Fyrst skal sigast, at tað kann sjálvsagt vera støður, har tað er rætt at lýsa eitt slíkt bann.
Men eitt slíkt stig skal í hvussu er fyrireikast væl. Grundarlagið skal vera í lagi, og eitt so stórt stig skal sjálvsagt samtykkjast av nevndini í felagnum. Tað skal eisini vera eitt sannlíki fyri, at eitt slíkt bann skjótt loysir trupulleikan.
Men, sum tað so týðiliga er komið fram, var hetta stig hjá Jan Højgaard gjørt í óðum verki. Hetta hevur higartil kostað hvørjum av landsettu manningini okkurt tal omanfyri kr. 100.000 krónur í mistari inntøku.
”Trumfurin” hjá Jan Højgaard segði hann vera, at hann skuldi steðgað landingina av Carlton uttanlanda gjøgnum ITF, altjóða flutningararbeiðarafelagsskapin. Hetta var tó frammanundan sera ivasamt, tí fólk á fiskavirkjum eru als ikki limir í ITF.
Sambært útvarpinum fekk FF fyrst í apríl bræv frá ITF, har teir søgdu seg als ikki vilja seta nakað landingarbann, men mæltu til at fáa eina semju við reiðaríið.
Tað er komið fram, at Jan Højgaard hevur ikki bert einki gjørt fyri at fáa eina semju alla hesa tíð. Hann hevur eisini sett føtur í spenni fyri at forða fyri eini og hvørji semingsloysn, sum partur av nevndini hevur arbeitt við.
Fyrst í apríl boðaði Jan Højgaard frá í Degi og Viku, at ITF nú fór at seta landingarbann í verk. Sum tað gongur sjón fyri søgn, vóru hesi tíðindini beinleiðis ósannindi. Hetta er eyðkent fyri hansara trúvirði annars.
Samstundis nýtir hann eitt slíkt orðalag, sum eingin rættsiktaður nýtir, og sum bert kann vera enn størri forðing fyri at finna eina loysn.
Tað groteska í hesum máli er, at Jan Højgaard fær kokkin at blokera ímóti egnum áhugamálum. Kokkurin fær nevniliga munandi meira við tí nýtta sáttmálanum hjá Carlton enn ídnaðarsáttmálan, sum verður kravdur bæði framyvir og við afturvirkandi gildi. Ì besta fall fer kokkurin niður í løn, um kravið hjá Jan Højgaard verður eftirlíkað. Í ringasta fall kann kokkurin verða kravdur at gjalda meira enn kr. 100.000 aftur til reiðaran fyri ov nóg útgoldna hýru!
Jan Højgaard hevur sjálvur tikið grundarlagið undan kravinum um, at Carlton skal nýta ídnaðarsáttmálan. Nevniliga við at avtala júst við Hanus Hansen, at hann fyri eitt líknandi skip kann brúka kraftblokkasáttmálan, sum fyri Carlton gevur 20%! Sum skal setast í mun til tey 23%, sum manningin hevur fingið.
Ørskapur
Her kann stutt sagt sigast, at her er hvørki vit ella skil. Men hetta kemur ikki óvart á. Tað hevur frá fyrsta degi, síðan hann kom fram, verið greitt, at Jan Højgaard livir í eini fantasiverð, har øll onnur eru heilir og hálvir bandittir. Ráðini eru at ”leggja flotan”, uttan mun til hvat hetta kostar fiskimonnum. Ella hvønn skaða hetta ger teirra felag.










