Seinnapartin í dag hevur hugnalig løta verið á Sandi. Jólaskipið kom til bygdar klokkan 17, og við skipinum vóru bæði jólamenn og jólakonur, sum bjóðaðu børnunum karamellur á bryggjuni.
Av bryggjuni koyrdu jólamenninir heim á Ljósafløtt í sløkkiliðsbilnum hjá Sands kommunu, og her beyð forkvinnan í mentanarnevndini, Hanna á Reynatúgvu, øllum vælkomnum.
Á Ljósafløtti fingu bæði børn og vaksin jólapakkar, og jólamaðurin Klumpur segði frá, hvat tað merkir at vera jólamaður. Síðan sungu bæði jólamenn og fólk, sum vóru á Ljósafløtti, onkran jólasang.
Tá uttanduratiltakið var liðugt, bjóðaði Sands kommuna inn á gólvið til kakao, bollar og sunkist. Meðan tiltakið helt fram í hugnaligu hølunum hjá Sands kommunu, seldi Lions Tindur jóladekoratiónir.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##