørjum ári. Endamálið er áhaldandi at halda fokus á burðardyggari veiði. Víðari legði hann dent á, at burðardygg veiða snýr seg um at framtíðartryggja samfelagið, soleiðis at eftirkomararnir eisini kunna liva eitt virðiligt lív av vinninginum úr egnum sjógvi. Hetta segði hann vera alment galdandi fyri allar heimsins veiðitjóðir. Fokus í endurskipanini er ein tilfeingisbúð, ein fiskidagamarknaður, har veiðirættindi eru til sølu. Veiðirættindini eru sum kunnugt ogn fólksins og liggja harvið ikki í privata økinum, soleiðis sum vit kenna tað úr øðrum londum, segði landsstýrismaðurin.
Hann legði stóran dent á tann týdning granskingin hevur fyri allar partar av fiskvinnuni og serstakliga áhugaverd var fráboðan landsstýrismansins um, at nýtt havrannsóknarskip skal smíðast í staðin fyri Magnus Heinason. Hetta er, sum landsstýrismaður so beint sigur, ein framtíðaríløga í júst tað granskingarøkið, sum hendan ráðstevnan viðger, og vónandi er hetta eisini eitt tekin um, at henda landsstýrissamgongan tekur allan granskingarpolitikkin í neyðugum álvara. Vit kunnu bert geva landsstýrismanninum rætt og leggja afturat, at burðardygg veiðitøkni er ein spurningur um lív og deyð fyri eina og hvørja fiskiveiðitjóð, uttan mun til hvar á klótuni henda tjóð búleikast. Vit eiga við hesum eisini at minnast til tað stóra arbeiði, sum John Smith, sáli legði í nettupp henda so týðandi parting av fiskivinnuni.
Sosialurin