Eitt ógloymandi vikuskifti við Mølheyggjar á Sandi. Tú situr við Mølheyggjar eitt hásummarkvøld.Tjøldini standa tøtt og stolt á vøllinum. Láturin frá fólki, ið sita og hugna sær við bálið, rennur saman
veðrarnir kunnu vera fleiri í tali. In.fo var við mánakvøldið, tá 20 veturgamlir veðrar vórðu flettir á Sandi. Í stóra bilhúsinum, har flettingin fór fram, vóru fýra flettingarborð og fleiri skjótir og raskir [...] verður gjørt burtur úr, og soleiðis var eisini heima hjá hesi familjuni mánakvøldið, har lagið var gott á øllum, nú hesin parturin av skurðinum var komin til høldar. ##med4## ##med5## ##med6## ##med7## ##med8##
fellir alt lættari, og fletting og upptøka verður í flestu førum eitt spæl. Soleiðis var eisini á Sandi í kvøld, tá 11 veðrar vórðu flettir. Tað er ikki ókent eitt slíkt kvøld, at onkur leskar sær uppundir [...] teir seinastu, sum verða flettir, og tá kann vera stórur spenningur um vekt. Soleiðis var eisini á Sandi í kvøld. Hin størsti veturgamli í kvøld vigaði 72 pund, og hin næst størsti vigaði 65. Veðrarnir
løta verið á Sandi. Jólaskipið kom til bygdar klokkan 17, og við skipinum vóru bæði jólamenn og jólakonur, sum bjóðaðu børnunum karamellur á bryggjuni. Av bryggjuni koyrdu jólamenninir heim á Ljósafløtt [...] sløkkiliðsbilnum hjá Sands kommunu, og her beyð forkvinnan í mentanarnevndini, Hanna á Reynatúgvu, øllum vælkomnum. Á Ljósafløtti fingu bæði børn og vaksin jólapakkar, og jólamaðurin Klumpur segði frá, [...] jólamaður. Síðan sungu bæði jólamenn og fólk, sum vóru á Ljósafløtti, onkran jólasang. Tá uttanduratiltakið var liðugt, bjóðaði Sands kommuna inn á gólvið til kakao, bollar og sunkist. Meðan tiltakið helt
batnandi, tó við meira vindi, tá ælini ganga. Seinnapartin í dag tóku vit nakrar myndir av brimi á Sandi, men myndirnar eru tiknar, eftir at tann nógvi vindurin var avhasaður. Vesturættin gevur stóra aldu
dag, og soleiðis var eisini um 17.30-tíðina, tá nýggja Sandshavið fyrstu ferð legði til bryggju á Sandi. Her var rættiliga nógv fólk samankomið, og tað var Brandur Sandoy, sum beyð vælkomin og segði, hvussu [...] hildnar, varð bjóðað umborð á síggja skipið, og tað var skjótt, at her gjørdist trongligt umborð. Øll tey mongu, sum vóru komin til móttøkuna Úti í Støð í dag, vórðu eisini bjóðað inn á fiskavirkið til kaffi [...] køkur og sunkist. Seinni fara vit at venda aftur til ymiskt av tí, sum varð sagt við móttøkuna. Lagið á bryggjuni var gott, og fólk ynsktu eigarum og manning hjartaliga tillukku og bestu eydnu við nýggja
Í allar fagrasta veðri í dag gingu ítróttarfólk í Sandoynni skrúðgongu á Sandi - úr skúlagarðinum á Sandi og suður á Ljósafløtt. Hetta var ein vøkur og hátíðarlig sjón, og fremstur við flagginum við øllum [...] Karl Vidtfeldt. Tá fylgið, sum serliga vóru børn og ung, var komið upp á pláss á Ljósafløtti, setti Niclas Joensen sandoyarstevnu á pallinum beint niðanfyri Ungmannafelagshúsið Virkið. Tað er nógv fólk [...] dag kunnu leskiligir stevnubúffar eisini keypast á Sandi. Skráin fyri sandoyarstevnu og fyri tað, sum víkingarnir havast at við Mølheyggjar, sæst eitt nú á Facebook-síðuni hjá Ungmannafelagnum Virkinum.
varð eisini koyrt gjøgnum bygdina her. Ein lítil steðgur var úti á bryggjuni á Sandi. Síðan kom bilrøðin spakuliga heim gjøgnum bygdina á Sandi, eftir Sandafløtti og eystur til Húsavíkar og síðan til Skálavíkar [...] skilst. Tað gekk ein góð løta, til bilarnir vóru aftur á Sandi og hildu leiðina yvir um fløttin og norður aftur til Skopunar, har steðgað varð á bryggjuni. Í Skopun fekk flottasti bilurin eina virðisløn
kyndlagongan kom oman til økið vestanfyri ánna Niðri á Sandi, har klárt varð gjørt til bál, varð fest í. Væl av fólki - bæði vaksnum og børnum - hevði gingið oman á økið, og tá eldur var í bálinum, var ikki kalt [...] Landnyrðingurin er ringur á Sandi, og í kvøld hevur verið nógvum vindur í bygdini. Kortini hildu fólk, at kyndlagongan, sum gjørt var klárt til, kundi gangast, men her vísti tað seg, at lítið var at geva
undirskriftir saman við einari drúgvari kæru um ætlaðu vindmyllulundina í Klivaløkshaga á Sandi. Í aðrari grein her á In.fo fara vit at venda aftur til tað, sum Jóannes í Miðstovuni segði, tá hann handaði [...] tir og kæra verða við í víðari viðgerðini av málinum um ætlaðu vindmyllulundina í Klivaløkshaga á Sandi. Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/stadsetingin-er-odamannaverk ##med2## ##med3## ##med4## [...] seg hava hugt ígjøgnum kæruna og helt fyri, at tað er eitt stórt arbeiði, sum her er gjørt. Hon vísti á, at tey, sum hava orðað kæruna, hava gjørt sær stóran ómak, sum hon tók til, tí kæran er væl úr hondum