Myndir: Tá himmal og hav standa í eldi

Vesturættin gevur stóra aldu vestan fyri, og tað er hugtakandi at síggja megina í vestanbriminum.

 

 

Tað hevur verið harðveður í fleiri dagar, og líkt er til, at vindurin - um ikki so nógvur sum síðstu nátt - fer at halda fram nakrar dagar aftrat. Í morgin verður hann útsynningur og vestan, 8-13 metrar um sekundið og onkustaðni upp í einar 15 metrar um sekundið. 

Fríggjadagin verður veðrið ikki stórt øðrvísi, men vit kunnu rokna við, at dagurin byrjar við 10-15 metrum um sekundið, sum seinni kann veksa upp í einar 20 metrar um sekundið við hørðum hvirlum. Ættin verður útsynningur og vestan.

Sum leygarnáttin gongur, minkar hann vindin aftur niður í umleið 15 metrar um sekundið. Tað verður vesturætt, og væntandi er, at hann fríggjadagin dettur niður í útsynning ella sunnan ein part av degnum.

Leygardagin verður sama veður sum fríggjadagin, har vindstyrkin fer at liggja millum 13 og 18 metrar um sekundið, men sunnunáttina verður nakað kaldari, helst niður móti frostmarkinum - ella 0-2 hitastig.

Tað er www.dmi.dk, sum hevur hetta at siga um veðrið teir næstu dagarnar.

Í nátt var rættiliga nógvur vindur, men tíbetur vóru ikki nógvir vindskaðarnir kring landið, tó at øll ikki sluppu heilt snikkaleys. Sum morgunin leið, og seinnaparturin kom, hevur verið verið batnandi, tó við meira vindi, tá ælini ganga.

Seinnapartin í dag tóku vit nakrar myndir av brimi á Sandi, men myndirnar eru tiknar, eftir at tann nógvi vindurin var avhasaður. Vesturættin gevur stóra aldu vestan fyri, og tað er hugtakandi at síggja megina í vestanbriminum.

##med2##

Í Sigmunds Brestissonar kvæði stendur í einum ørindi soleiðis -

 

Segl í topp og árar út,

um himmal og hav stóð í eldi,

fríbornir menn ei trælkast kunnu

undir Noregis kongaveldi.

...

Við hesum reglum lata vit okkara lesarar hyggja at myndunum, sum tiknar eru seinnapartin í dag.

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##