Samfelagsbúskapur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Nógvar útmeldingar eru um, hvat mann nú eigur at gera, til tess at byrgja upp fyri afturgongdini í búskapinum.
Seinastur í røðini er Anfinn Kallsberg úr Fólkaflokkinum, sum í Sosialinum í gjár segði, at allar lønarhækkingar næstu árini skulu strikast, og at vildu fakfeløgini ikki sjálvboðin góðtaka tað, eigur Løgtingið at gera tað við lóg.
Hetta hóvar landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, lítið.
- Tað er ótrúliga óheppið, at tað koma so nógvar ymiskar útmeldingar um, hvat mann eigur at gera av ymiskum panikkloysnum. Henda, sum Anfinn Kallsberg nú kemur við, er bara ein av mongum, sum hava verið frammi seinastu tíðina, og eg fari ongantíð at ganga við til at leggja eitt lógaruppskot fyri tingið, har mann vil lóggeva lønarsteðg, og her haldi eg meg tosa fyri allan Javnaðarflokkin eisini.
Mugu varðveita álitið
Fíggjarmálaráðharrin leggur dent á, at hóast tað gongur aftur í búskapinum, so eigur mann at virða tær spælireglur, sum galda á arbeiðsmarknaðinum. Hann vísir á, at Fíggjarmálaráðið er ein stórur partur á arbeiðsmarknaðinum, sum hevur avtalur við eini 30 fakfeløg um sáttmálar.
- Og tað verður eisini Fíggjarmálaráðið, sum skal gera avtalur framyvir, og tí skal mann ikki niðurbróta tað álitið millum partarnar, sum er styrkt nógv seinastu tíðina. Vit eru í góðum dialogi við fakfeløgini, og tey skilja eisini ta truplu fíggjarligu støðu, vit eru í nú, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri.
Landsstýrismaðurin er samdur í, at vit eiga at tálma útreiðslunum, og vísir á, at har er lønarparturin eisini sera stórur. Men hann staðfestir, at tað eigur at verða gjørt í samráðingum við partarnar.
- Vit hava uppbygt eitt álit millum partarnar, og hava fyri fyrstu ferð fingið trý-ára sáttmálar. Gera vit nú tað, sum Anfinn Kallsberg mælir til, oyðileggja vit álitið millum partarnar í allar ævir, ella í øllum førum nógv ár framyvir, heldur fíggarmálaráðharrin.
Anfinn skal tiga
Fíggjarmálaráðharrin skilur heldur ikki at tað er júst Anfinn Kallsberg, ið kemur við hesum útspælinum.
- Hann tosar nevniliga um at vit nú skulu byggja tunlar fyri milliónaupphæddir, at vit ikki skulu nerta fiskimannafrádráttin, umframt fleiri onnur ting. Men nú vil hann inn at lóggeva lønarsteðg á arbeiðsmarknaðinum fyri at spara?
Fíggjarmálaráðharrin heldur eisini fast við, at tað eru ongar heilagar kýr, nú útreiðslurnar skulu tálmast. Hann er samdur við tí, sum Hermann Oskarsson førdi fram í Kjakarínum í Kringvarp Føroya í gjár, har hann sigur, at vit mugu halda skútuna flótandi og syrgja fyri ikki at ræða fólk út í arbeiðsloysi.
- Men tað er umráðandi at finna útav, hvar á leið útreiðslurnar koma at liggja komandi árini, og hvar politisk undirtøka er fyri at fremja nakrar av teimum bygnaðarbroytingum, sum skulu til, sigur Jóannes Eidesgaard.
Fíggjarmálaráðharrin leggur eisini dent á, at tað eru ikki tær løttu loysnirnar, sum bjarga okkum, og at tað skulu munandi størri inntriv til.